mikudagur 27. apríl 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 - 27. apríl 2005
21
- Tá ið vindur fer at
blæsa, og aldurnar
reisast, eri eg fullvísir
í, at sjómaðurin
mangan hevur kent
seg lítlan. Mangir eru
teir, sum hava boygt
síni troyttu knø og
takkað honum, sum
øllum valdar fyri, at
teir vunnu upp land.
Hetta eru treytirnar,
tá ið tú søkir sjógvin.
Men við áræði verður
aftur lagt út á hav,
segði Símun Johanne-
sen, borgarstjóri í Nes
kommunu, tá ið ný-
bygningurin, Hansa
Maria, hevði lagt til
bryggju á Toftum í
góðveðrinum mána-
kvøldið
MÓTTØKA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nógv fólk høvdu leitað sær
oman á Toftagjógv mána-
kvøldið, tá ið nýggi trolbát-
urin, Hansa Maria hjá Hans
Andriasi Poulsen, stevndi
inn um pierin á Toftum.
Hátíðarligur hornatón-
leikur ljómaði, meðan fólk
bíðaðu spent eftir at síggja
nýbygningin, sum er hin
fyrsti á Toftum í fleiri ár.
Onnur skip eru komin til
bygdar seinastu árini, men
hetta er skip, sum hava
nøkur ár á baki. Seinasta
skipið undan Hansu Mariu,
sum menn hava lagt rygg til
at keypa, er trolbáturin,
Randi hjá Jens Jacob
Olsen, sum er keyptur úr
Danmark og umbygdur til
trolvinnu.
Við hátíðarløtuna á Toft-
um sungu eisini kirkjukórið
og sangkórið.
Alfred Olsen, kommunu-
skrivari, greiddi frá, hvussu
Nes kommuna, sum stóð
fyri móttøkuni, hevði skip-
að tiltakið, og røðari við
løtuna
í
góðveðrinum
mánakvøldið var borgar-
stjórin, Símun Johannesen.
Eftir at borgarstjórin
hevði hildið sína røðu,
takkaði eigarin av nýggja
og snotuliga skipinum fyri
stórfingnu og hátíðarligu
móttøkuna og beyð øllum
vælkomnum umborð at
síggja skipið.
Flagg og flaggstríð
Símun Johannesen nýtti í
sínari røðu høvi til at siga
nøkur orð um flaggið, nú
nýggja skipið júst kom til
bygdar
flaggdagin,
25.
april.
- Í dag eru øll fløgg
vundin á stong – ikki bara
her við Toftagjógv, tí vit
hava fingið eitt nýtt skip,
men fløggini veittra um alt
landið, nú flaggdagur er.
Borgarstjórin vísti á, at
tað í ár eru liðin 65 ár, síðan
føroyska flaggið varð góð-
kent sum okkara tjóðar-
merki.
- Flestu av okkum hava
helst hoyrt ella lisið um, tá
ið vestmenningurin, Jákup
Kristoffersen, stevndi inn á
Havnina við skipi sínum,
sluppini Neptun – við
føroyska flagginum í húnar
hátt. Hetta var, meðan
flaggstríðið var upp á tað
harðasta og ikki var loyvt at
nýta føroyska flaggið.
Hann segði, at tá ið týsk-
arar høvdu hersett Dan-
mark, og Føroyar komu
undir bretskt vald í apríl
1940, sluppu føroysk skip
ikki longur at sigla við
donskum flaggi. Tá gjørdu
bretar ikki matari enn, at
teir kravdu føroyska flaggið
málið á skipssíðuna, áðrenn
tey sluppu útaftur úr bretsk-
ari havn, har meginparturin
av føroyska flotanum sigldi
við fiski.
- Tað eru fólk ímillum
okkum her í dag, sum upp-
livdu og minnast hesa tíð,
men flestu av okkum hava
bert sæð myndir av skipum
við føroyska flagginum
málað á skipsíðuna.
Borgarstjórin helt fyri, at
nógv er broytt hesi mongu
ár síðan flaggstríðið.
- Tað er ein frægd at
síggja hetta stásiliga far
liggja flaggskrýtt – við
Merkinum um krosstræið
saman við alskyns signal-
fløggum yvir øllum skipin-
um.
Æra at eiga skip
- Áræði og framfýsni hevur
sermerkt fólkið her í øki-
num, og hetta er ikki minst
galdandi, tá ið ræður um
okkara sjófólk. Tað er til
gleði og sóma fyri alt
fólkið, ið her býr, at vit eiga
fólk við áræði og visjónum.
