hósdagur 28. apríl 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 79 - 28. apríl 2005
Heimsins
størsti
toskur
Norðmenn kunnu nú
breggja sær av at hava
fingið heimsins størsta
tosk.
Báturin Birgerson,
sum royndi á Báts-
fjørðinum, fekk her-
fyri ein tosk, sum vig-
aði 46 kilo, eftir hann
var
kruvdur.
Mett
verður, at hann hevur
vigað eini 56 kg við
gørnum.
Toskurin varð seldur
fyri vanligan kiloprís,
og hann endaði í
Belgia. Men nú, tá
granskarar hava hoyrt
um stóra toskin, vilja
teir hava fatur í hann
aftur. Teir vilja nevni-
liga royna at staðfesta
hvussu gamal hann er.
Roknað verður við, at
hann kann vera ímill-
um 40 og 50 ára gam-
al.
Norsk bløð hava
eisini roynt at kanna
metið fyri størsta tosk,
men teir hava enn ikki
funnið nakran, sum
hevur vigað 46 kilo
eftir at verða kruvdur.
eys
Føroya Banki hevur
nú bundið seg sum
stuðul av G! festival-
inum, og hetta ber í
sær, at møguleiki
verður at keypa at-
gongumerki til festi-
valin um heimasíð-
una hjá Konto-in
G!
eydna@sosialurin.fo
Í fjør varð fyrstu ferð roynt
at selja atgongumerki um
alnótina, og tann møgu-
leikin varð sera væl mót-
tikin. Tað er kanska serliga
hent hjá fólki á bygd, út-
oyggj og útisetar. Tí er
avger nú tikin um at skipa
fyri sølu á alnótini aftur í ár.
Tað verður gjørt umvegis
heimasíðuna
kontoin.fo,
sum Føroya Banki umsitur.
Mannagongdin er hon, at
atgongumerki verða bíløgd
á
heimasíðuni,
konto-
nummar verður upplýst og
síðani verða atgongumerk-
ini send heim við postinum.
Fyrireikararnir hava lov-
að, at skráin fyri G! festi-
valin í ár ikki fer at standa
aftan fyri skránna í fjør, so
spennandi verður at síggja
hvørjum
nøvnum
teir
megna at borðreiða við í ár.
Nøvnini verða kunngjørd
2. mei, tá atgongumerkja-
sølan eisini byrjar. Í sam-
bandi við at byrjað verður
at
selja
atgongumerki,
verður eisini møguleiki at
vinna
20
vikuskiftisat-
gongumerki til G!. Tann
møguleikin verður eisini
um heimasíðuna hjá konto-
in.
Mánadagin byrjar forsølan til G!
Í juli mánaða fáa
havnarborgarar enn
eitt stað at keypa
rundstykkir. Niels
Mortensen, stjóri í
SMS og í bakarínum
Mylnuni, váttar fyri
Sosialinum, at ein
Mylna afturat í
næstum letur upp
NÝTT BAKARÍ
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Í stóra bygninginum, sum
Tummas Hanus Dam bygg-
ir uppi á Hálsi, hava eigar-
arnir av Mylnuni leigað seg
inn. Ætlanin er at lata enn
eitt bakarí, sum eisini fer at
selja kolonial, upp.
– Ja, tað er rætt. Vit ætla
at lata ein handil upp aftur-
at í nýggja, stóra bygning-
inum. Talan verður um enn
ein Mylnu-handil, slær
Niels Mortensen, stjóri,
fast.
Hann sigur, at talan
verður um ein størri handil,
enn tann sum nú er í Berja-
brekku.
Hóast handilin verður
størri enn núverandi Myln-
an, so verður hann tó so
mikið lítil, at hann gongur
undir teir 250 fermetrarnar,
sum nýggja afturlatingar-
lógin setur sum mark fyri,
hvørt handlar skulu hava
stongt sunnudag ella ikki.
Sostatt verður møguligt
hjá Havnarborgarum at
keypa sær rundstykkir og
breyð á Hálsi allan sunnu-
dagin eisini.
