mikudagur 27. apríl 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 78 - 27. apríl 2005
Føroyar og føroyskt
vinnulív kunnu vera
góður karmur hjá
útlendskum fyritøk-
um at gera íløgur í.
Ein komandi olju-
vinna og eisini
privatisering av fleiri
almennum føroysk-
um fyritøkum eiga at
kunna draga út-
lendskar íleggjarar til
landið. Hetta er or-
søkin til, at tað verður
skipað fyri stórum
kunningardegi um
Føroyar í einum av
heimsins leiðandi
fíggingardeplum,
London
ÍLØGUHUGUR
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Um góðar tríggjar vikur
verður av álvara fokus sett
á Føroyar og føroyskt
vinnulív í einum av størstu
fíggjardeplunum í heimin-
um, nevniliga enska høv-
uðsstaðnum London. Tá fer
føroyska sendistovan í bý-
num saman við áhuga-mál-
um í Føroyum og í Bret-
landi at bjóða Føroyar fram
sum framtíðar íløgulandið í
heiminum.
Tað eru føroyska sendi-
stovan og oljufelagið Faroe
Petroleum, sum skipa fyri
kunningardegnum í Lond-
on. John Rajani, sum hevur
verið á sendistovuni, síðani
hon lat upp fyri nøkrum
árum síðani, stendur fyri
fyrireikingunum. Hann sig-
ur, at ætlanin við degnum
er serstakliga at kunna um
møguleikarnar fyri at gera
íløgur í Føroyum. Her verð-
ur so serstakliga sett fokus
á eina komandi oljuvinnu.
Tað er serliga hon, sum
kann draga íleggjarar og
onnur til slíkan føroyskan
kunningardag. –Vit egna
við oljuni, men tað snýr seg
sjálvandi um so nógv onnur
viðurskifti eisini sigur John
Rajani. Roknað verður við,
at nógv umboð fyri før-
oyskar fyritøkur eisini fara
at vera við til tiltakið, og á
odda verður so sjálvur
fíggjarmálaráðhar rin,
Bárður Nielsen, sum fer at
tosa um Føroyar sum fram-
tíðar íløguland.
Har verða so eisini tvær
framløgur um oljuvinnuna.
Sigurd í Jákupsstovu, stjóri
í Oljufyrisitingini fer at
greiða frá oljutilgongdini.
Somuleiðis fer ein av
oddamonnunum í Faroe
Petroleum, fuglfirðingurin
Graham Stewart at tosa um
hetta føroyska oljufelagið,
sum er virkið í Føroyum
men sum eisini hevur fing-
ið fótin fastan í Bretlandi.
Eitt nú hava stór íløgufeløg
í Bretlandi víst Faroe Pe-
troleum stóran ans og
áhuga. Uppgávan hjá hon-
um verður m.a. at vísa á,
hvussu tað hevur borið til
hjá útlendskum íleggjarum
at gera íløgur í Føroyum og
blíva ein týðandi partur av
eini komandi oljutilgongd.
Roknað verður við stór-
ari luttøku skilur Sosialur-
in. Innbjóðingar eru sendar
til nógvar fyritøkur í Bret-
landi, eitt nú analytikarar á
partafelagsmarknaðinum
og eisini analytikarar sum
heild, til íløgufeløg og ikki
minst til teir miðlarnar, sum
skriva um vinnu og fígg-
ing. Somuleiðis eru stór
feløg í Føroyum boðin við,
feløg sum Notio, Framtaks-
grunnurin og onnur feløg.
Eisini íslendskar íløgufyri-
tøkur og bankar, sum hava
skrivstovur í London, og
sum hava og kunnu hugsast
at hava áhuga fyri at gera
íløgur í Føroyum, eru bod-
nar við.
Talan verður tí um at
skapa sambond millum
týðandi fyritøkur í Føroy-
um og útlendsk áhugamál,
sum kunnu hugsast at vilja
gera íløgur í Føroyum í
framtíðini.
Á kunningardegnum fer
at verða greitt frá, hvørjar
ætlanir føroyska vinnan og
ikki minst landsstýrið hev-
ur, her eitt nú í sambandi
við at privatisera fyritøkur.
Roknað verður kanska ikki
við nøkrum beinleiðis úr-
slitum her og nú men hugs-
að verður um at byggja brýr
og skapa sambond. Men
hetta verður so gjørt fyri at
siga frá, at Føroyar eru til,
og at her kunnu vera á
vinnugreinar, sum kunnu
vera áhugaverdar at gera
íløgur í.
Tiltakið verður gjørt í
samstarvi við Faroe Petrol-
eum, har nakrar av teirra
kontaktum verða bruktar,
og verða teir eisini brúktir
til at siga frá, hvussu teir
hava borið seg at sum før-
oyskt felag at fáa útlend-
ingar at gera íløgur í eitt nú
eina komandi føroyska
oljuleiting.
Tað hevur nógv at siga, at
eitt felag sum hevur klárað
seg væl í Føroyum, kann
siga øðrum frá, hvussu man
hevur borið seg at. At tað
hevur riggað. Tað skapar
eisini álit um, at her eru
møguleikar, og at tað ber
til.
Skapa áhuga
fyri Føroyum
John Rajani á føroysku
sendistovuni í London sig-
ur, at teirra uppgáva er at
skapa áhuga fyri Føroyum
sum heild og ikki minst fyri
vinnumøguleikum í Føroy-
um. At tað er tørvur á at fáa
útlendingar at gera íløgur í
Føroyum.
Og
at
man
politiskt er áhugaður í tí, og
at man sær tað sum nakað
gott. Slíkur kunningarfund-
ur og samkoma kann vera
ein av mátunum at gera tað
uppá.
Uppá fyrispurning hví
London er valt til enda-
málið sigur John Rajani, at
tað er m.a. tí at vit hava
sendistovu har og tí býurin
er ein fíggjarmiðdepil. Eis-
Føroyar í fokus í London
London er ein av heimsins
fremstu fíggingardeplum –
higani skulu framtíðar
íløgupengar koma til
føroyska samfelagið
Bárður Nielsen,
fíggjarmálaráðharri fer at
greiða altjóða íleggjarum frá
Føroyum sum framtíðar
íløguland
John Rajani hevur úr at gera
á sendistovuni í London at
fyrireika eitt tað størsta
tiltakið nakrantíð í
útheiminum at fáa íleggjarar
at vísa áhuga fyri Føroyum
Graham Stewart, stjóri í
Faroe Petroleum, hevur
megnað at draga nógvan
útlendskan íløgukapital til
felagið og skal hann á
kunningarfundinum í
London greiða frá, hvussu
hetta hevur hepnast