Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 - 28. apríl 2005 11 VIÐMERKINGAR Símun A. Klein Hugstoytt er at uppliva hvussu lítið skil er á landsins sokallaða leiðandi fólki. Og tó hevur hetta óskilið staðið á í so mong ár eftirhondini. Upp undir seinasta fólkatingsval bleiv formaður sambandsflok- sins spurdur um hvussu danska grundlógin eitur, men hann visti hetta ikki. Gangi út frá í dag, at nú kennir hann so rætta svarið, hóast ringt er at koma sær undan skommini. Hevði hann so verið spurdur, um nú danska grundlógin er galdandi sum grundlóg fyri Føroyar, so hevði hann iva- leyst svarað játtandi bein- anvegin, men neyvan kunn- að forsvara sína trúarjáttan! Einaferð vóru tað tveir fullveldiskongar ið settu kós móti einum sjálvstýri við egnari grundlóg, men báðir endaðu teir á knøun- um tilbiðjandi donsku grundlógina og svóru henni hildareið og trygdareið, og at teir vilja trúfast halda hesa grundlóg »i tykt og tyndt«? Milliónir av krónum vóru brúktar til at seta í verk at smíða eina føroyska grund- lóg, fyri ikki at tala um enn fleiri milliónir krónur ið vóru avsettar til at seta nevndir í samband við grundlógarverkið, og síðani nevnd at kanna nevndir o.s.frv., men øll tekin eru fyri, at allur hesin peningur hevði munað væl betur, um hann var latin fátækum. Annars hevur løgmaður boðað frá, at Føroyar skulu gerast ein av heimsins fremstu Tjóðum innan ár 2015!??? Jaja, vegurin hartil er sera drúgvur, tí sum er, so liggur Føroya status á lægri støði enn sum ein donsk kommuna hóast Føroyar tó (av dønum) vera roknaðir fyir at vera sum ein donsk kommuna hóast vanligi borgarin fær verri sømdir enn ein vanligur borgari í eini ektaðari danskari kommunu. Men fyri at røkka áðurnevnda máli, mugu føroyingar tí fyrst náa málinum: »Ein av fremstu kommunum í Danmark«. Øllum kunnugt vil løg-maður jú helst hava eitt víðkað sjálvstýri innan danskar karmar ella sum danska grunlógin eisini sigur: »Kommunerners ret til – under statens tilsyn – selvstændigt at styre deres anliggender, ordnes ved lov!« § 82 i Danmarks Riges Grundlov af 5. juni 1953. til tess at náa málin- um og gerast ein av heim- sins fremstu tjóðum, mugu føroyingar fyrst uttanífrá viðurkennast sum ein tjóð! Harnæst mugu sambands- flokkarnir umvendast til loysingarflokkar, men sein- ast eg visti, so var javnaðar- flokkurin ein avgjørdur sambandsflokkur, og fólka- flokkurin, ið annars segði seg vera loysingarflokkur, virkar sum nú er sum ein sambandsflokkur og hvar fyrrverandi løgmaður hjá fólkaflokkinum annars fyri tíðina liggur á knøunum fyri donsku grundlógini, so at longu nú áttu vit at sæð og hoyrt nógv brimdun frá flokkunum vegna áður- nevndu himmalhøgu visi- ón, men enn frættist bert um kavarok á tingið hvarí tinglimirnir skjóta við skørpum eftir hvørjum øðr- um. Men eitt er at hava dreymar og sjónir, men hvør er núverandi støða Føroya í samband við Dan- mark??? Skal 10 ára dreymurin hjá løgmanni praktiserast í veruleikan- um, mugu føroyingar fyrst kenna sína núverandi støðu í heimssamfelagnum? Í samband við seinastu útgávu av donsku grund- lógini, úttalaðu 2 av kend- astu professarum í Dan- mark – við titlum so sum Dr. Jur. & Phil – seg um føroysku heimastýrisskip- anina undir § 82 í donsku grundlógini eftir boði frá statsministara Erik Eriksen: »En grundlovsændring vedrørende Færøerne kan ikke anses for påkrævet som følge av loven om Færøernes hjemmestyre. Denne lov er givet ud fra den forudsætning, at den trufne ordning er forenelig med den gældende grund- lov, og der ses ikke at være nogen anledning til at op- give denne forudsætning!