Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 79 - 28. apríl 2005 Ósamsvar er millum landsstýrið og donsku stjórnina ella partar ov donsku stjórnini um tulkingar av sjálvs- avgerðarrættinum. Intern ósemja er millum danska forsætismálaráðið og danska uttanríksráðið um at viðurkenna føroyingar sum serstaka tjóð eftir fólka- rættinum. Hetta sær ørkylmandi út fyri okkum føroy- ingar! Omaná alt kemur nú danska løgmálaráðið og setir spurnartekin við lóggávuvald løgtingsins. Hetta hendir, alt meðan danska fólkatingið flytir eitt lóg- gávuøki fyri og annað eftir til samveldismyndugleikar í Bruxelles. Hetta er ikki nóg gott, milt talað! Soleiðis er støðan sambært Dag og viku týskvøldið. Er hetta ein sonn mynd av støðuni, so má ásannast, at hetta kann ikki halda fram soleiðis, tað ber heilt einfalt ikki til! Best sum vit halda, at nú eru allar súðir syftar og spurningurin um sjálsavgerðarrætt og tjóðarviður- kenning var avgreiddur við yvirlýsingum og uppskoti um yvirtøkulóg, so koma uttanríkisráð og løgmálaráð og siga: nei hetta ber als ikki til, soleiðis spælir klaver- ið ikki! Í formælinum til yvirlýsingina um yvirtøku- lógina verður greitt viðurkent, at føroyska tjóðin hevur sjálvsavgerðarrætt og verður viðurkend sum serstøk tjóð eftir fólkarættinum. Hetta hevur givið okkum orsøk til at halda, at nú eru hesar forðingar endiliga beindar burtur. Men her er einki broytt, sigur uttanríkisráðharrin, samstundis, sum hann gevur inuit í Grønlandi somu sømdir, sum hann vil nokta okkum. -Grønlendingar eru øðrvísi enn føroyingar, teir eru meira sermerktir, sigur hann. Hvat hugsar uttanríksráðharrin fyri sær? Hann veit jú betur enn so. Er her veruliga enn einaferð talan um klassiskan danskan del og hersk politikk? Er málið veruliga at seta kílar millum føroyingar og grønlendingar? Um so er, eiga føroyskir myndugleikar ikki at góðtaka hetta. Nú mugu løgmaður og løgting seta forsætismálaráð- harranum stólin fyri dyrnar og boða honum frá, at nú gongur hetta ikki longur. Danir mugu gevast við at melda ymiskt út yvirfyri føroyingum. Ein loysn kundi verið at avtalað, at tað er forsætismálaráðharrin, ið førir dialogin við løgmann. Vit eiga at kunna krevja av danska forsætismálaráðharranum, at hann syrgir fyri, at hansara ráðharrar ikki mótsiga hvørjum øðrum, og at tað, ið kemur úr danska embætisverkinum er í tráð við tey politisku ynski, ið eru drívmegin aftanfyri til- gongdina millum donsku stjórnina og Føroya Lands- stýri. Málið snýr seg um politikk og ikki jura, og tí er umráðandi, at danska embætisverkið ikki sleppur at broyta kós í andsøgn við politisku ynskini. Megnar danski forsætismálaráðharrin ikki at halda sínar ráð- harrar og ráð í einari linju, so kann hetta skapa trupul- leikar fyri Løgmann og Løgtingsmeirilutan, ið vil framá við yvirtøkulógini, og so er vandi fyri, at vit enda aftur í tí naggatódn, ið hevur valdað seinastu seks árini. DAGSINS MEINING Sosialurin Danskar sjálvmótsøgnir VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Manijeh Elsa Modi So vítt eg veit, er tín tulking ikki tann einasta, sum møguleika og undirtøka er fyri, hjá prestum og serkøn- um á økinum - út frá kristnu læruna. So vítt eg veit, verður skilt ímillum, hvussu samfelagið varð skipað tá í tíðini, og so læru Jesusar. Tað bar møguliga ikki til hjá Jesusi, at læra øll alt uppá ein gang. Við- víkjandi skriftstøð og Bíbliu, lati eg orði til tey skriftlærdu. Viðvíkjandi egna trúgv: Jesus er sera eyðmjúkur. Hann lærur meg harvið heldur at vera góð við næsta mín, enn at døma um hansara livihátt. Hetta so leingi sum næstin ikki ger øðrum beinleiðis skaða. (Her má undirstrikast, at samkynd einki hava við pedofil – ella "barnalokk- arar" - at gera. Hetta er full- komuliga skeivur atburður, óansæð hvønn kynsligan livihátt man hevur.) Menniskju ráða ídag so yvir nátturuni ídag, at eingin virðing er fyri tí dálking, sum vit útseta náttururíkidøminum fyri. Evni hjá ungum monnum at gita børn, er farin 25% niður, eftir 20-30 árum. Víst verður á, at eiturevni