mikudagur 27. apríl 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ini tí at nógv av oljufeløg-
unum eru har, og tí flestu
av íslendsku íleggjarunum
eisini halda til her.
At løtan júst nú er vald
kann so eisinivera tí, at
fleiri almennar føroyskar
fyritøkur skulu privatiser-
ast, eitt nú Føroya Tele, At-
lantsflog, Føroya Banki og
aðrar stórar fyritøkur, so
man er opin fyri fleiri mo-
dellum, hvussu tað kann
vera gjørt og fyri útlendsk-
um íleggjarum. So ein kann
siga, at hesin dagurin eisini
kann síggjast sum tað at
skapa áhuga fyri tí, sum
kann henda. At lata upp
eyguni hjá útlendingum
fyri Føroyum og soleiðis at
føroyingarnar sum vera við
kunnu fáa kontaktir við
tann fíggjarheimin, sum er
uttan fyri Føroyar, eitt nú í
London
og
sum
man
kanska kann arbeiða víðari
við.
Vitja á Man
Ætlanin er eisini, at lands-
stýrismaðurin í fíggjarmál-
um, Báður Nielsen skal
vitja á oynni Man, har
hann skal hoyra um, hvussu
man hevur havt eydnuna
við sær við at fjøltátta bú-
skapin. Teir hava havt eina
klára strategi um at gera
búskapin meira fjølbroytt-
an. At fara frá einum bú-
skapi, sum bygdi næstan
100% á ferðavinnu til ein
búskap, sum byggir á fleiri
onnur bein, t.d. eina væl-
virkandi skipaskráseting,
miðdepil fyri fíggingar-
stovnar o.a.
Eftir kunningina bjóðar
danski sendiharrin til eina
hugnaløtu.
Tað eru annars skjótt trý
ár síðani, at føroysk sendi-
stova varð latin upp í
London. John Rajani hevur
verið har frá byrjan og
gevst í London í september.
Hetta tiltakið verður so eitt
av teimum stóru. Vit spurdu
hann, um skrivstovan hevur
verið Føroyum hent og um
hetta er ein skilagóð rað-
festing
av
føroyskum
myndugleikum. Hann sig-
ur, at hetta má so vera upp
til føroyskar myndugleikar
at meta um, antin vit skulu
hava sendistovur uttanlanda
– um vit vilja selja Føroyar
politiskt, vinnuliga og tá
brúka sendistovur sum eina
kobling millum myndug-
leikar og vinnulív. Spurn-
ingurin er hvat man vil og
hvussu man skipar tað.
Hann vísir annars á, at tað
eru veldugir møguleikar í
Bretlandi. Vit hava nógvar
uppgávur her. Her búgva 60
mill. fólk. Bretland og her
serstakliga Skotland er og
kann gerast ein stórur sam-
starvspartnari, bæði innan
fiskivinnu, alivinnu, orku
og olju, útbúgvingarstovnar
og mentanarlív.
Stóri kunningarfundurin,
sum verður hildin í Lond-
on, mikudagin 18. mai er so
ein nýggj byrjan í møgu-
ligum samstarvi millum
føroyskt vinnulív og út-
lendskar fyritøkur.
Nr. 78 - 27. apríl 2005
25
VINNUSÍÐU-
KLUMMAN
Finnbogi Ísakson
Tann bíliga arbeiðsmegin í
Kina, sum gerst alsamt
betur útbúgvin, hevur
rættiliga loypt hvøkk á
Vesturheimin.
Fiskur
verður fluttur úr Føroyum
til Kina, har - eftir okkara
mátistokki - undirløntir
kinesarar virka hann til so
bíliga, at tað loysir seg at
flyta hann yvir hagar og
aftur á evropeiska markn-
aðin, har hann verður
seldur.
Í grannalondum okkara
missa fólk arbeiði ár um
ár, tí fyritøkurnar flyta sítt
virksemi til Kina. So við
og við kemur India eisini
upp í part. Meir enn trið-
ingur av heimsins íbúgv-
um búgva í hesum londum
- 1,3 miljardir í Kina og
1,1 í India, íalt 2,4 miljard-
ir fólk. Tilsamans er fólka-
talið í verðini 6,5 miljard-
ir. Tað er sostatt eitt ófati-
liga stórt menniskjansligt
tilfeingi, Kina og India
hava. Avleiðingarnar av
fráflytingini av arbeiðs-
plássum er ræðandi. Bara í
Danmark hvurvu 15.000
arbeiðspláss í fjør, tí fyri-
tøkurnar fluttu til lág-
lønarlond, fyrst og fremst
Kina.
