Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-27, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 78 - 27. apríl 2005 Telving á Sandoynni Síðani novembur hevur Mogens Niel- sen havt regluliga talvundirvísing fyri børn á Sandoynni. Áhugin hevur verið sera stórur TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Mogens Nielsen er væl- kendur í føroyska talvum- hvørvinum. Síðani 1997 hevur hann meira ella minni verið partur av øllum altjóða kappingum í Føroyum, eins og hann hevur høvuðsdómari í FM-einstaklingakapping- ini síðani 2001. Danski altjóða talv- dómarin hevur eisini ein stóran áhuga í at menna føroyska telving. Síðani novembur hevur hann búð á Sandi. Sjálvur er Mog- ens ovfarin og frøist yvir, at umleið 80-90% av øll- um børnunum á Sand- oynni hava verið til talv- frálæru hansara. Mogens er útbúgvin fólkaskúla- lærari og brúkar tí allarhelst góðar metodur at gera talv spennandi fyri børnini. Í øllum førum er barnatelvingin ein stór succes og opnar hurðina fyri framtíðar talvvirk- semi á Sandoynni. Orkufreki danin hevur regluligar undirvísingar í teimum stóru bygdunum, Sandur, Skopun og Skála- vík. Um tiltakið er komin í eina fasta legu, er ikki greitt. Tað er upp til mentamálaráðið, komm- unurnar á Sandoynni og Talvsamband Føroya. Vónandi kunnu hesir bólkar framhaldandi finna semju um slóbrót- andi samarbeiðið, eisini eftir summarferiuna Kring landið Seinastu vikurnar hevur barnaherurin hjá Mogens verið í Vestmanna og seinast í Klaksvík og telv- að kappingar. Foreldrini hava bakkað væl upp um tiltøkini og hava fleiri av teimum hava eisini verið við á ferðunum, sum hava eydnast stak væl. Sí myndir og úrslit á www.faroechess.com. Næstu ferð vit væntandi koma at síggja til sandoy- arbørnini, verður helst leygardagin, tá ein FM- liðkapping fyri børn verð- ur á Eiði. Sigeman 2005 Jan Timman (2607) og Krishnan Sasikiran (2642) vunnu Sigeman 2005. Báðir vórðu ósigr- aðir við 6,5 stigum av 9 møguligum. Serliga fyri Timman má úrslitið sigast at vera framúr. Hann hevur seinastu árini ligið og dvalst við 2600-mark- ið, men við úrslitinum í Keypmannahavn hevur hollendski veteranurin nú umleið 2625. Amerikanska talentið, Hikaru Nakamura (2657), endaði á triðja plássi, bert hálvt stig aftanfyri vinn- ararnir. Nakamura vil telva øll talvini heilt út og bjóðar tí aldrin javnleik, og roynir tískil altíð at fara kompromileyst eftir sigrinum. Nakamura er garanturin fyri undirhald- andi telving. Danin Curt Hansen (2633) hevði eisini eina góða kapping, eins og Jonny Hector (2513) úr Svøriki. Tiger hinvegin hevði eina katastrofu- kapping við bert hálvu- møðrum stigi. Endaliga støðan 1 GM Timman 2607 6,5 2 GM Sasikiran 2642 6,5 3 GM Nakamura 2657 6,0 4 GM C. Hansen2633 5,5 5 GM Hector 2513 5,0 6 IM Palo 2525 4,0 7 GM Iordachescu 2609 4,0 8 GM Sune B. Hansen 2553 3,5 9 IM Hermansson 2432 2,5 10 GM Hillarp-Persson 2533 1,5 Súkklulandsliðið úttikið Um vikuskiftið varð kappast um tey fimm plássini á føroyska oyggjaleikalandsliðn- um SÚKKLING Tíðindaskriv Kappast varð í somu grein- um, sum verða á Oyggja- leikunum. T.v.s einkultstart, býarkoyring og landavegs- súkkling. Gunnar hinir Tað varð Gunnar Dahl-Ol- sen, sum gjørdist stóri vinnarin, tá kappast varð. Á einkultstarinum gjørdist talan um tryggan sigur, men bæði í landavegs- og býarkoyringini gjørdist talan um tættir endaspurtir. Plássið hjá Gunnari á landsliðnum varð tí at kalla sjálvskrivað, og afturat sær hevur hann fingið eina blanding av bæði royndum og óroyndum. Bogi Kristi- ansen, sum fyri fýra árum síðani vann bronsu í býar- koyringini, verður aftur hesaferð partur av lands- liðnum, og tað sama verður Eli