Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 - 28. apríl 2005 7 Vágs Býráð er nú sinnað at samráðast um at leggja alla Suðuroy í eina kommunu. Stríðið um miðnáms- skúla, heilsuskúla og røktarheim hevur tikið eina nýggja og heilt óvæntaða vend eftir býráðsfund í Vági týskvøldið POLITIKKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Á býráðsfundi í Vági týs- kvøldið varð eitt uppskot frá býráðsliminum Hans J. Joensen samtykt við fimm atkvøðum fyri og trimum ímóti. Uppskotið var sermerkt og kom óvæntað, tí tað staðfestir, at Vágs býráð er sinnað at fara undir sam- ráðingar at leggja alla Suð- uroynna saman í eina kommunu. Hetta hevur politikarar í Vági ikki áður verið hugaðir fyri, og tí er talan um eina kúvending. Men tað fylgja treytir við, og orsøkin til uppskot- ið verður eisini staðfest. – Hetta er seinasta roynd- in at bjarga miðnámsskúl- anum í Vági og verður hetta ikki samtykt, dettur alt tos um samráðingar um sam- anlegging burtur, verður sagt í uppskotinum. Fimm fyri Uppskotið varð samtykt við atkvøðum frá Hans Joensen, Jógvan Krosslá, Ásgerð Stenberg, Dánjal Bjarkhamar og Poul Augustinussen. Tríggjar býráðslimir vóru ímóti, tí teir vildu heldur hava ellisheim í Vági. Teir vóru Sølvi Andreasen, Kirstin Strøm Bech og Svenning Borg. Níggjundi býráðslimurin var ikki á fundi. Snýr seg um skúlan Býráðslimirnir, sum at- kvøddu fyri uppskotinum, løgdu dent á, at teir gingu bara við til at gera alla oynna til eina kommunu fyri at bjarga skúlanum. Harvið vilja vágbingar fara langt fyri at fáa mið- námsskúlan bygdan í Vági og ikki í Hovi, soleiðis sum landsstýrið hevur gjørt av. Um ein kommunusaman- legging kann fáa skúlan aftur til Vágs, so er býráðið sinnað fyri samanlegging, men um skúlin ikki verður bygdur í Vági, so vilja vágbingar ikki tosa um samanleggin í eina komm- unu. Sambært uppskotinum var Tvøroyrar Býráð boðið á fund til realitetssamráð- ingar um samanlegging í Øravík mikukvøldið. Vágbingar vilja nú samanlegging Hóskvøldið verður løgtingsmaðurin Torbjørn Jacobsen gestur hjá Jenis á Rana á Bønarlinjuni hjá Lindini. Í sendingini verður tosað um átrúnað og biðið fyri fólki, og bæði Jenis og Tobbi siga seg gleða seg til sendingina LINDIN Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað verður ein óvanligur gestur, sum í kvøld fer at vitja Bønarlinjuna hjá Lindini. Vanliga eru tað fólk, sum eru í kristiligari tænastu ella, sum hava eina serliga andaliga søgu at siga frá, ið eru gestir á Bønarlinjuni, men í kvøld verður tað ein maður, sum er meira kend- ur fyri politikk og vinnulív, sum kemur á gátt hjá Jenisi. Torbjørn Jacobsen er ein profilur í føroyskum polit- ikki, hann er avgjørdur, hann kann rópa hart, og hann er sera virkin í løg- tingsarbeiðnum og uttan tings mann hann verða tann løgtingsmaðurin, sum er mest frammi. Men hóskvøldið verður hann við í serstakari út- varpssending, sum verður nógv umrødd fyri innihald- ið, har tað millum annað verður biðið fyri fólki, sum hava ymsar trupulleikar. – Eg eri soleiðis løddur, at eg søki minifeltini, og tað føli eg eisini, at eg geri í hesum førinum. Tú kanst sita í Glyvra kirkju hvønn sunnudag, men tað er ikki akkurát tað sama, sum at verða við í eini karismat- iskari sending sum hesari, sigur Torbjørn Jacobsen. Torbjørn er sunnumorgn- ar fastur fúsur frammarliga í Glyvar kirkju. Í unglinga- árunum var hann ofta til opið hús tiltøk í Berøa í Saltangará og í Ebenezer, tá ið hann varð fluttur til Havnar at ganga í skúla. Tobbi tendraði hjartað í Jenisi Jenis av Rana er vertur á Bønarlinjuni hjá Lindini, og hann situr eisini í Løg- tinginum fyri Miðflokkin. Og tað var í Løgtinginum, at teir báðir politikararnir komu at tosa um Bønar- linjuna. – Eg og Tobbi hava nógv við hvønn annan at gera í løgtinginum, og stundum fellir prátið inn á Lindina. Hann róði fram undir, at eg hevði ongantíð biðið hann komið við í sendingina hjá mær, og tað tendraði hjart- að í mær, at hann segði seg vilja siga frá, hvat frelsarin hevði gjørt fyri hann, sigur Jenis av Rana. Verður sendingin, sum hon plagar at vera, hóast gesturin er eitt sindur ser- ligur? – Í sendingini práta vit við ein gest, og fólk hava eisini møguleikan at ringja inn fyri at fáa okkum at biða fyri sær. Vanliga eru nøkur fólk í bønarrúmum og biða fyri fólki, sum ringja inn. Soleiðis verður tað eisini hóskvøldið, men hvussu prátið annars verð- ur, og hvar vit enda, veit eg ikki frammanundan, men eg eri ómetaliga glaður fyri hendan møguleikan. Roynir mørk á Lindini Torbjørn Jacobsen er ein óvanligur politikari, og nýggjasta trekkið hjá