Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 78 - 27. apríl 2005 19 DOKTARARITGERÐ tíðindaskriv Dýrabiðidag vardi evna- frøðingurin Britta Fäng- ström eina PhD ritgerð um Føroyar á universitetinum í Stockholm. Ritgerðin hevði heitið: "Human exposure to organohalogen compounds in the Faroe Islands". Britta Fängström starvast á umhvørviskemisku deild- ini á universitetinum í Stockholmi. Tað var á hesi deildini, at tey á fyrsta sinni ávístu PCB dálking í náttúruni. Seinastu árini hevur verið gott samstarv millum Deildina fyri Ar- beiðs- og Almannaheilsu í Føroyum, deildina fyri um- hvørvislæknafrøði á Syd- dansk Universitet og um- hvørviskemisku deildina á universitetinum í Stock- holm. Tilfarið í ritgerðini byggir á hetta samstarvið. Fängström hevur kannað innihaldið av umhvøris- eitrandi evnum í blóðinum hjá føroyskum kvinnum og børnum. Eisini hevur hon kannað innihaldið av hes- um evnum í grind og spiki, í havhesti og í havhesta- og í lomvigaeggum. Hon hev- ur bæði kannað tey "gomlu" kendu eiturevnini, so sum PCBir, men eisini hugt at evnum, sum fyri nýliga eru komin út í náttúruna, so sum poly- bromeraði difenyletur, eis- ini rópt bromeraðir eld- tálmarar. Samanumtikið vísir ritgerðin, at mongdin av eiturevnum í fólki er sera høg í Føroyum, sam- anborið við aðrar partar av verðini. Grundin er dálk- aður matur úr havinum, serliga hvalur og havhestur. Á samkomu í Norður- landahúsinum hós- dagin 28. apríl kl. 14.00 verður almenn fram- løga av tveimum verkætlanum, ið hava snúð seg um at menna føroyskt mál tøkniliga FØROYSK TELDUTALA tíðindaskriv Føroysk teldutala er verk- ætlan, sum byrjaði fyri fimm árum síðan, og sum nú er liðug. Verkætlanin hevur ment eitt forrit, sum kann lesa føroyskan tekst. Skipanin var fyrst og fremst ætlað sum eitt hjálp- artól hjá blindum og lesi- tarnaðum. Við taluni kunnu tey sjálvstøðugt kanna sær vitan av netinum og sam- skifta við onnur á føroysk- um skrivtmáli. Arbeiðið hevur vakt stór- an ans millum málfrøðingar í hinum Norðurlondunum. Samstundis hevur loysnin skapt grundarlag fyri øðrum KT-loysnum, har talan er um at samskifta frá teksti til talu. Fyri málsliga og tøkni- liga arbeiðinum hava staðið Sjúrður Gullbein frá Før- oya Blindastovni, Pétur Helgason frá universitetin- um í Uppsala og Kjell Gustafson frá svensku fyritøkuni Acapela Group. Verkætlanarleiðari hevur verið Karin Kass frá Føroya Blindastovni. Høvuðsstuðulin hevur verið NorFA "Nordisk sprogteknologisk Forsk- ningsprogram" Teldutøkt føroyskt tekstasavn Kirsti Hansen, lektari á Göteborgs universiteti, hevur verið samskipari í einum NorFa-netverkið, sum hevur arbeitt við ein- um teldutøkum føroyskum tekstasavni, og Kirsti Han- sen hevur eisini sjálv ment eitt elektroniskt tekstasavn, sum fevnir um ein árgang av Dimmalætting. Hetta tekstasavn er ein virðis- mikil fongur í øllum sløg- um av málsligari greining. Her verður m.a. hugsað um tíddargreining av úrvaldum orðum, setningafrøði, mál- læru og kanningar av hevd- bundnum orðingum. Við dømum verður víst, hvussu tekstasavnið kann fremja áhuga, tilvit og gransking í føroyskum máli. Í 2004 hevur ein verk- ætlan, sum miðaði eftir at marka eina ávísa nøgd av teldutøkum teksti, verið framd á Føroyamálsdeild- ini. Endamálið við arbeið- inum er at gera eitt teksta- savn, sum er markað við málfrøðiligum upplýsing- um og at gera ein orðalista út frá leitiorðum og bend- ingarupplýsingum í Før- oyskari orðabók. Eitt slíkt markað tekstasavn er ein fyritreyt fyri at koma longri í sambandi við telduforrit, sum kunnu viðgera før- oyskt mál. Dømi um tílík forrit kunnu eitt nú vera leitiskipanir, tekst-til-talu skipanir og hjálparamboð til undirvísing og rættlestur. Heini Justinussen hevur staðið fyri tí tøkniliga part- inum av arbeiðinum og Zakaris Svabo Hansen og Mortan Vang hava tikið sær av tí málfrøðiliga partinum. Granskingarráð Føroya fíggjaði verkætlanina. Framløgudagin verður kunnað um arbeiðið við hesum verkætlanum, og víst verður, hvussu amboð- ini kunnu nýtast í verki. Útgreinað skrá fæst í húsinum á framløgudeg- num. Almenn framløga um máltøkni Lesið Sosialin - so eru tit við Doktararitgerð um dálkandi evni í føroyingum Ritgerðin um dálkandi evni í føroyingum, kann lánast á Deildini fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu, Sigmundargøta 5 í Tórshavn