« Av tí sama bleiv áður- nevnda kanning av pro- fessarunum bókað í stats- rættarligum høpi á henda hátt: »Det færøske hjem- mestyre må retligt karak- teriseres som et (dansk) kommunalt selvstyre af usædvanligt vidtgående omfang (samsvarende §82 i den danske grundlov). Der ville forfatningsmæssigt intet være til hinder for at etablere tilsvarende ordn- inger for Amager eller Tås- inge«. Hesir professarar siga einki minni enn tað, at Føroyar eru at rokna sum ein donsk kommuna við »usædvanligt vidtgående omfang«. Um nú løgmaður og hansara viðhaldsfólk góð- taka hesa áðurnevndu støðu Føroya, so krevur 10 ára hugsjónin bjarta hjá løg- manni minst 10 x 10 ár at náa risahøga tjóðskapar- málið! Oyggjatíðindi spurdi løg- mann á einum óformellum fundi herfyri í Tinganesi – viðvíkjandi spurninginum um, at danir høvdu upplýst ST um, at føroyingar ikki høvdu tanka um sjálvstýri og at føroyingar kendu seg sum danir og ikki sum føroyingar og harvið sum eitt fólk – um løgmaður ætlaði, at hesir upplýsingar til ST bara skuldu verða standandi, og um hann ikki fór at krevja teir rættaðar? Løgmaður helt, at hetta var ein góður spurningur hjá blaðstjóranum á Oyggjatíðindi at spyrja Per Stig Møller (danska uttan- ríkismálaráðharran) um, tá hesin seinni í ár kemur á almenna vitjan? – Eitt van- ærandi svar fyri ein løg- mann og vanvirðandi fyri spyrjaran ella vantandi virðing fyri spyrjaran! Ein kann undrast yvir, at so at siga øll av landsins fólkavaldu, ikki hava nakr- ar sum helst fortreytir, lær- dómar ella royndir vm. at vera á teim postum, ið teir so manniliga royna at verja um. Núverandi løgmaður hevur bakgrund sum skúla- lærari, fiskaríministarin somuleiðis og hartil bóndi. Fyrrverandi fiskaríminist- arin hevði bakgrund sum kriminalpolitistur og í Mentamálaráðnum við nú- verandi sum undanfarnu ráðharrum sýnast tey ikki at hava hegni til at loysa trupulleikar, men heldur skapa nýggjar trupulleikar og hartil gølur av ymsum slagi, tak nú bert eitt dømi hesa seinastu tíðina í Sand- oynni o.s.fr. Haraftrat valdar trykkjuskapur, svik og kynsligur ágangur v.m. sambært miðlunum eisini innan tingsins gátt o.m.a. er, ið ikki hoyrir heima innan tingsins gátt. Um so er, at hesir persónar eru fólkavaldir, so merkir hetta ikki tað sama sum, at teir eru egnaðir at vera har, sum teir nú einaferð eru. Meir enn 50 bý- og bygdaráðslimir hava fyri kortum verið á marglætis- túri í Danmark í eina viku. Kostnaðurin var ikki minni enn 10.000 kr. pr. luttakara ella íalt góðar 500.000,- kr. eisini kallað fyri ein góð hálv millión kr. Einstak- lingar við barni mugu klára seg við væl minni um mán- aðin til bæði húsaleigu, mat og klæðir v.m., men hvarí luksusharemið í Føroya Kommmunuskipan brúka væl meiri pr. høvd til ein luksustúr til Danmarkar í bert eina viku av almennum peningi. Og so í eini tíð, hvarí skattainntøkan í Før- oyum er væl minni í mun til sama tíðarskeið í fjør, og hvarí serfrøðingar av álvara er farnir at tosa um kreppu ið enn einaferð sníkir seg inn yvir brimbarda landið! Illa stødd arbeiðsfólk noyð- ast at brúka sína feriuløn til at gjalda skuld við meðan tey ráðandi kjósa sær við skattapeninginum hjá arbeiðandi stættini! Og so skjótt sum tað frættist, at danska drotning- in við húski kemur á vitjan, so verður rópt beinanvegin eftir 1,3 mill. kr. til at taka ímóti hesum húski við, ið ongantíð í sínum lívi nakran tíð hevur goldið eitt klovi oyra í skatti til danska kongaríkið! Skomm er ikki at finna hjá slíkum fólki, og sokallaðu kristnu sam- komurnar og tess leiðarar venda gumpin til alla hesa evjuspannina, men skuldi hann funnið uppá at opna munnin, so er tað bert fyri at verja um hesa evjuspann! Og umleið 48.000 menn- iskju mugu bera byrðuna eftir øll tey mistøk, sum í heilum vera framd innan tingsins arbeiði, tí at tey sum mynda landsstýrið og løgtingið v.m., als ikki hava nakran sum helst førleika av nøkrum slagi fyri at vera á teim postum, har tey nú bara einaferð eru. Eitt tað feskasta dømið hava vit so vegna sjófaringini av Jøkulfelli. Og eingi útlit eru