honum er eisini óvanligt fyri ein politikara av hans- ara slagi, men hann sigur seg gleða seg til sendingina á Lindini í kvøld. – Hetta er ein góður møguleiki at royna nøkur mørk hjá mær, og eg eri sera spentur til sendingina, sigur Torbjørn Jacobsen. – Eg eri ikki við í Bønar- linjuni, tí nakað er broytt við mínum andaliga habi- tus. Eg eri ein vanligur fólkakirkjulimur, og tað ætli eg mær at halda fram við, meðan Jenis og Lindin eru meira karismatisk. Torbjørn Jacobsen leitar – sum onkuntíð áður – til Latínamerika fyri at siga eina søgu, sum kann brúk- ast í hansara føri: – Fidel Castro, sum vaks upp sum katolikkur, men vendi øllum tí baki, hevði einaferð eina langa sam- røðu við katólska biskupp- in Frei Betto úr Brasil, og teirra samrøða varð givin út í eini bók. Eg og Jenis skulu ikki samanberast við teir báðar, men hetta minnir kanska eitt sindur um tann fundinum, sigur Tobbi. Nógv ringja inn Bønarlinjan hjá Lindini hevur verið nógv umrødd, og serliga fyrstu ferðirnar, hon varð send, tosaðu fólk nógv um sendingina. Orsøkin er, at tað verður biðið fyri fólki fyri opnari mikrofon, og fólk hava møguleikan at ringja inn til sendingina, um tey hava brúk fyri at tosa um okkurt ella vilja hava fólk at biða fyri sær. – Vanliga ringja millum 20 og 40 fólk, og summi av teimum gerast eisini ein partur í sjálvari sendingini. Annars verður biðið fyri fólki í serligum bønarrúm á Lindini, sigur Jenis av Rana. Biður í loyndum Men hvussu er so við Tor- bjørn Jacobsen. Ætlar hann sær at biða fyri fólki í sendingini. – Eg havi eingi yvirnatúr- lig evni at lekja fólk, og eg trúgvi heldur ikki, at tað altíð ber til. Tað finnast nógvir heksadoktarar á hes- um øki, og eg ávari ímóti, at trúgvin blívur so víð- gongd, at alt forstand blívur burtur. – Omma mín í Gøtu var religiøs, og hon gjørdi ikki mun á fólki. Hon vísti ofta til Matteus 6,6, og tað skriftstaðið havi eg eisini tikið til mín, og tí fari eg ikki at biða fyri fólki í sendingini. Eg biði fyri mær sjálvum og ongum øðrum, sigur Torbjørn Jacobsen. Skriftstaðið, sum hann vísir til, ljóðar soleiðis: »Men tú, táið tú biður – far inn í kamar títt, lat aftur hurð tína, og bið til Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.« Einki kompromis Torbjørn Jacobsen veit ikki rættiliga, hvat hann kann vænta sær í sendingini. – Hóast eg ikki ætli mær at biða fyri fólki, so ætli eg mær at svara øllum spurn- ingum. Jenis kann spyrja tað, sum hann vil, og eisini fólk, sum ringja inn. Hetta verður ein stór avbjóðing fyri meg, sigur Tobbi. – Eg ætli mær tó ikki at ganga upp á kompromis við míni sjónarmið, hóast eg fari við í eina slíka sending. Eg ætli mær at siga mína meining, sigur Torbjørn Jacobsen. Bønarlinjan við Jenisi av Rana og Torbirni Jacobsen verður at hoyra á Lindini í kvøld, hóskvøldið, frá kl. 21.00. Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag tekur undir við avgerðini hjá landsstýrinum, at miðnámsskúli skal byggjast í Hovi, og eitt røktarheim ístaðin verður bygt í Vági POLITIKKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Suðuroyar Syðra Javnað- arfelag sendi týskvøldið út eina yvirlýsing um av- gerðina hjá landsstýr- inum um at flyta mið- námsskúlan, sum ætlanin var at byggja í Vági, til Hovs, og ístaðin lova suðuroyingum eina laga- liga fígging av røktar- heimi, sum skal byggjast í Vági. – Felagið stuðlar fult og heilt ætlanunum hjá landstýrinum við at flyta miðnámsskúlan og heilsuskúlan til Hovs, treytað av at røktarheim verður bygt í Vági og stendur liðugt í hesum valskeiðnum, sambært ætlanini hjá landsstýrin- um, sigur Javnaðarfelag- ið í sínari yvirlýsing. Stuðlar sínum umboðum Felagið sigur seg geva umboðunum hjá sær – bæði í løgtinginum og í Vágs býráð – fullan stuð- ul í stríðnum fyri at skapa arbeiðspláss í Suð- uroynni. – Nú avgerðin um at flyta miðnámsskúlan er tikin, er umráðandi at vit øll standa saman, og við góðum vilja fremja ætl- aninar í verki, oyggj og fólki til frama. Bert so- leiðis byggja vit land. – Vit vilja eisini senda brøðrafelag okkara, Suð- uroyar Norðara Javnað- arfelag, eina heilsan og tøkk fyri skilagóða støðutakan í hesum máli, sigur Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag. Syðru javnaðarfólkini stuðla landsstýrinum Tobbi á bønarlinjuni hjá Lindini – Eg eri soleiðis løddur, at eg søki minifeltini, og tað føli eg eisini, at eg geri í hesum førinum. Tú kanst sita í Glyvra kirkju hvønn sunnudag, men tað er ikki akkurát tað sama, sum at verða við í eini karismatiskari sending sum hesari, sigur Torbjørn Jacobsen um sína vitjan á Bønarlinjuni hjá Lindini