mikudagur 27. apríl 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
BÚSKAPUR, GLOBALI-
SERING OG VALUTA:
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Soleiðis segði fyrrverandi
amerikanski uttanríkisráð-
harrin Henry Kissinger, og
hann man vita hvat hann
tosar um. Men globaliser-
ing kann síggjast úr ymsum
vinklum. Hvussu ávirkar
henda umfatandi prosess
føroysku
flakavirkini,
hvussu ávirkar hon tekstil-
ídaðin í North Carolina,
ella hvussu ávirkar hon tað,
sum er eftir av skipasmiðj-
um í Europa, eitt nú tað
størsta
danska,
Lindø-
værftet í Odense, sum hev-
ur stórar trupulleikar. Men
man ikki sigurharrin í 2.
Heimsbaraga, og sami sig-
urharrin í Kalda krígnum,
USA, hava fyrimunir av
gongdini?
Ein spurningur í hesum
sambandi, sum er nógv
frammi í pressuni ymsa-
staðir í verðini, er hallið á
handilsjavnanum hjá USA.
Javnin hevur verið nega-
tivur í langa tíð, so sum
mynd 1 vísur. Í 1980-unum
var hallið umleið $100
milliardir, í dag er tað seks
ferðir so stórt, ella gott
$600 milliardir. Seinastu
tølini, sum blaðið "The
Economist" (230405) end-
urgevur, vísa eitt hall uppá
ársbasis í mars uppá $693
milliardir.
Kina hevur størsta
fólkatalið og skjótast
vaksandi búskapin
Ein fittur partur av hesum
halli á handilsjavnvágini
stavar frá handlinum við
Kina, sum bæði hevur tað
størsta fólkatalið í heimin-
um, 1,3 milliardir, og eisini
tann skjótast vaksandi bú-
skapin av teim størru lond-
unum, eini 9,3% uppá árs-
basis.
Samhandilin
millum
USA og Kina er blivin stór-
ur, men hallið er eisini
stórt, tá USA skal gera
roknistykkið upp. Hallið er,
eisini sambært The Eco-
nomist, nú uppi á gott $150
mia. Og tað er javnt vaks-
andi.
Kina hevur bundið
sín valuta yuan
fast til dollaran
Men hvat ger ein super-
makt sum USA við hetta
vaksandi problem? Kina
hevur bundið sín valuta
yuan fast til dollaran.
Vekslikursurin hevur í eini
tíggju ár verið 8,28 yuan
fyri dollar. Dollarin hevur
verið fallandi í virði í nøkur
ár, og tað hevur gjørt tað
lættari at selja amerikansk-
ar vørur í útlandinum. Men
ikki til Kina, tí hvørja ferð
dollar er fallin í virði, so er
kinesiska yuan fallin líka
nógv.
Amerikanska
stjórnin,
landsbankastjórin Green-
span, politikarar og ídnað-
armenn vilja hava Kina at
sleppa hesi kopling millum
dollar og yuan. Teir vóna, at
blívur yuan gjørdur leysur
aftur, so fer kursurin at
hækka í mun til dollar, og
so eru kinesiskar vørur
minni kappingarførar. Men
Kinesarar latast ikki um
vón, enn í hvussu so er.
Men tað kann í prinsippin-
um henda hvørja løtu. Fer
yuan upp, dregur tað hinar
asiatisku valutaeindirnar
við upp, meðan dollar fell-
ur og dregur euro við sær
niður.
Greenspan ávarar
móti fylgjum av
"twin deficits"
Alan Greenspan, lands-
bankastjóri, segði í fíggjar-
nevndini hjá Senatinum í
síðstu viku, forsøgnir vísa
at gondgin við stórum halli
í fíggjarlógini ikki í longd-
ini er haldgott, (cnn.money).
Rentur av lánum skulu
betalast, og henda rentu-
byrðan fer at økja um hall-
ið, um einki munagott
verður gjørt. Búskapurin í
landinum hevur tað gott,
men stóra hallið á hand-
ilsjavnanum og á fíggjar-
lógini mugu steðgast og
vendast. Hann málbar seg
óvanliga hvast, og segði
bart út at tað førdi búskapin
út í stagnatión ella tað sum
verri var, ella við egnum
orðum: "…to stagnate or
worse" So stendur opið hjá
eygleiðarum at gita hvat
hann meinti við "or worse"
USA vil leggja 27,5% á
allar kinesiskar vørur
Tí hava fleiri amerikanskir
politikarar gron. Globali-
seringin er ikki altíð so løtt
at fáa at virka til egnan fyri-
mun í øllum førum. Frí-
handilsviðhaldsmenn og -
kvinnur í amerikansku kon-
gressini fækkast í tali, og
fleiri vilja smíða lógir, sum
áleggja
kinesarum
og
øðrum verjutoll, tí ameri-
kanskar vørur ikki eru
kappingarførar, og hallið
bara veksur og veksur.
