hósdagur 28. apríl 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 79 - 28. apríl 2005
Tá ein hevur danskt í
skúlanum í Harald-
sundi, so verður eisini
tosað danskt. Øll hava
danskt samstundis og
øll fáa undirvísing á tí
støðinum, tey eru á.
BYGDARSKÚLI
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Bárður Lydersen
Haraldsund: - Ja, Karola.
Vil du venligst læse på side
femoghalvtreds!
Tað er danskt á skránni í
skúlanum á Haraldsundi
fyrrapartin henda kalda
hósdagin í apríl.
Teir sjey næmingarnir
hava allir tikið bøkur sínar
fram. Og sum orðatakið
sigur: "Tá næmingurin er
klárur, er lærarin klárur".
Nú
kann
undirvísingin
byrja.
Lærarin Magna Thomas-
sen stendur har frammi við
pultin, og frammanfyri sær
hevur hon allan skúlaung-
dómin í Haraldsundi.
Skúlin heldur til í einum
húsum, sum minna meiri
um eini sethús enn um ein
skúla. Hóast bygningurin er
gamal, so er hann innrætt-
aður og útgjørdur við øllum
tí, sum hoyrir til ein slíkan
skúla.
Har er tó bert eitt stórt
flokshøli. Og har savnast
allir næmingarnir til allar
tímarnar saman við einasta
læraranum við skúlan.
Størsti skúlagarðurin
Klokkan er júst farin av 10,
og tað er fríkorter. Næm-
ingarnir eru allir farnir út
um at spæla eina løtu.
At tað er kalt í veðrinum
henda dagin, sær ikki út til
at nerva teir eitt einasta
petti. Tey eru øll væl ílatin
til føroyska veðurlagið.
Uttanfyri er helst minsti
skúlagarðurin í Føroyum –
bert ein trappa og so ein
lítil vegur niðan frá parker-
ingsøkinum.
Ella kanska er hetta
størsti
skúlagarðurin
í
heiminum, tí her er einki, ið
avmarkar garðin. Einki
hegn og einki portur. Og tí
røkkur
skúlagarðurin
í
roynd og veru um alla
oynna, um ein velur at
Ein danskttími í bygdini H
Útferðir
Fyri tveimum árum síð-
ani vóru næmingarnir
og lærarin á eini ferð í
Danmark. Tey høvdu
sjálvi savnað inn allan
peningin til hesa ferð-
ina, sum tey vóru sera
fegin um.
Í ár verður ikki farið
so langt. Tey ætla sær
ein túr í Fugloynna, har
tey skulu gista eina nátt
og eisini ganga millum
báðar bygdirnar.
Tey ætla sær somu-
leiðis at fara ein dagstúr
í Svínoynna í summar.
Tey spæla eitthvørt spæl á
trappuni – upp og niður,
niður og upp – í Føroya
størsta skúlagarði
Magna Thomassen hevur
verið einalærari í Harald-
sundi í seks ár. – Her er
gott at vera. Men tað hevur
sínar avbjóðingar við sær,
sigur hon