mikudagur 27. apríl 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 78 - 27. apríl 2005
– Verkfallið í 1987 er
tað ringasta, eg havi
verið úti fyri, tí tá
ringdu ókend fólk til
mín fleiri ferðir hóttu
við øllum møgu-
ligum, sigur Ingeborg
Vinther, sum nú
hevur verið forkvinna
í Føroya Arbeiðara-
felag í heili 25 ár
25 ÁRA HÁTÍÐAR-
DAGUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Viðhvørt lagar lívsleiðin
seg øðrvísi enn nakar hevði
droymt um.
Tað má ikki minst Inge-
bog Vinther í Vági ásanna.
Hóast hon hevði fingið
fakfelagspolitikk inn við
móðurmjólkini, hevði hon
ongantíð ætlað sær uppí
fakfelagsarbeiðið.
Men tey, sum hava fylgt
við hendan seinasta mans-
aldurin, vita, at tað skuldi
ganga øðrvísi.
Ingeborg Vinther bleiv
ikki bara fakfelagsleiðari.
Hon bleiv eisini ein tann
litríkasti og týdningarmesti
fakfelagsleiðarin í Føroya
søgu. Hon hevur nú verið
forkvinna í Føroya Arbeið-
arafelag í heili 25 ár og tað
er longri enn nakar annar.
Ingeborg Vinther kom í
nevndina í Føroya Arbeið-
arafelag í 1977. Men longu
á aðalfundinum í 1980
bleiv hon vald til formann,
tá ið Johannes Olsen úr
Sandavági ikki stillaði upp-
aftur.
Og tað arbeiðið hevur
hon megnað so væl, at
síðani hevur ongantíð verið
ivi um, hvønn limirnir í
Føroya Arbeiðarafelag vilja
hava til formann, tí hvørja
ferð, hon hevur staðið fyri
vali, hevur hon fingið so
dygga álitisváttan frá fund-
arfólkinum, at hon hevur
ongantíð so mikið sum havt
eitt mótvalevni og enn hev-
ur so ongin bjóðað henni
av.
Tá ið hon kom í nevndina
í Føroya Arbeiðarafelag var
hon púra fesk í fakfelags-
politikki. Hon hevði verið
nevndarlimur í Arbeiðs-
kvinnufelagnum Fjallbrúð-
ur í heimbygdini Vági í
umleið eitt ár.
– Tað var púra av tilvild,
at eg bleiv virkin í fakfe-
lagspolitikki, sigur Inge-
borg Vinther.
Hon sigur, at hon plagar
at vera á fundi í Fjallbrúð-
ur, har hon varð limur. Og
tað kann neyvan koma
óvart á nakran, at hon for-
sømdi ikki at siga sína
hugsan um tey mál, sum
vóru frammi í kjakinum.
Og í Føroyum er tað so-
leiðis, at tey tey, sum ditta
sær at siga sína meining á
fundum, enda skjótt í
nevnd. So tað gjørdi Inge-
borg Vinther eisini.
Tá varð lívsleiðin hjá
Ingeborg Vinther løgd, tí
vegurin úr Fjallbrúður inn í
Føroya Arbeiðarafelag tók
bara eitt ár.
Annars kundi tað ikki
undra nakran, at júst Inge-
borg Vinther gjørdust virk-
in í fakfelagspolitikki.
– Eg eri uppvaksin í
heimum heimi, har tað
bleiv tosað nógv um fak-
felagspolitikk. Bæði pápi
mín og systkin hansara
vóru virkin fakfelagsfólk í
nógv ár og pápi mín var
stjórnarlimur í Føroya Ar-
beiðarafelag í eini 10 ár. Og
fastur mín var við til at
stovna Arbeiðskvinnufe-
lagið Fjallbrúður í síni tíð.
– Hetta var tá ið føroyska
fakfelagsrørslan traðkaði
sínar barnaskógvar og stór
og
grundleggjandi
mál
vóru at taka støðu til.
Ágangurin á feløgini var
øgiligur og stríðið var
mangan hart. Tí var eyð-
sæð, at tá ið so nógv av
mínum næstringum vóru
virkin fakfelagsfólk, var
hetta nakað, sum fylti nógv
í okkara heimi.
Bara vaksið og vaksið
Ingeborg Vinther sigur, at
hesi 25 árini, hon hevur
verið forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag, er fakfe-
lagsarbeiðið broytt so nógv,
at tað er ikki at kenna aftur.
– Tá ið eg bleiv for-
kvinna, varð skrivstovan
opin tveir dagar um vikuna.
Og vit vóru bara tvey fólk á
skrivstovuni, eg sjálv og ein
kassameistari. Tá
vóru
nevndarfundir eisini bara
einar tvær ferðir um árið.
– Nú er skrivstovan opin
hvønn dag, og vit eru fýra
fulltíðarstørv í felagnum.
Og
nevndarfundir
eru
hvønn mánaða, onkuntíð
uppaftur oftari.
Ingeborg sigur, at eitt,
sum er nógv vaksið hesi
seinastu árini, er samstarv-
ið við fakfeløg og felags-
skapir uttanlands. Men
eisini hevur samstarvið
ímillum fakfeløgini í Før-
oyum ment seg nógv.
Í dag eru uppgávurnar
hjá Føroya Arbeiðarafelag
eisini nógv vaksnar.
