mikudagur 27. apríl 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 - 27. apríl 2005
17
Vil ikki hava
mainstream
- Eg eri ikki so
áhugaður í teimum,
sum royna at vera
mainstream. Eg vil
hava tað, sum er
serligt føroyskt,
sigur Lárus
Jóhannesson frá
íslendska 12Tónar
TÓNLEIKAVINNA
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Lárus Jóhannesson er
maðurin í Íslandi, sum
um nakar hevur ført
Eivør Pálsdóttir fram.
Hann
stendur
fyri
p l á t u f e l a g n u m
12Tónar. 12Tónar gav
út Krákuna við Eivør
Pálsdóttir, sum seldi
sera væl í Íslandi, og
var
tað
um
hetta
mundið, at Eivør fekk
sítt
veruliga
gjøg-
numbrot í Íslandi.
Lárus Jóhannesson
frá 12Tónar var í Før-
oyum í vikuskiftinum,
tá
Atlantic
Music
Event var í Norður-
landahúsinum. Hann
hugdi eftir nýggjum
talentum.
- Eg leiti fyrst og
fremst eftir tí, sum er
sermerkt; tónleik sum
tú ikki hoyrir aðra-
staðni. Eg hyggi eisini
eftir
einstaklingum,
sum eru evnaríkir, sig-
ur Lárus Jóhannesson.
- Tað eru nøkur ting,
sum eg eri áhugaður í,
og eg vil royna at fáa
onkrar bólkar til Ís-
lands at spæla, sigur
Lárus
Jóhannesson,
sum ikki vil siga
hvørjar bólkar talan er
um.
Lárus Jóhannesson
sigur, at hann er væl-
nøgdur við Atlantic
Music
Event,
sum
hann helt varð væl
fyriskipað.
- Tað hevur verið eitt
hugnaligt vikuskiftið
fyri meg, sigur Lárus
Jóhannesson
frá
12Tónar.
- Tað nógva av før-
oyska tónleikinum
stendur væl mát í
altjóða høpi. Ein
partur av tónleik-
inum er kanska nakað
lokalur, og tað verður
trupult at útflyta
henda tónleik. Men
fleiri bólkar hava eitt
høgt støði, sigur
Christer Lundblad frá
Swedish Music
Export
TÓNLEIKAVINNA
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Christer Lundblad umboð-
aði Swedish Music Export
við Atlantic Music Event.
Christer Lundblad sigur, at
góðskan á tónleikin var á
einum høgum støði.
- Eg haldi, at Makrel
vóru sera góðir. Týr er sera
gott, men ógvuliga ser-
merkt og kanska trupult at
útflyta. Men Týr hevði eina
sera góða framførslu. Fleiri
aðrir bólkar vóru góðir eis-
ini, sigur Christer Lund-
blad.
Høvðusendamálið
við
Atlantic Music Event er at
geva føroyskum bólkum
ein sýnisglugga út í altjóða
tónleikavinnuna. Christer
Lundblad heldur, at føroy-
ingar mugu lata útlendingar
lurta og hoyra á hesar ymsu
bólkarnar, og fløgur mugu
gevast út kring allan heimin
fyri at skapa eitt grundalag
fyri
tónleikaútflutningi.
Hann sigur, at føroysku
bólkarnir mugu traðka fram
á konsertum og festivalum
kring heimin.
Almennur stuðul
má til
- Marknaðurin er so lítil í
Føroyum, so tað kann ger-
ast trupult at finna fíggjar-
liga stuðulin, soleiðis at tað
kann bera seg. Tað skal
nokk almennur stuðul til frá
føroyska
landsstýrinum.
Tað er týdningarmikið at
ganga saman. Til dømis
kann mann satsa upp á
nakrar fáar bólkar í eitt ár
ella tvey, og tann vegin fáa
teir bólkarnar fram, sum
mann trýr uppá, sigur
Christer Lundblad frá Swe-
dish Music Export
Latið fólk vita um Teit
- Tit føroyingar hava jú eitt
altjóða frambrot í løtuni,
nevniliga Teitur. Nú ræður
um at hanga í. Latið fólk
vita, at Teitur er úr Føroy-
um. Tann vegin kunnu tit
vísa, hvat annað gott tit
hava av tónleiki á hesum
oyggjunum, sigur Christer
Lundblad.
Um føroyingar skulu
skulu fáa fleiri gjøgnum-
brot á altjóða tónleika-
marknaðinum, so er kravið
váðafúsur kapitalur, heldur
Christer Lundblad
- Váðafúsur kapitalur má
finnast, um ein byrjan skal
fáast á. Eg haldi, at al-
mennir pengar skulu uppí.
Tað er í lagi, at tað almenna
stuðlar, tí tað snýr seg ikki
bert um hesar bólkarnar,
men tað snýr seg faktiskt
meira um at seta Føroyar
upp á kortið sum ein útflyt-
ari av tónleiki og sum
ferðavinnumál. Vinnan í
Føroyum vinnur, um Før-
oyar eru kendar kring
heimin gjøgnum tónleikin,
og um fólk vita, hvat landið
stendur fyri. sigur Christer
Lundblad.
Lundblad sigur, at hann
arbeiðir í løtuni við at fáa
føroyskar bólkar til Svø-
ríkis. Hann vil ikki siga
hvørjar bólkar.
Tit standa mát í altjóða høpi
Vinnan í Føroyum vinnur, um Føroyar eru kendar kring heimin gjøgnum tónleikin, og um fólk vita, hvat landið stendur fyri, sigur Christer Lundblad frá Swedish
Music Export
Mynd: Jens Kr. Vang