mikudagur 27. apríl 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 - 27. apríl 2005
23
fíggjarligt bakkast. Tað
vóru eisini nógv feløg, sum
høvdu sett pening í virkini í
fyri at skapa arbeiðspláss á
teimum ymsu plássunum.
Men kortini løgdu tey hesi
virkini lamin fyri felags
sakir.
Hesi seinastu verkføllini
hava eisini verið hørð, men
tað í 1987 var helst tað
ringasta tí tá var verka-
fólkið verri tryggjað enn
tað er nú við verkfals-
grunnum.
Vórðu seinkað
í fleiri ár
Hinvegin sleppur ein fak-
felagsleiðari, sum hevur so
leingi, heldur ikki undan
málum, sum pína.
– Eitt av teimum málum,
sum harmar meg mest, tað
er, at landsstýrið ikki gav
okkum frið til at seta tað
eftirlønarskipan í verk, sum
vit nú hava arbeitt við í
fleiri ár.
– Tað byrjaði longu, tá ið
Samhaldsfasti kom. Vit
tóku fult undir við Sam-
haldsfasta, tí hetta var ein
skipan, sum ikki gjørdi
mun á fólki. Men tíverri
varð hann bara eitt neyðar-
egg og kom ikki at virka
eftir ætlan. Tí sóu vit okk-
um ongan møguleika, enn
at fara undir okkara egnu
eftirlønarskipan.
IngeborgVinther sigur, at
tey vóru komin so langt, at
tey høvdu gjørt eina sam-
haldsfasta eftirlønarskipan.
– Málið varð lagt fyri
aðalfund, sum tók fult undir
við ætlanini. Men tá ið vit
nú skulu fara til verka,
kemur landsstýrið sum
ketta upp úr høvdatrogi og
við eini heilt aðrari loysn,
har øll skulu tvingast til at
betala í eina eftirlønar-
skipan.
– Tað gjørdi, at vit máttu
leggja alt okkara arbeiði á
hyllina. Men skipanin hjá
landsstýrinum kom bara
ongantíð. Avleiðingin er, at
Føroya
Arbeiðarafelag
kom alt ov seint ígongd við
sína eftirlønarskipan.Vóru
vit farin í gongd beinan-
vegin, hevði okkara eftir-
lønargrunnur verið á einum
munandi hægri støði í dag
enn hann er.
Tað er eisini ringt hjá
Ingeborg
Vinther
at
svølgja, at politikarar skulu
gera av, hvussu eftirlønar-
skipanin hjá Føroya Ar-
beiðarafelag skal vera.
Mugu passa allar
skógvar
Ingeborg Vinther hevur
sjálv havt møguleikan at
hava politiska ávirkan, tí
hon sat sjálvt á tingi frá
1994 til 1998 sum umboð
fyri Verkamannafylkingina.
Men tað hevði hon so
ringar royndir av at hon
stillaði ikki uppaftur í
1998.
– Tað vísti seg skjótt, at
fyri at vera politikari er
neyðugt at passa allar
skógvar. Eg fór á ting við
eini hugsjón, og tað var at
arbeiða fyri tey ringast
staddu í samfelagnum. Men
tá ið eg ikki vildi víkja frá
hesi hugsjón, varð eg fryst
úti.
Ingeborg sigur, at Verka-
mannafylkingin varð stovn-
að, tí tey føldu, at tað var
ongin
arbeiðaraflokkur
eftir á tingi.
Høvdu vit staðið saman,
og arbeitt útfrá teimum
hugsjónum, sum vit fóru til
valið uppá, kundi tað blivið
ein sterkur flokkur.
Men ístaðin syndraðist
fylkingin.
Ingeborg Vinther sigur, at
hon fekk í hvussu so er tað
burturúr, at nú veit hon,
hvussu politiska skipanin
virkar og tað var ein góð
læra, sum mangan hevur
verið hent síðani. So tað var
ikki heilt burturspilt kort-
ini.
Hevur framvegis
nakað at bjóða
Ingeborg Vinther sigur, at
tað skerst ikki burtur, at tað
hevur gingið bæði upp og
niður hesi 25 árini, hon
hevur verið forkvinna í
Føroya Arbeiðarafelag.