– Fyrr var tað at kalla
bara krónur og oyru, tað
snúði seg um. Í dag snýr tað
seg sjálvandi eisini um
krónur og oyru, men ar-
beiðsumhvørvi,
sosialar
skipanir, trygd og trivnaður
á arbeiðsplássum, hevur
eisini alstóran týdning hjá
fakfeløgum nú á døgum.
Hart at fáa líkaløn
Ingeborg Vinther sigur tá ið
hon kom upp í Føroya
Arbeiðarafelag, var tann
stóra avbjóðingin at útvega
konufólki somu tímaløn
sum mannfólkini.
– Tá fingu mannfólk
ímillum tvær og tríggjar
krónur meiri um tíman, enn
konufólk fingu fyri sama
arbeiði.
– Hinvegin fingu konu-
fólk fulla løn tá ið tey vóru
16 ár, men mannfólk fingu
ikki fulla løn, fyrrenn tey
vóru fylt 17 ár. At fáa javn-
støðu á hesum øki varð
raðfest fremst tað fyrstu
ferðina eg var við í sátt-
málasamráðingum í 1977.
– Fleiri arbeiðarafeløg
samráddust saman og hetta
vórðu harðar samráðingar,
tí summir arbeiðsgevarar
vildu ikki hoyra talan um,
at gjalda konufólki somu
løn sum mannfólki, tí tað
høvdu teir, sum vant, ikki
ráð til.
Men Ingeborg Vinther
sigur, at heilt óvæntað var
eisini hørð mótstøða ímóti
hesum í sjálvari fakfelags-
rørsluni.
– Ikki minst vóru nógv
mannfólk ímóti, at konu-
fólk skuldu fáa líka høga
løn, sum teir. Teir vóru
samdir við arbeiðsgevarun-
um í at tað var órímiligt, at
konufólk skuldi fáa líka
nógva løn sum mannfólk, tí
tey arbeiddu ikki tað sama
og vóru ikki líka sterk og
orkaðu tí ikki so væl at
lyfta.
Jógvan Sundstein var
semingsmaður tá og tað
endaði við, at hann legði
eitt uppskot fyri partarnar,
sum segði, at lønin skuldi
útjavnast so líðandi, so at
øll fingu somu løn í 1981.
Hinvegin skuldu konu-
fólk ikki fáa fulla løn, fyrr-
enn tey vóru 17 ár, akkurát
sum mannfólkini.
Ingeborg Vinther sigur, at
Jógvan Sundstein gjørdi
eitt megnar arbeiðið fyri at
sannføra allar partar um, at
tíðin var farin frá, at munur
skuldi vera á lønunum hjá
mannfólki og konufólk og
tað endaði eisini við, at allir
partar góðtóku tað.
Ingeborg Vinther sigur, at
hetta er ein av teimum stóru
sigrunum hjá arbeiðara-
feløgunum ta tíðina, hon
hevur verið uppií.
Hótt við einum
og øðrum
Ein annar stórur sigur, var
úrslitið av tí óvanliga
drúgva og harða verkfallið í
1987.
– At felagið kom heil-
skapað ígjøgnum tað verk-
fallið, sum vardi í heilar
tríggjar vikur, sigur eitt
sindur um styrkina í feklag-
num og seiggi í arbeiðs-
fólki kring landið.
Hon sigur, at verkfallið
snúði seg um, at Arbeiðs-
gevararnir betaltu 1 % av
lønini í ein eftirlønargrunn
hjá Havnar Arbeiðsmanna-
felag.
– Tá ið okkara tørn var
fyri, kravdu arbeiðsgevar-
arnir at fáa ávirkan á,
hvussu vit brúktu hetta eina
prosentið, og teir kravdu at
fáa umboð í nevndina, sum
skuldi umsita ein eftirløn-
argrunn og ávirkan á,
hvussu
okkara
skipan
skuldi vera.
– Hetta bleiv eitt prin-
sippmál fyri Føroya Ar-
beiðarafelag, tí arbeiðs-
gevarar skuldu ikki leggja
seg út í innanhýsis viður-
skifti hjá okkum og teir
skuldu ikki blanda seg
uppí, hvussu vit snikkaðu
eina sosiala skipan sama.
– Tað endaði í verkfalli,
sum vardi í samfullar
tríggjar vikur. Minniligast
frá tí verkfallinum, er at
Oyggjarvegurin var av-
byrgdur í Kollafjarðardali.
Ingeborg Vinther sigur, at
hetta tað harðasta verkfallið
hon hevur verið við í.
– Eisini heilt personliga
var hetta verkfallið hart og
tað kostaði nógvar svøvn-
leysar nætur.
Hon sigur, at hesa tíðina
hendi tað ferð eftir ferð, at
dulnevnd fólk ringdu til
hennara allar tíðir á døgn-
inum, eisini um náttina, og
brúkti skitin orð ímóti
henni.
– Eg varð eisini meiri enn
einaferð beinleiðis hótt,
enntá við lívinum.
Men hon sigur, at hesar
hóttanirnar rinu ikki við.
– Eg eri ísakøld fyri slík-
um. Eg havi ongantíð funn-
ið meg í hóttanum og so-
vorðnum havi eg ongantíð
lurta eftir, tí fólk, sum finna
uppá slíkt, eru ikki við síni
fullu fimm.
– Tað var undrunarvert,
at tey ymsu arbeiðarafe-
løgini megnaðu at standa
so væl saman í hesum
verkfallinum. Tá vóru tað
ikki øll feløgini, sum høvdu
verkfalsgrunn,
so
hjá
nógvum húskum stóð nógv
ár, tí hetta var eitt øgiligt,
– Eg havi ongantíð fu