Tað er alheimsgerðin,
globaliseringin, sum hevur
hesar broytingar við sær.
Kapitalurin flytur alla
tíðina úr einum landi í
annað, alt eftir hvat loysir
seg best hjá fyritøkunum.
Margaret Thatcher í Bret-
landi og Ronald Reagan í
USA vóru forsprákarar
fyri teirri ótálmaðu kapi-
talismuni, sum skuldi hava
frælsi at ferðast ótarnað
millum lond.
Bretland og USA eru
framvegis tey londini, sum
taka best undir við hesum
politikki. Á evropeiska
meginlandinum er tað
Týskland, sum eltir hini
bæði londini mest. Tey
smáu londini í Evropa, eitt
nú Norðurlond, halda seg
ikki hava annan møguleika
enn at fylgja við og royna
at skapa nýggj arbeiðs-
pláss fyri tey mistu.
Hini stóru londini í
Evropa - burtursæð frá
Týsklandi - eru ikki so fús
at lata alheimsgerðina fara
avstað við sínum arbeiðs-
plássum, minka skattin og
vælferðina. Eitt av londun-
um, sum er rættiliga aftur-
haldandi, er Frakland.
Sunnudagin
visti
bretska útvarpið BBC tey
tíðini, at franska stjórnin
er stúrin fyri teimum
nógvu klæðunum, sum
floyma úr Kina inn yvir
evropeiska
marknaðin.
Franski ídnaðarmálaráð-
harrin Patrick Devedjian
segði, at vandi var fyri, at
7000 arbeiðspláss hvørva í
Fraklandi, um Kina ikki
avmarkar sín útflutning av
klæðum. Hann kom við
sínari viðmerking, eftir at
handilskomisserurin hjá
ES,
Peter
Mandelson,
hevði byrjað kjak um hetta
mál.
Í 1974 varð ein kvotu-
skipan gjørd fyri útflutn-
ingi av klædnavørum úr
øllum londum. Avtalan var
galdandi í 30 ár og fór
sostatt úr gildi 1. januar í
ár. Síðani hevur Kina økt
munandi um sín útflutning
av klædnavørum.
Alheims handilsfelags-
skapurin WTO upplýsir, at
í 2003 framleiddi Kina
17% av øllum klædnavør-
um í heiminum, men rokn-
að verður við, at fram-
leiðslan fer at økjast til
50% eftir trimum árum, av
tí at Kina hevur so stóran
fyrimun av lágum lønum
og øðrum framleiðslu-
kostnaði.
Devedjian
segði,
at
"støðan er sera hættislig
fyri okkara klædnavirki, tí
henda vinnan hevur longu
havt tað ringt í mong ár."
Hann heitti á ES um at
fylgja amerikanska fyri-
døminum og samtykkja
lógir, sum avmarka kines-
iska útflutningin.
Hetta er loyvt sambært
WTO-reglum. Reglurnar
eru, at lond, ið eru í vanda
fyri, at klædnamarknaður
teirra syndrast orsakað av
innflutningi
úr
Kina,
kunna
sjálvi
avmarka
vøksturin í innflutningin-
um til 7,5% um árið fram
til ár 2008. Tíðindamenn
siga, at tað kjakið, sum
Peter Mandelson hevur
sett í gongd, kann hava við
sær, at slíkar avmarkingar
verða settar í verk.
Franski forsætisráðharr-
in Raffarin hevur júst ver-
ið á vitjan í Kina. Í einari
røðu segði hann seg vóna,
at tað ikki fór at verða
neyðugt hjá ES at seta
slíkar innflutningsavmark-
ingar í verk. Í staðin heitti
hann á Kina um sjálvt at
avmarka útflutningin av
klædnavørum til Evropa.
Málið er rættiliga á-
hugavert út frá tí, at tað er
ein spurningur, hvussu tey
stóru londini í Evropa og
kanska aðrastaðni við fara
at reagera, um teirra ar-
beiðsloysi veksur nógv av
tí, at kinesarar kunna
framleiða vørurnar nógv
bíligari.
Óttast kinesisk klæði
At Føroyar kunnu gerast eitt
av teimum mest áhugaverdu
økjunum at gera íløgur í, eitt
nú innan oljuvinnu, sæst ma.
av hesi raðfestingini í
innanhýsis blaðnum hjá
risaoljufelagnum Statoil. Har
verður greitt frá altjóða
oljuleiting og eftir øllum at
døma meta oddafólkini í
Statoil, skulu vit ganga út frá
hesi myndini, at Føroyar
teljast millum fremstu og
mest spennandi íløguøkini
GEX håper på suksess
på Færøyene.