hósdagur 28. apríl 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
síggja soleiðis uppá hesar
umstøðurnar hjá skúla-
børnunum í Haraldsundi.
Nøkur av skúlabørnunum
spæla eitthvørt spæl á
sjálvari trappuni, har tey
hoppa upp og niður gjøg-
num trinini. Tá tey ikki
tíma tað longur, kunnu tey
bara fara aftur um skúlan,
har eitt úthús stendur, sum
er vælegnað til "hen-i-
over"-spælið.
Vit hoyra onga klokku
ringja, men brádliga kemur
róp í, at nú er fríkorterið
liðugt.
– Komið inn, tí nú byrja
vit, rópar ein av næmingun-
um út í skúlagarðin.
Børnini eru ikki longri
burtur enn so, enn at tey
hoyra tað, sum sagt verður.
Næmingarnir, sum enn
eru uttanfyri, skunda sær
innar, væl vitandi um at
tíðindatænastan er komin á
gátt.
Mállæra
Hóast tvey umboð fyri
tíðindatænastuna
eru
í
Haraldsundi henda dagin,
so órógvar tað ikki undir-
vísingina.
Lærarin kemur innar, og í
somu løtu er friður í skúla-
stovuni. Á tímatalvuni er
danskt.
– Ja, I kan bare tage jeres
bøger op af tasken!, sigur
Magna. Hon tosar á donsk-
um.
Og børnini gera so sum
lærarin sigur. Fá sekund
seinni eru bøkurnar á borð-
inum.
– Ja, Karola. Vil du ven-
ligst læse på side femog-
halvtreds!
– Á síðu fimmoghálv-
trýss?
– Ja, på side femoghalv-
treds. Og du må gerne tale
dansk!
– OK, sigur Karola á
donskum – ella var tað á
føroyskum ella kanska á
enskum?! Sama ger. Hon
ger so sum lærarin sigur.
Og hon byrjar at lesa
ovast á síðu 55.
– Det var engang ...
Tað gongur við rúkandi
ferð, - ja, so skjótt, at
Magna biður hana um
"ikke at læse så hurtigt".
– Jatak, det var fint,
Karola. Og Ragnar, så er
det din tur!
Hini børnini verða nú sett
í gongd við ymiskar upp-
gávur í donskum. Øll hava
tey danskt samstundis, og
øll skulu tey undirvísast á tí
støðinum, tey eru á.
Hóast hesar umstøður, er
einki sum bendir á, at tey
eru verri fyri enn onnur
skúlabørn.
Nr. 79 - 28. apríl 2005
9
Øðrvísi protokoll
Í løtuni er talið av
skúlabørnum átta,
men tað hevur verið
heilt uppi á 13. Næsta
skúlaár fer ein
næmingur í 1. flokk,
men so ganga 3-4 ár
áðrenn tað hendir
aftur
BYGDARSKÚLI
Snorri Brend
Haraldsund: – At vera
lærari her er ein heilt
øðrvísi avbjóðing!
Hetta er sætta árið at
Magna Thomassen er lær-
ari við Haraldsunds skúla.
At hon yvirhøvur kom til
henda skúlan komst av, at
foreldur hennara úr Klaks-
vík vóru deyð. Av tí at hon
var einasta barnið, og kort-
ini ofta vitjaði í Klaksvík,
har tey áttu bæði hús, neyst
og jørð, mátti ein støða
takast.
–
Spurningurin
var:
Skuldi eg sleppa mær av
við tað, ella taka mær av
tí?! Eg valdi so tað seinna,
sigur hon við einum brosi.
Hon starvaðist tá við
skúlan á Giljanesi í Vágum,
men søkti starvið, tá tað
varð lýst leyst, og hevur
síðani verið einalærari í
Haraldsundi.
– Tað er sjálvandi ein
munur á at vera lærari við
tveir so ymiskar skúlar. Tá
tú ert lærari við ein van-
ligan skúla hevur tú børn á
sama aldri í sama flokki.