í okkara dagliga umhvørvi hava sín lut í hesum. Tó eru fleiri fólk til í verðini ídag, enn nakrantíð áður. Sostatt er lítil og eing- in vandi fyri, at menniskjan doyr út av barnatroti. Størsti vandin móti menn- iskjaættini ídag er eftir mínum tykki: 1) Fátækradømi og sosial (sálarliga sovæl sum peningaliga) neyð, sum eggja til kríggj og køv- ing av menniskjum, 2) Dálking, sum vit øll hava lut í. Hesi áttu vit - eftir mínari meting - at gjørt nakað við, sum skjótast - um vit virða Guðs skaparaverk høgt. Tað er í ordan, at tú hevur tína meining, og tín átrún- aðarligu støðu viðvíkjandi teimum samkyndu. Tað kunnu vit samkyndu virða – sum borgarir í einum demografiskum samfelag- ið. Eingin av okkum sam- kyndu, fer at noyða teg, at liva sum samkyntur. Tú fært frið, og full rættindi, til at liva í samljóð við tínum átrúna, og harvið velja tann livihátt tú ynskir. Munurin á korunum hjá tær, og teimum samkyndu er, at sum lóggávan nú er, vil samfelagið tvinga okk- um, sum ynskja at liva sum samkynd, at liva sum hins- kynd. Hetta við at nokta okkum atgongd til paralag - sjálvt um tað fyrigongur uttanfyri kirkjuna. Somu- leiðis við at lata vera við at gera eina antidescrimina- tionslóv. Tað vil siga, at reint politisk/juridisk, kunnu vit ikki sikra hvønn annan, um partnari doyr, uppá sama máta sum hins- kynd. Ikki uttan so, at testamenti skal gerast, og vit gjalda nógv meira í arvaavgjald. Á sama hátt við onnur búskaparlig við- urskifti, sum av sær sjálv- um fella uppá pláss, við parlagi. Líkasum eingin tvingar teg, til at liva sum sam- kyndur, ynskja vit sam- kyndu loyvi til at liva í sam- ljóð við okkara áskoðanir. Vit ynskja høvi at liva og virka fyri hetta samfelagið, sum onnur. Tað er tað, vit biðja før- oyingar um at geva okkum pláss til í heimlandi okkara. Her er pláss fyri Jehovas Vitni, Brøðrasamkoman, Fólkakirkjan, katolikkar, menningartarnaðum, brek- aðum, psykisk sjúkum. Vit høvdu verið glað, um pláss eisini varð gjørt fyri okk- um. Heðin Mortensen Borgarstjóri Í lesarabrævi leygardagin finnist Beate L. Samuelsen at Tórshavnar kommunu fyri at gera okkurt við hundalortarnar, sum hon sjálv sigur vera eina plágu fyri býin. "Lort í býin" átakið er partur av einum størri um- hvørvisátaki hjá kommun- uni. Vit royna at broyta hugburðin hjá fólki, soleið- is at minni verður dálkað. Sitandi samgonga raðfestir umhvørvið, og vit eru eisini til reiðar at brúka neyðuga peningin fyri at røkka mál- ið. "Lort í býin" átakið hev- ur higartil kostað 37.000 kr, ikki 100.000, sum Beate sigur. Hetta er nógvur pen- ingur. Men á eini fíggjar- lóg, sum er 450 milliónir kr., fara vit at finna pláss til hetta. Beate átti at verið so roynd innan býráðspolitikk, at hon visti, at tílík smærri mál ofta verða viðgjørd av umsitingini. Beate ivast í, um tað er rætt at "forera" posarnar til hundaeigarar. Tað kann vera rætt. Men veruleikin er tann, at taka hundaeig- arar upp eftir hundinum, er hetta ein gáva til allar borgarar í kommununi. Tær nýtist ikki at eiga hund fyri at traðka í ein hundalort. Eg havi sjálvur roynt tað. Vit á Vaglinum fáa nógv- ar áheitanir um hundalort- ar. Talan er ikki í bara um, leysar hundar. Men ofta um hundar, sum ganga túr í bandi. Vit noyðast tí at broyta hugburðin hjá teim- um, sum ikki taka upp eftir hundinum. Tí lýsa vit og gera serligu posarnar. Fyri at venja fólk til at brúka teir, lata vit teir ókeypis fyrstu tíðina. Men ætlanin er, at í framtíðini verða pos- arnir til keyps fyri fram- leiðslukostnaðin. Beate skjýtur upp, at hundafangarin tekur leysar hundar upp. Hetta ger hundafangarin longu. Ár- liga tekur hann millum 80- 100 leysar hundar upp. Eg skilji ikki, at Beate við sínum royndum úr býráð- num ikki visti av hesum. Annars haldi eg, atburðin vera eitt sindur løgnan. Beate hevði møguleika at siga sína meining á fundin- um í Heilsu- og Umhvørv- isnevndini. Men tá hevði hon onga viðmerking. Eg vildi hildið, at nevndar- fundurin hevði verið rætta stað at spurt um hesi iva- mál. Til Tummas Jacobsen Lort í býin, Beate