Í amerikanska senatinum
er eitt lógaruppskot til við-
gerðar, sett fram av demo-
kratinum Schumer. Tað
skal leggja ein toll uppá
27,5% uppá allar kinesiskar
vørur sum koma til USA,
um ikki Kina uppskrivar
virðið á yuan innan 6 mán-
aðir. Ein klár og beinleiðis
hóttan móti Kina. Men
eisini eitt klárt brot á tær
fríhandilsreglur, sum WTO,
World Trade Organisation,
hevur sett. Í WTO er USA
sjálvt drívandi kraftin, men
ganga reglurnar tær ímóti,
so er best at gera nøkur
undantøk ella heilt aðrar
reglur.
Í mun til Europa?
Europiska
felagsvalutan
euro er, sum lesarunum
kunnugt, ikki bundin at
dollara.Inntil 1. januar í ár
minkaði virðið á dollara so
javnt og skjótt. Men síðan
tá er tað gingið meira upp
og niður, sum mynd 2 vísir.
Tey stuttu útsvingini kom-
ast sum oftast av tíðindum
úr Europa og USA um
positivar og negativar hend-
ingar í búskapinum. Ar-
beiðsloysi, útflutningstøl,
oljuprísir, landshúsarhald-
ið, rentan og vanligur
vøkstur í búskapinum. Men
nú síggjast eisini hugleið-
ingar um, hvat ið fer at
henda í Europa, um nýggja
grundlógin fellur, tá atkvøtt
verður í Frankaríki í næsta
mánaði. Eingin ivi kann
vera um, at tað politiska
arbeiði í ES verður ávirkað
negativt. Men fer tað eisini
at taka støðið undan felags-
valuta-eindini euro?
Hesa vikuna hevur euro
verið í javnari framgongd.
Hetta komst av, at nýggj-
astu tølini vístu, at euro-
økið hevði ein betri gjalds-
javna enn væntað var. Og
tað sigur nakað um, at
hóast ein sterk euro, so
liggur væl fyri hjá europe-
iskum londun at flyta vørur
út. Hinvegin hjá USA.
Hóast ein bíligan dollara,
so kunnu amerikanskar
vørur ikki seljast. Hetta
fyribrigdi kundi bent á, at
okkurt er grundleggjandi
gali í amerikanska búskapi-
num.
"Almost none of its
segments would
prevail…"
Búskaparfrøðinurin Samir
Amin frá Forum du Tiers
Monde í Dakar í Senegal
hevur kort síðani skrivað
bókina "The liberal virus,"
(Monthly Rewiev Press,
NY, 2004) og hann leggur
ikki fingrarnar ímillum.
Hann sigur, at tann ameri-
kanska framleiðslan er in-
effektiv á at kalla øllum
økjum. Síða 104: "Almost
none of its segments would
prevail in a truly open
market" ella, næstan eingir
partar (av framleiðsluni)
kunnu klára seg á einum
veruliga fríum marknaði.
Sjálvt ikki high-tech sek-
torin, sum fyrr var leiðandi,
gevur avlop á handilsjavn-
anum í dag. Hann vísir eis-
ini til kappingina á rúmdar-
økinum, har europeiska
Ariane-rakettin
er
sera
effektiv, og kappingina
millum leiðandi framleið-
arar av civil-flogførum í
dag, Boeing í USA og Air-
bus í Europa, har Airbus nú
er størsti framleiðari, og
sum um fáar vikur sendir
heimsins størsta ferða-
mannaflogfar, Airbus 380,
upp fyri fyrstu ferð.
Einasta økið, har USA
vissuliga er leiðandi, er
"the armament sector" ella í
vápnaídnaðinum.
Men
hann virkar nettup ikki á
einum fríum marknaði, og
fær
stóran
statsstuðul.
Hvussu skulu vit so skilja
orðini hjá Kissinger?
26
Nr. 78 - 27. apríl 2005
"Globalisering er bara eitt annað
orð fyri USA-yvirræði"
USA: Inn- og útflutningur av vørum
Eind milliónir $
-$750.000
-$500.000
-$250.000
$0
$250.000
$500.000
$750.000
$1.000.000
$1.250.000
$1.500.000
1980
1985
1990
1995
2000
2005
mill. $
Balance
Exports
Imports
Henda kurvan
vísir, at hallið
økist í USA.
Í 2004: 600
milliardir
dollars
Kelda: US Census Bureau,
Foreign Trade Division
RG-2005
Mynd 1
Dollars fyri Euro
1. November 2004 - 25. Apríl 2005
1,26
1,28
1,3
1,32
1,34
1,36
1,38
01-nov-04
15-nov-04
29-nov-04
13-dec-04
27-dec-04
10-jan-05
24-jan-05
07-feb-05
21-feb-05
07-mar-05
21-mar-05
04-apr-05
18-apr-05
RG-2005
Kelda:ECB
Gongur kurvan upp styrkist Euro:
€
Gongur hon nidur, styrkist Dollar:
$
Mynd 2