Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagin letur 39 ára gamli listarmaðurin, Finn- leif Mortensen av Argjum upp málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Á framsýningini hevur hann íalt 22 oljumálningar, sum hann hevur málað síðani á heysti í fjør. Sein- asti málningurin varð mál- aður í farnu viku. Íblásturin til myndirnar er fingin til vega úr før- oyskum bygdarløgum og úr teirri vøkru náttúruni, har honum dámar væl at ferð- ast í. Framsýningin í Ribarhúsi letur upp fríggjadagin kl. 15 og er eisini opin leygar- dagin frá kl. 10 til 13 og sunnudagin frá kl. 14 til 19. Annars er framsýningin í stóran mun opin, tá Piddasa Handil er opin – hetta fram til 18. mai. Finnleif Mortensen hevur áður luttikið á Várfram- sýningum og Ólavsøku- framsýningum, eins og hann hevur havt fleiri fram- sýningar sjálvur í Smiðjuni í Lítluvík. Í juni mánaði fer hann aftur at hava fram- sýning í Smiðjuni. 12 Nr. 79 - 28. apríl 2005 70 ár Í dag, hósdagin 28. apríl verður Alma Bjartalíð, Klaksvík, 70 ár. Hon er burturstødd. Dagurin verður hildin leygardagin 30. apríl mill- um kl. 10 og 14 í Bøgøtu 19 í Klaksvík. Dagurin 28. apríl, Vitalis, deyður umleið 171. Rómverskur embætismaður, sum gjørdist kristin og tí varð tikin av døgum. Mong vóru minnini sum leitaðu fram í hugan, nú tá eg frætti, at frændi mín Joen Pauli Hammer var fluttur heim til Harran. Pauli var elstur av níggju systkin- um, og byrjaði sum siður var í stór- um familjum, at taka lut í øllum fyrifallandi arbeiði. Líka frá tí eg var smádrongur minnist eg Paula sum mín kærasti frændi. Undir seinna heimsbardaga, tá nógv skip frá Føroyum sigldu við fiski til Bretlands, sigldi Pauli við »Marshal« frá Vági. Minnist eg sum 7-8 ára gamal, tá Pauli kom aftur heim eftir túr til England, at vit óvitarnir fingu góðgæti, sum ikki var so lætt at fáa hendur á tá. Somuleiðis minnist eg, tá pápi mín, sum ofta var sjúkur, slapp at fylgjast við Paula tá leitað var eftir reka vesturi á Eiðinum í krígsárun- um. Seinni tá eg var eldri, slapp eg ofta at vera við teimum beiggjun- um Paula, Jensi og Johannesi, bæði eystanfyri eftir nátungum, og vestan fyri eftir fugli. Væl minnist eg tá farið var vestur undir bjørgini, og leitað var uppi í Fløttin undir ánni. Eg sum var lítið djarvur í bakkanum, dámdi best at halda meg nærri Jóhannesi, tí hann var so róligur. Pauli lá oftast útifyri í báti. Trý seinastu árini, áðrenn eg flutti til Ísland, arbeiddu vit Pauli saman á Kolinum, Pauli var for- maður í minuni, eg átti vørubil og koyrdi mennirnar til arbeiðis um morgunin og heim um kvøldið, arbeiddi eisini inni í minunum. Eg fór í huganum yvir, hvørjir mundi vera eftir á lívi av teimum, sum ar- beiddu í Nýggjustovuminuni, og um eg ikki fari heilt skeivur eru tað ikki meiri enn 3-4 sum í dag eru á lívi. Fyrstu ferð eg fór á sjógv var við hvalbiartrolaranum »Drátti« har Pauli var 2. stýrimaður. Pauli var ein av stóru eigarunum á trolaran- um. Seinni vóru vit aftur saman til sjós, tað var við íslenska trolaran- um »Hvalfelli« frá Reykjavík. Seinast eg hitti Paula var fyri tveimum árum síðani, tá eg var heima og helt sjeyti ára føðingar- dag mín. Tá var Pauli so sjúkur, at ein kundi rokna við at hoyra boð um at hann var farin, nær tað kundi vera. Tað var tung lagna, ið Pauli mátti bera í 37 ár. Í bestu manndóms- árum at verða tikin og settur til síðis av sjúku sum ikki var møgu- leiki at lekja. Nú knapt 83 ára gam- al var lívstráðurin slitin. Tað var eitt, sum Pauli var klárur yvir. Hann átti vísan stað heima hjá Harranum sum hann hevði sett sítt álit á. Konu hansara, Almu og børnun- um, ja øllum hansara kæru senda vit Hemma okkara kærastu heilsur við bøn um at góður Guð styrki tykkum í sorg tykkara. Sorgin vendir til gleði, tá vit við ævigari vissu kunnu síggja, at okkara kæru eru farin til hin fagra æviga stað. Niels J. Erlingsson Akureyri NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Minningarorð um frænda mín Joen Paula Hammer, Hvalbøur Tað verður hervið gjørt kunnugt, at kæri maður og pápi okkara Olaf Krossteig andaðist sunnudagin 24. apríl, 97 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju hósdagin 28. apríl kl. 14.00 Fyri tey avvarðandi Estrid Krossteig Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at okkara elskaði pápi, verpápi, abbi og langabbi Jens Albinus, Fámjin andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi sunnukvøldið 24. apríl, 84 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum hósdagin kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Fámjins kirkju fríggjadagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Jústa, Svenny,Tórgerð og Jens Eli Tey, íð vilja minnast Jens kunnu lata Fámjins kirkju eina peningagávu. Tøkk Við deyða og jarðarferð hjá elskaðu konu, mammu og ommu okkara Herthu Petreu Olsen f. Heinesen hevur verið veitttur okkum ómetaligur stuðul og hjálp. Vit vilja tí á hendan hátt, hjartaliga takka tykkum øllum, sum sýnt hava samkenslu. Vit vilja takka tykkum mongu, ið stukku inn á gólvið við troystandi orðum og øðrum. Øllum tykkum, sum komu við onkrum til ervið og ikki minst tykkum, ið stákaðust í Bygdarhúsinum. Eisini takka vit fyri peningagávur og kransar, sangarunum í kirkjuni og tykkum mongu, ið fylgdu henni til gravar. Eingin nevndur, eingin gloymdur. Gud vælsigni tykkum øll. Árni Jákup, Súsanna og Heri v/ familju Finnleif framsýnir í Fuglafirði Finnleif Mortensen hevur havt framsýningar á mongum støðum. Nú vitjar hann í Fuglafirði við 22 av oljumálningum sínum