mikudagur 27. apríl 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað er ikki á hvørjum
degi at ein føroyskur
nýbygningur verður
latin eigarum sínum.
Og tað er ikki hent
áður, at tveir ný-
bygningar verða
lætnir sama dag
SKIPASMÍÐ
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Havn: Stórur dagur var á
Tórshavnar
Skipasmiðju
mánadagin, tá eigararnir av
tveimum
nýbygningum
tóku ímóti bátum sínum.
Talan er um Hansa Mariu
av Toftum og Skálafoss úr
Vestmanna, sum nú fara at
rigga til at fara á sínar
fyrstu túrar á landleiðini.
Av Skálafossi verður
sagt, at teir ætla sær á fyrsta
túrin um einar tvær vikur,
og Hansa Maria fer á sín
fyrsta túr beint eftir hetta.
Á samkomuni á Vestaru
bryggju takkaði stjórin á
skipasmiðjuni,
Gunnar
Mohr, øllum starvsfólkun-
um fyri tað ídni og tann
eldhugan, sum tey høvdu
lagt í at gera bátarnar lidn-
ar.
Tað er jú ikki á hvørjum
degi, at nýbygningar verða
lætnir føroyskum eigarum.
Og so er hetta eisini fyrsta
ferðin at tveir bátar verða
lætnir eigarum sínum sam-
stundis.
Báðir trolararnir eru eins
stórir – 19 metrar langir og
slakar seks metrar breiðir.
Skrokkarnir eru smíðaðir í
Polen, men vórðu í heyst
sleipaðir á Havnina, har teir
síðani eru gjørdir lidnir.
Gott fólk
Nógv fólk úr Vestmanna og
av Toftum var samankomið
við skipasmiðjuna hesa løt-
una.
Veðrið var av tí fagrasta
og allastaðni sást Merkið
veittra, tí tað var jú eisini
Flaggdagur.
Á bryggjuni setti Havnar
Hornorkestur sín serliga
dám á handanina, sum var
eitt slag av upphiting til tað
stóra tiltakið í samband við
Flaggdagin á Vaglinum.
Gunnar Mohr, stjóri á
skipasmiðjuni helt síðani
takkarrøðu sína, har hann
vísti á at hann hevði nógv-
um góðum fólki at takka
fyri nógv og gott arbeiði
við báðum nýbygningun-
um.
Hann vildi tó ikki nevna
nøkur nøvn, men ynskti
kortini at takka verkfrøð-
ingi teirra, Thormundi Jo-
hannesen, sum hevði verið
við heilt frá byrjan av.
Vanta ordrar
– Thormund hevur gjørt eitt
ómetaliga stórt arbeiði: Frá
at hava eitt reint pappír
framman fyri sær og síðani
til tær tekningarnar, sum í
dag síggjast aftur í hesum
báðum trolarunum, segði
hann.
Tað er ikki á hvørjum
degi, at skipasmiðjan fær
ordrar um nýbygningar. Og
hetta merkist eisini aftur á
skipasmiðjuni.
–
Uttan
nýbygningar
verður truplari hjá okkum
at varðveita førleikan at
skapa og at byggja skip.
– Men vit arbeiða alla
tíðina við at finna fáa
nýggjar ordrar til vega,
segði Gunnar Mohr.
Eftir at trolararnir báðir
vóru navngivnir varð boðið
til eina hugnaliga samveru,
og síðani ein royndartúr
fyri innbodnum.
Um kvøldið varð eisini
nógv gjørt burturúr í Vest-
manna og á Toftum, tá
nýggjastu fiskiførini í flot-
anum komu til heimbygdir
sínar.
Til fiskiskap um tvær vikur
Reiðarin á Skálafossi fegnast um nýggja trolaran, sum fer til
fiskiskap um tvær vikur
Gunnar Mohr kann vera fegin, men hann vildi ynskt sær, at
fleiri ordrar koma um nýbygningar
Nógv fólk var saman-
komið, tá tað sjáldsama
hendi, at tveir
nýbygningar vórðu
lætnir sama dag