mikudagur 27. apríl 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 • mikudagur • 27. apríl 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Hvassar ákærur móti FSF-
umsitingini
Í B36 eru tey alt ann-
að enn fegin um við-
gerðina, sum bæði
starvs- og dómsnevnd
høvdu av málinum
um vantandi spæli-
loyvi
SPÆLILOYVI
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast tey í B36 hava inn-
stillað seg uppá, at úrskurð-
urin hjá bæði starvs- og
dómsnevnd innan FSF skal
virðast, so merkir hetta á
ongan hátt, at tey í felagn-
um eru samd í avgerðini.
Og als ikki í grundgev-
ingunum fyri hesi.
»Hetta mál er eitt skúla-
dømi um, hvat hendir, tá
mannagongdir sleppa at
glíða í koplingini og undir-
strikar, hví neyðugt er við
heilt føstum og strongum
reglum á økinum«
»Dómsnevndin hevur við
at staðfesta úrskurðin hjá
starvsnevnd FSF’s í hesum
málinum blástemplað álv-
arsligu brotini hjá umsiting
FSF’s á tær á aðalfundum
samtyktu mannagongdir-
nar…«
»…tað framyvir er upp-
gávum hjá feløgunum at
steðga FSF í at bróta sínar
egnu reglugerðir«
»Dómsnevndin
hevur
latið sítt vælsignlisi til, at
mannagongdir glíða frá tí,
sum
stendur
í
reglu-
gerðini…«
Hetta eru bert einstøk
dømi um viðmerkingar,
sum B36 sendi FSF, eftir at
dómsnevndin sunnudagin
hevði staðfest úrskurðin hjá
starvsnevndini.
Advokatbrølari
Eftir at starvsnevndin hjá
FSF í fyrsta umfari hevði
gjørt úrskurð um, at B36
skuldi tapa dystin ímóti
Skála í steypakappingini,
gjørdi B36 av at kæra málið
til dómsnevndina.
Í kæruni førdi B36 fram,
at teimum kunnugt hevði
spæliloyvið hjá Eyðuni
Højgaard alla tíðina verið í
B36, og at tað tí ikki var
neyðugt hjá teimum at end-
urnýggja hetta.
Tann partin av málinum
hevði starvsnevndin hjá
FSF annars eitt løgfrøð-
isligt tilmæli um, men sum
skilst, so bygdi hetta á
skeivar fortreytir. Løgfrøð-
ingurin, Christian Andrea-
sen, hevði nevnliga í sínum
tilmæli víst til grein, sum
staðfestir »Um spælari
tekur bústað uttanlands,
fellir spæliloyvið burtur av
sær sjálvum«. Var hetta so,
so var helst eingin ivi um
úrskurðin, men løgfrøðin
hevði tó ein trupulleika í
hesum. Greinin, sum víst
varð til, varð nevnliga strik-
að á næst seinasta aðal-
fundinum hjá FSF, og er tí
als ikki galdandi longur.
Grundleggjandi báðar
vegir
Men hetta kom tó ikki at
hava avgerandi týdning fyri
niðurstøðuna hjá dóms-
nevndini í málinum.
Har hevði tað størsta
týdningin, at spæliloyvi
verða roknað sum ein
grundleggjandi partur av
føroyskari fótbóltsskipan,
og at tað tí skal kosta, tá
spælt verður uttan loyvi.
Í skrivinum staðfestir
B36, at tey als ikki eru
ósamd í hesum, men tey
staðfesta samstundis, at tá
talan er um somikið grund-
leggjandi reglur, so mugu
mannagongdirnar
vera
greiðar allar vegir.
Felagið hevur í hesum
sambandi spurt seg fyri hjá
DBU, og haðani eru boðini
púrasta greið. Nevnliga at
»DBU’s procedure omkring
internationlae og nationale
klubskifter altid kræver et
gyldigt certifikat ella over-
førselssblanket, der altid
skal være underskrevet af et
bestyrelsesmedlem, der har
prokura hertil, samt med et
gyldigt klubstempel.
Viðvíkjandi Eyðuni Høj-
gaard var støðan tann, at
FSF fekk fyrispurning frá
DBU, um spælarin kundi
leysgevast til ÍF Føroyar.
Hesin varð sendur víðari til
táverandi samskiparan hjá
B36, sum við telduposti
váttaði, at spælarin kundi
leysgevast. Ein manna-
gongd, sum sambært DBU
»ikke ville komme på tale«.
Í kappingerreglunum fyri
fótbólt verður eisini stað-
fest, at flytingarskjal skal
nýtast,
tá
spælaraloyvi
verður flutt. Men bæði
starvs- og dómsnevndin
staðfestu í síni niðurstøðu,
at B36 sjálvt hevur góðkent
mannagongdina við teldu-
posti. Hetta við at senda
svar um leysgeving um-
vegis teldupost.
Tað brotið úr niðurstøð-
uni, sigur B36, er greitt brot
á mannagongdirnar, sum
eru samtyktar á aðalfund-
inum, og at hetta er bein-
leiðis atvoldin til, at flyt-
ingin av spæliloyvinum ikki
er skrásett hjá B36. Og tað
er eisini hetta, sum fær B36
at framføra átalurnar, sum
eru endurgivnar omanfyri.
Uppstramman í
eygsjón
Okkum eydnaðist ikki at
fáa fatur á formanninum í
kappingarnevndini hjá FSF.
Men tá hugt verður í bak-
speglið um, hvussu málið
um spæliloyvini hjá KÍ og
B36 útviklaði seg, so er
lítið at ivast í, at talan í
framtíðini verður um eina
uppstramman av manna-
gongdunum í samband við
flyting av spæliloyvum.
Partvíst hevur FSF eisini
longu boðað frá hesum, og
innan alt ov langa tíð verða
spælarayvirlitini hjá ein-
støku feløgunum helst eis-
ini atkomulig á alnetinum.
Hartil kann helst eisini
roknast við, at sjálvar
mannagongdirnar
innan
flytan av spæliloyvum fáa
eina uppstramman.
Umbering til KÍ
Í blaðnum í gjár hevði ein villa tíverri sníkt seg inn, tá vit
viðgjørdu dystin millum B36 og KÍ.
Í práti við Hjalgrím Elttør eftir dystin varð staðfest, at
KÍ nú ikki hevði vunnið síðani fyrsta dystin móti HB,
men hetta er tó ikki heilt rætt.
KÍ vann nevnliga eisini dystin í triðja umfari. Hesin var
á útivølli móti GÍ, og tá vann KÍ 2-1. Hetta var tó glopp-
ið í minninum hjá útsenda blaðmanninum, og helst eisini
hjá Hjalgrími, sum staðfesti, at tað als ikki hevði gingið
eftir vild hesar fýra dystirnar.
So kanska er tað nakað um orðini hjá FCK-stjóranum,
Flemming Østergaard. Hann plagar at taka til, at tað
ringasta við tíðindafólki er teirra stutt-tíðarminni!
Í øllum førum biðja vit bæði lesarar og KÍ um at bera
yvir við okkum um mistakið.
-jm
Í B36 eru tey í øðini um handfaringina hjá FSF av málinum um spæliloyvið hjá Eyðuni Højgaard. Eitt spæliloyvi, sum eftir 20
minuttum varð avgreitt til Danmarkar, uttan at hetta var skrásett hjá B36