– Tey fáa øll at vita tað
sama, og øll fylgja við í tí
sama, og so kann lærarin
seta seg niður, meðan børn-
ini arbeiða við tilfarinum,
sigur Magna.
Allir aldursbólkar
Tá talan er um skúlan í
Haraldsundi er undirvís-
ingin skipað á ein munandi
øðrvísi hátt, tí aldursbólk-
arnir eru so ymiskir.
– Her er tað soleiðis, at tú
allatíðina skalt flyta millum
seks, og ofta sjey ymiskar
aldursbólkar.
– Og so má ein syrgja
fyri, at tey sum ikki eru við
í tí, sum eg tosi um, hava
okkurt annað at gera. Eg
skal alla tíðina hugsa um
øll, so tað er ein heilt onnur
avbjóðing, sigur hon.
Í skúlanum eru í dag átta
næmingar, men eingin í 3.
flokki. Tá flestu næmingar
vóru í skúlanum var talið
heilt uppi á 13 í skúlaárin-
um 2000/2001, men so
hevur talið eisini verið heilt
niðri á tí, tað er hetta skúla-
árið.
Í løtuni eru fimm børn
niðan fyri skúlaaldur í
bygdini, og eftir summar-
frítíðina fer ein næmingur í
1. flokk. Men so ganga
helst eini 3-4 ár áðrenn
næsti næmingurin fer í
skúla á fyrsta sinni.
– So her minkar, sært tú.
Tað sær ikki alt ov gott út,
sigur Magna eitt sindur
stúrin á málinum. Men tað
vísir seg kortini, at barna-
talið kemur líkasum í lop-
um.
Fyri nakað nógvum árum
síðani varð gjørd ein út-
stykking í Haraldsundi, og
tá komu nógv nýggj hús og
harav eisini fleiri børn.
Óhugsandi er ikki, at
fleiri av hesum ungu fara at
búseta seg í bygdini um
grundøki verða tøk.
Tá kann barnatalið aftur
fara at vaksa.
– Eg má allatíðina
hugsa um øll
"Summarmáladagur – tvey tíðindafólk
frá Sosialinum vitja: Snorri Brend og
Bárður Lydersen".
Nøkurlunda soleiðis stendur skrivað í
protokollina í skúlanum í Haraldsundi
fyri hósdagin 14. apríl 2005. Og
soleiðis kemur tað altíð at standa.
Í skúlanum føra tey protokoll, sum
gjørt verður við allar aðrar skúlar. Men
so hava tey ein teig aftrat, sum sigur eitt
sindur frá tí, sum tey takast við og sum
tey uppliva gjøgnum skúladagin.
Hetta er sera áhugavert fyri komandi
ættarlið at lesa í. Stuttligt er m.a. at lesa
um, at tann eini næmingurin, Magnus
tann 6. februar í 2001 er farin til
Danmarkar at fylgja abba sínum, og at
hann kom aftur tann 13. februar.
Í protokollini sæst eisini, at Ella M
var ikki í skúla tann 9. januar í 2001, tí
hon var dottin. Tann 30. januar 2001
stendur skrivað, at Ragnar hevði
oyrnabruna.
Tann 4. februar sama árið sóu tey ein
sildreka sunnanfyri byrgingina. Fyrst
hildu tey, at tað var ein royður, og tað er
eisini skrivað í protokollina. Seinni
funnu tey so fram til, at tað var altso ein
sildreki.
Nevnt er eisini, at 1. oktober 2004
vóru Ragnar og Erla á fjalli á Skarði.
Tey sita so hugalig og arbeiða –
fremst vm.: Durita (4. fl.), Erla (5
fl.) og Rúni (6 fl.). Í miðraðnum
vm.: Tórur (5 fl.) og Ragnar (7 fl.),
og á aftasta raðnum vm.: Alberta (2.
fl.) og Karola (6. fl.)
Durita er í gongd við eina uppgávu, men má hava hjálp frá læraranum