fyri, at kavabólturin ætlar sær at steðga á eina løtu, men rullar við fúkandi ferð oman líðina. Ein kann spyrja seg sjálvan, um ein útlærdur bakari kann virka sum hjartaspecialistur? Kann ein timburmaður virka sum djóralækni? Kann ein bóndi virka sum flogskipari? Norska stjórnin kann akkurát sum einki finna ein marknað uttanum ES innan fiskiídnaðin. Feskasta døm- ið er vegna upsan, ið bæði russar og ukrainar eru so svangir eftir, at sjálvt risafiskitjóðin Noreg ongan møguleika hevur at metta áðurnevnda marknað. Av tí at eftirspurningurin er so stórur á hesum leiðum eftir upsa, kunna tí norðmenn sum er geva upp til 10,00 kr. kilo fyri upsan meðan upsin í Føroyum kostar umleið 1,00 kr. fyri kilo. Ei heldur her megna føroysku politikkararnir akkurát einki, hóast sína ráðandi støðu. Mær er komið fyri oyra, at danskir strámenn sita sum millummenn og skúma fløtan av, tá før- oyskar fyritøkur skulu selja sín viðgjørda fisk av land- inum og at hann skal – utt- an vit og skil – seljast til ES lond. Er hetta satt, so er monopolhandilin ikki enn avtikin í Føroyum, men virkar framvegis í fullum máli um enn loyniligt. Og tekini eru mong ið stað- festa, at so er! Spurningurin er bert so, hvør í Føroyum fær ágóðan av slíkari loyni- ligari monopolhandilsskip- an? Í øllum førum er tað so ikki vanligi borgarin í Før- oyum! Men undir øllum um- støðum kann ein blíva við at róta í hesi evjuspann, tí at hon er tíverri ótømandi, og eingi útlit eru fyri, at nakar hugur er yvirhøvur til stað- ar at rudda upp og reinsa hesa evjuspann! Fólk sita sum negld. Rumbul á skránni - hava vit onki lært av 80’unum ? (2:3) Kristina Háfoss "Lurtað varð ikki eftir ávaringum frá sakkunn- leikanum, góð ráð vórðu ikki fylgd." Hetta var ein av høv- uðsniðurstøðunum í §19-frágreiðingini (s. 327), ið Løgtingið lat gera fyri at staðfesta, hvat varð gjørt skeivt í 80’unum, fyri soleiðis at tryggja, at vit kundu læra nakað av hesum feilum. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, var ein av nevndarlimunum í nevndini, ið gjørdi hesa frágreiðing vegna Løg- tingið. Frágreiðingin staðfestir so dyggiliga, at ein av stóru trupul- leikunum og orsøkunum til kreppuna í føroyska samfelagnum var, at lurtað ikki varð eftir sakkunnleikanum. Men er nakað broytt í dag? Hava vit lært nakað av hesum ? Hvat hendir í dag, tá ið Búskaparráðið og hópurin av øðrum serfrøðingum, í sam- band við lógaruppskotið um at geva rækjuvinnuni 20 mió. kr. í studningi, gera vart við, at farast ikki skal undir beinleiðis rakstrarstuðul aftur ? Júst tað sama sum í 80'unum. Heldur enn at taka ráðgevingina til eftir- tektar boðar Føroya løg- maður í Útvarpi Føroya frá, at meiningarnar hjá búskaparráðsformannin um í samband við rækjustuðulin eru í so "…teoretiskar og hava lítið gróðurfesti í tí, ið rørir seg í samfelag- num…" (ÚF 19.04. 2005). Hetta er ikki virðiligt. Um stovnar sum Løg- tingsins Umboðsmaður og Búskaparráðið ikki verða virdir - ja, so hava hesir stovnar onga mein- ing, og kundu tað sama verið niðurlagdir. Og tað stendur øllum greitt, at tá sjálvur Føroya løg- maður gongur á odda at gera niðurstøðurnar og ráðgevingina hjá Bú- skaparráðnum til onkis, so letur løgmaður eisini dyrnar upp fyri, at tað sum heild er í lagi, ikki at taka ráðgevingina frá Búskaparráðnum í álvara. Hetta kenna vit alt ov væl aftur frá 80’unum - og tíverri gongur tað sama fyri seg í dag. Eitt er víst og tað er, at skulu vit gera okkum nakrar vónir um at vinnulív okkara skal klára seg í kappingini á altjóða marknaðinum, so er alneyðugt, at vit læra av okkara feilum, og lata okkara vinnulív støðugt tillaga seg til broyttar fyritreytir so- leiðis, at vinnulívsfólk leggja seg eftir at fram- leiða tað, ið gevur mest avkast - ikki tað, ið gev- ur mest almennan stud- ning. Løgmaður skúgvar búskaparráðið til viks