hósdagur 28. apríl 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 - 28. apríl 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í farnu viku hevði 7. flokk-
ur í Fuglfjarðar skúla vitjan
av einum flokki úr Suðavík
í Íslandi.
Hesi
børnini
gjørdu
mangt áhugavert saman, og
vóru tann eina dagin eisini
ein túr í Havn. Har hittu tey
m.a. mentamálaráðharran,
Jógvan á Lakjuni, ið sjálvur
er fuglfirðingur og vitjaðu
onnur kend støð.
Sum ein part av skránni
vitjaðu tey eisini á Miðla-
húsinum í Vágsbotni, hag-
ani henda myndin stavar.
Síðani Sosialurin flutti í
nýggju hølini í Vágsbotni,
hava nógv fólk verið á vitj-
an. Men hetta var so fyrsti
skúlaflokkurin.
Fyrsti skúlaflokkurin í Miðlahúsinum
Í gjár, mikudagin 27. apríl,
fylti Hjørdis Djurhuus í
Havn 95 ár. Ivaleyst eru tað
fleiri - ikki bara í eldra ætt-
arliðnum - sum komast við
Hjørdis, sum so hendinga
áhugavert segði frá barna-
og ungdómsárunum í út-
varpinum á jólum.
Hjørdis er ættað úr Havn-
ini. Foreldrini vóru Hans
Kamban, sum var lærari í
Havnini og ættaður úr
Skúvoy, og Marie, fødd
Ziska, fødd í Vági og upp-
vaksin í Havnini. Børnini
hjá teimum vóru Bette,
sum var gift við Peturi
Andreasen,
Hjørdis,
Hanna, sum var gift við
Franklin Ziska í Klaksvík,
Janus, Ebba, sum er gift við
Eriki Petersen, Kristoffur,
sum doyði heilt ungur, og
Marius, sum sigldi og búði
í Svendborg, og var giftur
við Elini, ið var hálvfør-
oysk. Eftir á lívi eru Hjørd-
is, Janus Kamban, listar-
maður, og Ebba. Tey búgva
øll í Havnini.
Sum ung genta stóð
Hjørdis í krambúð, til hon í
1929 fór á læraraskúlan,
har hon leyk prógv í 1932.
10.
juli
hetta
sama
summarið giftist Hjørdis
við floksfelaganum á lær-
araskúlanum, Hákuni Djur-
huus, sum var ættaður úr
Skúvoy. Hann var lærari og
seinni í sóknarstýrinum í
Klaksvík, løgtingsmaður
fyri Norðoyggjar, lands-
stýrismaður,
fólkatings-
maður og løgmaður um-
boðandi
Fólkaflokkin.
Onkuntíð var Hjørdis í
skúlanum fyri mannin, tá ið
honum barst frá, men lut-
urin hjá henni gjørdist at
taka sær av manni, børnum
og heiminum, har nógv
ferðsla var, eisini orsakað
av politiska arbeiðnum hjá
manninum.
Tvey tey fyrstu árini eftir,
at tey høvdu fingið prógv,
var Hákun ferðalærari Inn-
an Glyvur og í Skálafirði. Í
1934 varð Hákun Djurhuus
settur í lærarastarv í Klaks-
vík, og í tí starvinum sat
hann, inntil hann í 1976 fór
frá vegna aldur.
Hjørdis og Hákun bygdu
á Ziskatrøð í Klaksvík. Tey
fingu sjey børn: Hjarnar,
Tormóður, Annika, Malan,
Kristin (doyði hálvt ára
gomul), Jógvan Heindrikur
og Kristin. Jógvan doyði í
uttanlandssigling í 1973.
Hini børnini búgva øll í
Havnini.
Tá ið Hákun var komin
upp í politiska arbeiðið og
tískil var nógv í høvuðs-
staðnum, og børnini vóru
flogin, flutti Hjørdis aftur
til Havnar. Hon og Hákun
búsettust á Skansavegi, og
har býr hon framvegis.
Hjørdis hevur altíð lisið
nógv, hon hevur avbera gott
minni, og hon er serliga
kunnug í føroyskari og
norðurlendskari søgu. Hon
fylgir væl við í samfelags-
viðurskiftum, hon hevur
ofta tikið til pennin, og tað
er ikki so ógvuliga langt
síðani, at hon seinast var
við í almenna orðaskiftin-
um.
95 ára føðingardagin helt
Hjørdis saman við sínum
næstu.
Hjørdis Djurhuus 95 ár
Mikudagin 27. apríl fylti ein nokkso
kendur havnarmaður 50 ár. Tað er
Magnus Pauli Poulsen, ella betri
kendur sum Maggi.
Aftaná lokna skúlatíð í Hoydølum
var hann eina tíð í Danmark og
royndi onkra skúlagongd, men tók
so avgerðina heldur at fara sjóvegin.
Skiparalærdur fór hann út í stóru
verð og hevur tað nógvu árini verið
hansara lív.
Innan tónleikalívið hevur hann
óivað verið ein av stóru drívkreftun-
um í landinum og var ein av fremstu
tónleikarum í Spælimonnunum í
Hoydølum. Hollur vinur, stórskemt-
ari, gávuríkur og heimspekingur.
Maggi eigur tvey børn saman við
Maluni av Eiði.
Hjartaliga tillukku, vinurin.
Landavegskúllar
Tøkk
Øllum tykkum, sum vístu samkenslu, tá
John Nolsøe
av Tvøroyri
doyði og fór til gravar, takka vit hjartaliga.
Tøkk til tykkum á Psykiatriska Deplinum, sum hava
verið um hann øll árini, hann búði har.
Tøkk til prestarnar og organistar í Havn og á Tvøroyri,
sangarar, kirkjutænara og gravara á Tvøroyri.
Tøkk til øll tykkum, sum vóru til minningarhald
í kapellinum á Landssjúkrahúsinum og sum
fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Hjartaliga tøkk fyri gávur til Sinnisbata.
Familjunnar vegna
Marna, Kaj og Knút
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt vístu
okkum samkenslu og stuðul tá okkara elskaði sonur
Jens Harry Sakarisson Dimon
f. 26. oktober 2004 – d. 10. februar 2005
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólkini á skaðastovuni
og prestin Bergur D. Joensen
Kirkjutænarar, sangarar, berarar, gravara og øllum
tykkum, sum hjálptu okkum á annan hátt.
Tøkk til Malan Thomsen, Finnur Hansen
og Edward Nyholm Debes fyri vakra sangin í kirkjuni.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum
til hansara síðsta hvíldarstað.
Sakaris og Beinta
Aftur á ting
Á tingfundi ígjár tók
Dánial Petur Hansen sæti á
tingi fyri Kára P. Højgaard,
sum fer uttanlands í sam-
band við Norðurlandaráðs-
fund.
Dánial Petur hevur fyrr
umboðað Sjálvstýrisflokk-
in á Løgtingi.
Magnus Pauli Poulsen 50