mikudagur 27. apríl 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 - 27. apríl 2005
29
Brøndby megnaði
bara málleysan javn-
leik á heimavølli, og
tá ið FCK fekk fult í
Parkini, tódnaði
fjarstøðan til Brønd-
by, sum framvegis er
oddalið, niður til fýra
stig
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Tað gerst alt tættari í kapp-
ingini um danska meistara-
heitið. Í vetrarsteðginum
var Brøndby sekstan stig
frammanfyri FCK. Eftir at
várhálvan er seks umfør
gomul, er munurin millum
tey bæði stórfeløgini mink-
aður til fýra stig.
Brøndby og FCK skulu
spæla eina ferð afturat í
hesum kappingarárinum.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at um Brøndby kiksar
eina ferð afturat, og FCK
fer at halda fram við at
vinna, soleiðis sum teir
hava gjørt higartil í vár, so
bendir alt á, at tað, sum í
vetrarsteðginum var óhugs-
andi, fer at gerast til veru-
leika, og at tað harvið verð-
ur FCK og ikki Brøndby,
sum verður meistari.
Leygardagin hevði FCK í
Parkini vitjan av illa stadda
FCN. At Todi Jónsson og
fleiri liðfelagar eru skaddir,
og at tveir FCK spælarar
vóru leikbannaðir, bar við
sær, at teir í FCK vóru
noyddir at tøma hópin, sum
venjarin, Hans Backe, tók
til. Tað vildi m. a. siga, at
tveir ungir spælarar, sum
hava vant saman við teim-
um bestu síðani í summar,
vóru á beinkinum, og teir
vórðu báðir settir á vøllin.
Tað tók sína tíð, men enn
eina ferð eydnaðist tað
FCK at vinna. Tá ið eitt
korter var eftir stútaði Peter
Møller, sum stutt framman
undan var komin á vøllin,
vakurt til 1-0, eftir at Jesper
Bech hevðí lagt innfyri, og
nakrar minuttir seinni setti
Álvaro Santos, sum enn
eina ferð royndist sera væl,
krúllin undir frísparksinn-
legg frá Magna Hoseth.
Harvið hevði FCK lagt
eyka trýst á Brøndby, sum
sunnudagin átti heimavøll
móti Silkeborg. Brøndby
hevði stóra yvirvág, og teir
spældu væl, og teir vóru
ofta frammanfyri Silkeborg
málinum, men tað eydnað-
ist ikki at fáa bóltin inn um
Silkeborg málverjan, Hen-
rik Ipsen, sum var ein sann-
ur brandur.
FCM er framvegis á
triðja plássinum, men eftir
at teir høvdu spælt tjúgu
ferðir á nýggja stadion,
uttan
at
mótstøðuliðið
hevði vunnið, taptu teir.
AGF, sum bara hevði vunn-
ið eina ferð í vár, var fyrsta
felagið, sum fór við øllum
av SAS arenuni. Teir vunnu
1-0.
OB hevur leingi verið í
tungum sjógvi, og við-
haldsfólkini hava síðstu
tíðina aftur og aftur givið til
kennar, at tey vilja hava, at
felagið gevur venjarunum
báðum sekkin. Tað vil stjór-
in í felagnum ikki hoyra
talan um, og kanska fingu
venjararnir eitt sindur av
kredit, eftir at undirhald-
andi uppgerð á heimavølli
móti Viborg endaði mál-
leys.
Esbjerg plagar at vinna
stórt á heimavølli móti
Herfølge, og tað gjørdu teir
aftur hesa ferð. Úrslitið var
5-1. Tá ið Herfølge mink-
aði um munin til 5-1, hevði
Herfølge spælt 728 minutt-
ir uttan at gera mál á úti-
vølli.
Støðan
í
botninum
broyttist einki, tá ið tað
ræður um stig. Randers,
sum hevur havt ávísan
undanvind seinastu ferðir-
nar, hevði vitjan av AaB, og
teir í Aalborg vóru sann-
førandi í grannauppgerðini.
Teir vunnu 4-0.
Einki av teimum
trimum oddaliðnum í
næstbestu deildini
megnaðu at fáa fulla
úrtøku, og enn eina
ferð var spælitíðin hjá
Andrew av Fløtum
avmarkað
DANMARK
1./2. DEILD
Jóannes Hansen
Toppliðini tykjast hava
fingið gummibein, nú tað
gerst støðugt størri álvari
um, hvør skal enda á
teimum
báðum
ovastu
plássunum og harvið flyta
upp í superliguna.