– Í áttatiárunum var ov
mikið av arbeiði til allar
hendur. Í nítiárunum máttu
vit heilt niður á botn at
venda. Hesi kreppuárini
hava verið tey svárastu í
mínari tíð sum forkvinna.
Bara frá 1992 til 1994 misti
Føroya
Arbeiðarafelag
2.200 limir, so hart rakti
kreppan.
Men so slætnaði sjógvur-
in aftur, men nú eru aftur
aðrar avbjóðingar, tí nú er
aftur farið at síga saman-
um.
– Størsta avbjóðingin nú
er at útbúgva arbeiðsfólk.
Arbeiðið í fiskivinnuni
minkar alsamt, so tey, sum
har eru, mugu sostatt fáa
aðrar møguleikar.
Ingeborg Vinther heldur,
at tað hevur gingið alt ov
strilti hjá myndugleikunum
at gera ein lógarkarm fyri
eftirútbúgvingar og útbúgv-
ingar til ófaklærd. Men hon
heldur at verkafeløgini
mugu eisini sjálvi royna at
fáa avtalur við arbeiðsgev-
ararnar um eftirútbúgving-
ar.
–
Oljuvinnan
verður
eisini ein stór avbjóðing, tí
har mugu vit eisini verða
upp á vakt, og fáa greiði á,
hvussu vit skipa okkum
fakfelagsliga í eini møgu-
ligari oljuvinnu.
Ikki útbrend enn
Hóast Ingeborg Vinther nú
hevur verið forkvinna í
Føroya Arbeiðarafelag í 25
ár, heldur hon, at hon er
langt ífrá útbrend enn.
Hon stendur fyri vali á
aðalfundinum hesuferð og
hon ætlar at bjóða seg fram
einaferð afturat.
– Hetta er eitt so fjøl-
broytt og spennandi ar-
beiði, at tað blívur ongantíð
einstáttað og tað eru ongan-
tíð stundir at keða seg.
– Tað er ongin dagur líka,
tí tað eru nýggjar avbjóð-
ingar hvønn dag og tí haldi
eg, at eg framvegis havi
nakað at geva felagnum.
– Viðhvørt kann eg føla
meg troytta, men tað javnar
seg skjótt. Men hetta hetta
er krevjandi arbeiði og tað
hevur eisini sín prís. Og
størsti prísurin er, at eg má
verða meiri burtur frá
mínum nærmastu enn eg
hevði viljað, tí tíverri koma
tey viðhvørt í aðru røð.
Løðir battaríið
uttandura
Men hon brúkar eisini tíð
uppá at løða battaríið.
– Eg fari altíð tíðliga upp.
Eg føli, at dagurin er heilt
oyðilagdur, tá ið eg ikki eru
tíðliga uppi.
Hvønn morgun um sjey
tíðina fari eg ein langan
gongutúr og tað geri eg ofta
eisini um kvøldið
– Annars gangi eg úti í
bøi og haga hvørja løtu eg
kann. Og urtagarðsarbeiði
hevur eisini mín stóra
áhuga, so alt í alt eri er
rættiliga nógv uttandura í
frískari luft.Yvirhøvur eri
eg so nógv úti, sum tilber.
Men hennara heilt stóri
áhugi er tann føroyski
dansurin og hon er virkin í
dansifeløguum í Suður-
oynni.
Tá ið vit so at enda spyrja
Ingeborg Vinther, hvørji
ynski hon hevur fyri landi
og fólki tey komandi árini,
sveimar hon víða.
– Eg vildi ynskt, at tað
eydnaðist okkum at skapa
eitt rættvísari samfelag, har
stættarmunurin
verður
meiri útjavnaður, so at tey
veiku í samfelagnum fingu
tað betri, og at hvør einasti
føroyingur hevur tað rættar-
trygd, hann hevur krav
uppá.
Og so kundi hon eisini
hugsað sær eitt enn sterkari
Føroya Arbeiðarafelag, so
at tað verður enn betri ført
fyri at sláa manngarð um
limir sínar og at verja borg,
tá ið ágangurin er harður.
nnið meg í hóttanum
Ingeborg Vinther hevur nú
staðið á oddda fyri landsins
størstu fakfelagsrørslu í heili 25
ár. men hon er ikki útbrend enn
og battaríið løðir hon uttandura
og í f'øroyskum dansi
Myndina tók Bárður Lydersen