Niels Mortensen sigur tó,
at bakaríið sjálvt verður
verandi í Berjabrekku, og
nýggi handilin fer sostatt
bert at selja vørur frá
Mylnuni, ikki at framleiða.
– Um alt gongst sum
ætlað, so lata vit nýggju
Mylnuna upp í juli, slær
Niels Mortensen at enda
fast.
Í fimm ár hevur verið
arbeitt við at gera
eina føroyska teldu-
talu, og nú er hon
loksins komin undir
land. At smáu Føroy-
ar hava megnað hetta,
hevur vakt stóran
altjóða ans
TELDUTALA
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
At føroyingar, við sínum
47.000
fólkum,
hava
megnað at gera eina teldu-
talu, ið tosar føroyskt, hev-
ur vakt ans uttanlands.
Í tí sambandi eru umboð
fyri alheimsfelagsskapin
UNESCO komin til Før-
oya, nú teldutalan miku-
dagin verður løgd alment
fram.
Unesco víst áhuga
Karin Kass, ið er leiðari á
Føroya Blindastovni, sigur,
at umboð fyri Unesco settu
seg í samband við tey, fyri
uml. 2 árum síðani.
– Unesco hevur stuðlað
líknandi verkætlanum runt
um í heiminum. Málbólk-
urin hevur serliga verið
smáar tjóðir og máltøkni.
Og tá teir frættu um okkara
verkætlan her í Føroyum,
gjørdust teir alt fyri eitt sera
áhugaðir, og settu seg í
samband við okkum, greið-
ir Karin Kass frá.
Hon sigur, at teir veruliga
hava verið hugtiknir av
Føroyum, og at ein so lítil
tjóð hevur megnað at gera
eina teldutalu á móðurmál-
inum.
Og at ein so stórur al-
tjóða felagsskapur hevur
víst áhuga, hevur verið ein
stórur moralskur uppbakn-
ingur fyri tey á Blinda-
stovninum.
– Tað er jú eitt stórt
herðaklapp, at Unesco vísir
áhuga. Tað hevur líkasum
sannført okkum um, at vit
hava verið á rættari leið við
hesi verkætlanini, sigur
Karin Kass.
Hon
greiðir
frá,
at
Unesco m.a. eisini ger eitt
stórt arbeiði niðri í Etiopia,
har tey royna at hjálpa sjón-
veikum við teldutalu. Men
tað fyrigongur alt á ensk-
um, tí málini verða mett at
vera ov smá, til at gera eina
teldutalu við.
Endiliga klárt
Nú so endiliga klárt at vísa
nýggja telduforritið fram.
Tað verður gjørt í Norður-
landahúsinum mikudagin
27. apríl frá kl 14-16.
Fleiri partar hava verið
við í arbeiðnum. Fyri máls-
liga og tøkniliga arbeiðnum
hava Sjúrður Gullbein og
Petur Helgason staðið fyri.
Uni Rasmussen, ið er
blindur, hevur eisini verið
við í arbeiðnum allatíðina,
og hann verður eisini ein av
teimum, ið fer at leggja
fram
hósdagin,
greiðir
Karin Kass frá.
Hon sigur, at hetta forritið
væntandi verður ein stór
hjálp fyri nógvar føroyingar.
Eisini fólk, ið ikki hava
trupulleikar við sjónini.
– Sum er, er tað teldu-
talan, ið er klár. Men við
henni hava vit lagt grundar-
lag undir nógvum møgu-
leikum. Í framtíðini verður
eisini møguleiki at út-
byggja tænastuna, til at um-
fata fleiri ymsik hjálpar-
forrit, m.a.til brúk av inter-
netinum, fartelefonum og
aðrari hentari tøkni, sigur
Karin Kass at enda.
Føroysk teldutala klár
Ein Mylna afturat
Í stóra nýggja bygninginum á
Hálsi, verður væntamdi
møguligt at keypa rundstykkir
longu í juli mánaði. Bakaríið
Mylnan fer nevniliga at lata
enn ein handil upp
Mynd Finnur Justinussen