Mong eru tey, sum gjøg-
num tíðirnar hava staðið
her á Toftagjógv og heilsað
skipum vælkomnum.
Símun vísti á, at ofta
hoyrir tú menn standa og
práta um skip, fiskiskap,
fiskirættindi og slíkt.
- Tað, sum altíð gongur
sum ein reyður tráður í
hesum práti, er, at vit mugu
ansa væl eftir okkara rætt-
indum og loyvum, so tey
vera verandi á plássinum.
Hesum úttalilsum, sum
koma frá okkara vinnulívi,
havi eg alstóra virðing fyri.
Hann helt fyri, at hyggja
vit rundan um okkum – ja,
so er tað sjógvurin og fisk-
urin, sum er grundarlagið
fyri tí vøkstri, sum her hev-
ur verið.
- Tað er gleðiligt at hoyra,
at menn taka bygdirnar við
í sínum metingum, um teir
skulu halda fram ella ikki.
Teir kenna tað sum eina
æru at eiga skip og vera við
til at skapa tann trivna og
tað virksemi, sum vit øll
nýta so nógv gott av. Hetta
fegnast vit um og eru teim-
um takksom fyri, segði
borgarstjórin.
Og hann helt fram:
- Vit standa her í dag og
heilsa Hansu Mariu væl-
komnari, men tað er ikki
meira enn tríggir mánaðir
síðan, vit seinast stóðu her
og sóu trolbátin, Randi hjá
Jens Jacob Olsen, leggja til
bryggju fyri fyrstu ferð.
Aðrar ætlanir eru eisini í
umbúna hjá okkara fram-
fýsna fólki. Tað er hugaligt
hjá okkum øllum at síggja
hetta stásiliga far, sum nú
skjótt skal riggast til við
trolum, weirum og lemm-
um - og vera karmur um
eitt nútímans arbeiðspláss á
havinum.
At vinna upp land…
Borgarstjórin helt fram við
orðunum, "Conquerors of
the seas" ella "Havets
erobrere".
- Hesi orðini hava verið
at sæð, eitt nú í lýsingum
hjá teimum stóru reiðaríun-
um, tá ið søkt hevur verið
eftir aspirantum at útbúgva
seg á sjónum. Sjálvur havi
eg ongantíð kunnað tikið
undir við hesi útsøgn, tí eitt
vita vit øll; at vinna á
havinum er ikki nakað, man
bara ger. Til tess er neyðugt
við skynsemi og góðum
sjómansskapi. Tá ið vindur
fer at blæsa, og aldurnar
reisast, eri eg fullvísir í, at
sjómaðurin mangan hevur
kent seg lítlan. Líka so full-
vísur eri eg í, at mangir av
okkara sjómonnum onkun-
tíð í lívinum hava boygt síni
troyttu knø og takkað hon-
um, sum øllum valdar fyri,
at teir vunnu upp land.
Hetta eru treytirnar, og tað
vita allir, sum hava søkt
sjógvin. Men við áræði
verður aftur lagt út á hav, tí
livast má – og sum væl-
kenda orðatakið sigur, at –
siglast má - !
At enda ynskti borgar-
stjórin eigaranum og mann-
ing hansara hjartaliga til-
lukku við nýggja skipinum.
- Vegna kommununa og
fólkið, sum her býr, ynski
eg, at hann, sum øllum
valdar, má verða við á
ferðini, og at eydnan verður
við skipi og manning. Við
hesum orðum heilsa vit
Hansu Mariu vækomnari til
bygdar, segði Símun Jo-
hannesen.
Seinastur at taka orðið
við móttøkuna á Tofta-
gjógv, var eigarin, Hans
Andrias Poulsen, sum beyð
øllum vælkomnum umborð
at síggja skipið, og somu-
leiðis beyð hann øllum
niðan á Svangaskarð til
ábit.
Hópur av fólki heilsaðu Hansu Mariu:
– Tað er ein æra at eiga skip
sum skapa trivna og virksemi
Í góðveðrinum mánakvøldið verður lagt til bryggju. Nógv fólk tekur ímóti, og Nes kommuna skipar fyri hátíðarligari móttøku
Mynd: Vilmund Jacobsen
Eigarin, Hans Andrias Poulsen, takkar fyri stórfingna móttøku
og bjóðar øllum umborð at síggja skipið. Kvinnan í myrka
frakkanum, Kristianna, er mamma skipaeigaran
Mynd: Vilmund Jacobsen