Mest óvæntaða úrslitið
hesa ferð var í Horsens, har
Johan Byrial Hansen og
liðfelagarnir ikki megnaðu
meiri enn 1-1 móti B93,
sum er botnlið og stríðist
meiri ella minni vónleyst
stríð fyri at sleppa undan
niðurflyting.
B93 legði seg á odda, tá
ið eitt korter var farið, og
teir megnaðu at halda tætt,
inntil átjan minuttir vóru
eftir.
Jón Rói Jacobsen var í
miðverjuni, og Gunnar
Nielsen sat enn eina ferð so
trúfastur á beinkinum, tá ið
Frem var í Vejle. Har end-
aði tað málleyst.
Hóast teir ikki fingu fulla
úrtøku í Vejle, so styrktu
teir í Frem um sína støðu í
kappingini um at flyta upp.
Tað gjørdu teir, tí Sønder-
jyskE, sum er næstfremst,
tapti í Nykøbing Falster,
har heimaliðið vann 2-1.
Tað var eisini rættuliga
óvæntað úrslit.
Nú eru SønderjyskE og
Frem borð um borð við 43
stigum,
meðan
vandin
tykist lítil ella eingin fyri,
at Horsens skal kiksa, tí teir
hava 51 stig.
Andrew av Fløtum var
enn eina ferð á beinkinum
hjá Fremad Amager. Hann
var á vøllinum síðsta hálva
tíman, men hann var ikki
millum
málskjúttarnar.
HIK vitjaði í Sundby, og
gestirnir vóru frammanfyri
bæði 1-0 og 2-1. Úrslitið
gjørdist 2-2.
John málskjútti
Orsøkin til at John Petersen
næstsíðsta vikuskifti ikki
var á liðnum hjá Holsterbro
var tann, at hann var í Før-
oyum í brúdleyp hjá systr-
ini. Nú var hann aftur í
Holstebro, sum tapti 3-1 á
heimavølli móti Glostrup.
John legði Holsterbro fram-
um, men undan steðginum
var aftur javnt, og seinna
helmingin av 2. hálvleiki
skoraði
Glostrup
tvær
ferðir. Holsterbro er næst-
niðast.
Lyngby
vann
3-2
á
heimavølli móti Næsby,
men Christian Lamhauge
Holst var ikki á liðnum
hesa ferð.
Nógv gummibein í toppinum
Jesper Bech var upphavsmaður til forloysandi 1-0 málið, tá FCK um vikuskiftið legði enn meira
trýst á Brøndby
Nú er
munurin
bara
fýra stig
Claus fram-
vegis hóttur
Hesa ferð misti
Coventry tvey stig
á útivølli í síðstu
sekundunum,
eftir at teir høvdu
verið framman
fyri allan 2.
hálvleik
ENGLAND
1. DEILD
Jóannes Hansen
Tað
er
framvegis
ógreitt, hvar landsliðs-
spælarin, Claus Bech
Jørgensen, fer at spæla
eftir summarsteðgin,
og tað er framvegis
ógreitt, um felagið,
sum hann hevur sátt-
mála við fram til kapp-
ingarenda, framvegis
fer at spæla í næst-
bestu deildini, ella um
teir fara at flyta eina
deild niður.
Leygardagin
vóru
teir á odda alt seinna
umfarið. Teir vóru í
Plymouth,
har
teir
løgdu seg framum í
síðstu sekundunum av
fyrra umfarinum. Ta
leiðsluna hildu teir,
inntil nøkur heilt fá
sekund vóru eftir av
tíðini, sum dómarin
heví lagt afturat seinna
hálvleiki. Tá javnaði
heimaliðið.
Claus Bech Jørgen-
sen var eykamaður
hesa ferð, og hann
varð settur á vøllin í
66. minutti.
Coventry venjarin,
Micky Adams, segði
seg vera sannførdan
um, at útjavnandi mál-
ið átti at havt verið
kolldømt:
- Dómarin bríkslaði
ikki av, tá ið tíðin, sum
hann hevði givið til
kennar skuldi leggjast
afturat, var farin, og
harafturat var tað frí-
spark, áðrenn bólturin
fór í málið, segði
Coventry venjarin.