hósdagur 28. apríl 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 79 - 28. apríl 2005
Demokrati er annað
enn at flest merkir
best. Demokrati er
eisini kjak og virðing
fyri rættindum hjá
øðrum. Vit spyrja í
dag, um fólk flest vilja
sleppa at kjakast og
velja
TINGHELLUANALYSAN
Kári á Rógv
Tá eg var lítil hjálpti eg
viðhvørt til í kioskini hjá
ommu míni á kaini í Vest-
manna, slapp at rætta
onkrum ein víking ella ein
samson og grøna bók.
Kioskin var opin tíðliga og
seint, men sunnudagar var
hon stongd.
Soleiðis gjørdi omma,
men onnur vilja sleppa at
selja sunnudagar. Herfyri
viðgjørdi løgtingið, nær
handlar av ymsum slagi
skulu kunna lata upp, og
hvat teir tá kunnu selja.
Vinnunevndin tók í høv-
uðsheitum undir við til-
mælunum frá Bjarna Djur-
holm landsstýrismanni men
hevði tó ávísa týðandi
broyting. Nevndin mælti til,
at eisini smærri handlar
skulu vera stongdir frá
klokkan tíggju til tvey
sunnudag.
Stór øsing stóðst av hes-
um. Øðrumegin søgdu fólk
við Henrik Old, vinnu-
nevndarformanni, á odda,
at tað mátti ikki verið tann
stóra ólukkan, um fólk ikki
slapp at renna til handils
allan sunnudagin, hví skulu
tey stressa so? Hinumegin
var millum annað parta-
maður hansara Kristian
Magnussen, sum helt tað
vera nógv fyri, at fólk ikki
skuldu kunna keypa sær
rundstykkir
og
mjólk
sunnudagar.
Henrik vann í fyrstu at-
løgu, men er ikki líka hepp-
in í hondunum sum onkur
annar nevndarformaður at
savna tingið um broytingar,
sum yrkjarin sigur, tá
brøður berjast um breyðið,
tá krevst meir. Grindin
gekk í mongum bólkum;
andstøða
og
samgonga
vóru ósamd innhýsis, allir
teir fýra størru flokkarnir
býtu seg sundur, og fleiri
tingfólk broyttu støðu frá
aðru til triðju viðgerð. Tá
tingmenn atkvøddu fyrru
ferð um málið vóru 18 fyri
at stongja og 10 fyri at hava
opið millum 10 og 14 (1 at-
kvøddi ikki, 3 burtur-
staddir).
Seinnu
ferð
broyttu fimm støðu og
vildu nú heldur hava opið,
hinir tríggir møttu og vildu
allir hava opið (tveir burt-
urstaddir). Úrslitið broyttist
tí til 13-17 til upplatingina.
Eitt, tvey, trý yvirtaka vit
- allastaðni, har vit síggja
kjansin
Vit skulu venda aftur til
morgunbreyð í kirkjutíð,
men fyrst nøkur orð um
yvirtøkulógirnar.
Løgmaður legði hálvan
apríl fram tvey uppskot,
annað til føroyska lóg um at
yvirtaka málsøki, hitt til
fólkatingslóg um tað sama.
Tað
mann
hava
sínar
grundir at leggja slík upp-
skot fram so seint í ting-
árinum, og stundir verða
neyvan at viðgera uppskot-
ini og tær drúgvu við-merk-
ingarnar í almenna kjakin-
um, fyrr enn lógirnar ætl-
andi eru samtyktar.
Tað áhugaverda - og
harmiliga - í fyrstu við-
gerðini av hesum uppskot-
um var, at føroyska skipan-
in heldur ikki á hesum sinni
megnaði at standa saman
um felags støðu. Lógirnar
báðar ganga í stuttum út
uppá at heimila føroyskum
myndugleikum at yvirtaka
mál og málsøki, tá løg-
tingið vil tað. Men summi
málsøki eru undantikin,
summar
mannagongdir
skulu fylgjast, og drúgvar
viðmerkingar eru, serliga
til donsku lógina, og sam-
ráðs er lands og ríkis ímill-
um í áravís um tað, ið nú
skal samtykkjast sum skjót-
ast. Hetta tilsamans órógv-
aði andstøðuna á tingi.
Orðaskiftið hevði ávíst
afturhvarv frá orðaskift-
unum undir undanfarna
stýri, tá í fyrstu atløgu
hvítabók og fullveldissátt-
málin, síðani alternativu
loysnirnar, oftast vóru við-
gjørdar á sama hátt sum nú:
Samgongufólk suffa, og
harmast um sundurlyndi í
andstøðuni,
og
greiða
álvarsliga frá, at andstøðan
í veruleikanun átti at tikið
undir við samgonguni, tí alt
er við, sum hon fyrr hevur
kravt. Andstøðingar aftur
fyri gremja seg um ikki at
vera tiknar uppá ráð og
ávara ímóti at skera her og
missa har.
Søgufrøðingar fara eina-
ferð at kunna meta nærri
um alla sjálvstýristilgongd-
ina síðani valið í ’98, og út
frá skjølum og upplýsing-
um, vit onnur enn ikki
kenna, meta um hvør besta
takstiska loysnin var í teim-
um ymsu førunum.