Kristiansen. Hartil eru Christian Guttesen úr Norðdepli og Esmar Joen- sen av Hvítanesi við. Venjarar hjá landsliðnum eru Geyr Gilsteinsson, og Gunnar Dahl-Olsen, og teir fara nú við hópinum á venj- ingarlegu í Danmark. Um- framt venjing fer landsliðið á ferðini eisini at taka lut í kappingum í einkultstarti og landavegskoyring. Nú er greitt, hvørjir fimm súkklarar skulu umboða Føroyar á komandi oyggjaleikum í Hetlandi Talan verður helst um størstu regattuna, sum higartil hevur verið í Ishøj, tá Færø- regatta 2005 verður á skránni REGATTA Jákup Mørk Í ár er tað nevnliga so, at Køge bugt Strandpart – har regattan verður hildin – hevur 25 ár á baki, og tí hevur kommanan í Keyp- mannahavn eisini fleiri til- tøk á skránni. Í Róðrarfel- agnum Neystið vóru tey skjót at taka av hesum møguleikanum, soleiðis at eyka fokus kundi fáast á ár- liga tiltakið, har føroysk mentan í breiðum høpi er við til at seta dagsskránna. Sviar bjóða av Og tað eru ikki bara danir, sum hava sýnt tiltakinum ans. Sviar hava boðað frá, at teir í ár ætla sær at taka lut í kappróðrinum, og at føroyingar tí als ikki skulu kenna seg ov tryggar í hesum. Heldur ikki, hóast talan er um kappróður í før- oyskum bátum. Nakað sum veteranarnir úr Havnar Róðrarfelag tó helst eru rúkandi ósamdir í. Teir hava aftur í ár boðað frá luttøku, og sum vant, so er tað við sigrinum fyri eyga, at teir fara undir róðurin, skilst. Magni ger comeback Um sjálva skránna er annars at siga, at hon í ár er sera fjølbroytt. Lagt verður fyri longu fríggjadagin, tá Guðrun Sólja Jacobsen og Showmenn fara at undir- halda í tjaldinum, sum er sett upp, og fyrireikararnir rokna við, at tað longu tá verður nógv fólk savnað. Leygardagin verður so farið undir sjálvt regatta- tiltakið. Har verður talan um listaframsýning og skrúð- gongur, og eftir skrúð- gonguna verður tað danski innlendismálaráðharrin, Lars Lykke Rasmussen, sum fer at seta stevnuna. Sjálvur kappróðurin er á skránni kl. 14, og at siga frá hesum er gjørt rúm fyri einum stuttum come-back í frásøguleiklutin til stjóran í Atlantic Airways, Magna Arge. Síðani gongur dagurin sína vanligu leið, og um kvøldið verður so dansur, sum á midnátt verður av- brotin av midnáttarsangi, soleiðis sum tey flestu kenna tað frá ólavsøkuni. Heilt endalig er skráin ikki enn, men sum skilst, so verður talan um rættiligt familjutiltak. Skattajagt, andlitsmáling og ítriv av ymsum slag verða á skránni til børnini. Á heimasíðuni, www.neystid.dk, ber annars til at frætta meira um tiltak- ið, so hvørt sum fyrireiking- arnar gerast meira endaligar. IM Palo,D (2525) — GM Nakamura, H (2657) 13th Sigeman & Co Copenhagen/Malmø (9), 24.04.2005 1.d4 Rif6 2.c4 Ric6 3.Rif3 e6 4.Bf4 d6 Nakamura telvar mangan óvanligar byrjanir. Eitt nú spældi hann 1. e4 e5. 2. Fh5!? í talvinum móti Sasikiran! Nakamura tapti tað talvið... 5.Ric3 g6 6.e4 Bg7 7.Be2 0—0 8.0—0 Rid7 9.Bg5 f6 10.Be3 Rie7 11.Fb3 Kh8 12.c5! Palo mátti vinna hetta talv fyri at fáa sín triðja og seinasta GM- norm. Higartil sær tað gott út hjá honum 12...f5 13.Rig5 Rib8 14.f4?! Her kundi Palo gera sær dælt av betri støðu sínari: 14.Rixe6! Bxe6 15.Fxe6 f4 16.Bc1 Bxd4 17.cxd6 cxd6 18.Rib5 var ein betur og helst vinnandi roynd 14...fxe4 15.Ricxe4 Ribc6 16.Rad1 Rid5 17.cxd6 cxd6 18.g3 Rixe3 19.Fxe3 Fb6 Knappliga hongur svarta støðan væl saman 20.Rif3 Rie7 21.Rd2 Bd7 22.Re1 Rae8 23.Fb3 Fc7 24.Bf1 Rif5 25.Ric3 Bc6 26.d5 exd5 27.Rxe8 Rxe8 28.Rixd5 Fa5 29.Fc4 Rie3! Bxb2 vinnur eisini, men hesin leikurin skræðir eisini hvítu støðuna sundur 30.Rixe3 Rxe3 31.Rig5 h6 32.Rif7+ Kh7 33.Rxd6 Støðumynd Støðan eftir 33. Rxd6 33...Fb6! Hvítur gavst 0—1 Talvið hesa vikuna Sviar bjóða av í Ishøj