Fyri okkum á Tinghelluni
í dag er spurningurin meira,
hví ber ikki til at samskipa
løgtingið meira í málum, ið
viðvíkja viðurskiftum okk-
ara úteftir? Danir sjálvir
hava drúgvar royndir í ES-
høpi, har ein tingnevnd
verður sera gjølla kunnað
um ætlanir hjá stjórnini, og
gevur ráðharrunum greið
ráð og boð frammanundan
samráðingunum. So er lætt-
ari at meta um, hvørt væl
ella illa er gingist, tá er bert
at bera saman samráðingar-
mandatið og samráðingar-
úrslitið. Semjurnar í ES-
málum eru ofta sera breið-
ar.
Hví ber ikki til at finna
fram til, hvat skal til at gera
flokkarnar á løgtingi nøgd-
ar, og síðani at fáa danir at
góðtaka at yvirøkulógin
verður orðað hareftir? Hví
hava vit ikki eins og grøn-
lendingar fylgibólk við
tingmonnum
úr
øllum
flokkum eins og fólkatings-
umboðunum (ið dagliga
kunnu mýkja donsku støð-
una til ávísar spurningar),
sum kann tryggja at vit út í
æsir royna at fáa fulla
semja um so týðandi ný-
mæli sum lóg um yvir-
tøkur?
Ikki flest, men best
Demokrati ber fyrst og
fremst í sær, at avgerðir
verða tiknar eftir kjak,
upplýsing og alment innlit.
Reglur um tríggjar við-
gerðir á tingi saman við
nevndarviðgerð eru til fyri
at tryggja júst hetta. Í
summum førum eydnast at
finna breiða semju á henda
hátt. Vit hava fyrr nevnt
nýggju barnarverndarlóg-
ina sum dømi um slíka
tilgongd. Mong kenna tað
eisini frá kommunustýrum,
ítróttarfeløgum, høgum og
øðrum, at mál verða av-
greidd uttan nakrar at-
kvøðugreiðslu, tí full semja
fæst.
Tingmaður segði eina-
ferð: "hví vit skulu viðgera
hetta, áðrenn vit hava
diskuterað tað?" Og tað er
júst tað, sum kjarnin. Við
hvørt mugu spurningarnir
vendast og snarast, áðrenn
vit alment taka støðu. Hetta
kundið verði gjørt við eini
fyrru nevndarviðgerð, har
uppskotini kunnu vera latin
upp og tekniskt viðgjørd,
áðrenn vanligu fyrstu við-
gerð í tingsalinum. Partur
av hesi upplýsandi nevnd-
arviðgerð kundi so verið
almennur til tess at fáa
gongd á tað almenna kjak-
ið, meðan tað enn ber til at
mýkja málið.
Føroyar eru fantastiskt
land til nútíðar lívshátt. Vit
hava náttúru og mentan, ið
skapa karmar um trivna og
støðufesti í eini annars
strongdari og rótleysari
verð. Vit hava stórt frælsi
og vinnulív í menning í
einum annars kúgaðum og
stangnerandi heimi. Men
ikki so lítið kann gerast
betri, serliga á politisku og
fyrisitingarligu økjunum,
har vit enn herma ov nógv
eftir útlendskum fyrimynd-
um og missa okkara egnu
virði burtur, stríðast ov
nógv, semjast ov lítið.
Tak til dømis spurningin
um sølu sunnudagar. Hví
skulu tingfólk okkara taka
støðu til tann spurningin?
Vit velja tey valevni og teir
flokkar, sum frægast um-
boða sjónarmið okkara um
búskap, vælferð, økismál
og tjóðskap - men hvussu
nógv hugsaðu um rund-
stykkir
og
bensinsølu
sunnudag, á seinasta vali?
Er tað gott, at summir ting-
menn kunnu fella á næsta
vali vegna atkvøðu sína í
einum máli, sum ikki er
eyðsýnt knýtt at politikki
teirra annars, og har teir
kanska ikki hava nakra
avgjørdu støðu?
Hetta er ikki fyri at
trivialisera afturlatingarlóg-
ina. Vigast mugu týðandi
atlit til kristnitrúgv mót-
vegis trúarfrælsi, starvs-
fólkaverju mótvegis vinnu-
frælsi - og onnur við.
Omma mín lat kioskina
aftur, men hevði hon vilja
"tikið til svørið" og brúkt
verðsligt vald at noyða
onnur at gerast kristin av
gerningi heldur enn trúgv?
Onkur annar vil hava frælsi
at keypa, men spyr kanska
seg sjálvan: er tað nú neyð-
ugt at stressa so og órógva
friðin hjá øðrum?
Hví leggja vit tá ikki
slíkar spurningar til fólka-
atkvøðu? Tá flokkarnir ikki
kunnu bestemma seg, er so
upplagt, at vit sjálvi taka
støðu. Tingfólk eru bara
umboð okkara. Fólkið er
hægri myndugleiki enn
tingið, og lítið land sum
okkara er serstakliga væl
egna til fólkaatkvøður, eins
Er nakar, sum vil sleppa a