hósdagur 28. apríl 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 - 28. apríl 2005
15
t.d. í Sveits og manga
staðni í Amerika.
Tey flestu, sum lesa
hetta, eru helst ímóti.
Kanningar vísa, at flestu
fólk halda seg duga væl
betur enn miðal at koyra bil
- og hvat sigur tað ikki
nógv um lívið? Á sama hátt
munnu tey flestu halda seg
vera politiskt skilabetri enn
miðal og eru tí ivasom at
lata ta býttu fjøldina fáa ov
nógv vald. Men sama fjøld
velur
longu
tingfólkið,
sama fjøld skal keypa rund-
stykkini og manna bakaríir
og kioskir - álvaratos, um
fólk ikki klára at taka støðu
til, hvørt smáhandlar skulu
vera afturlatnir millum 10
og 14 sunnudag, so er ikki
nógv gott væntandi frá
fjøldini.
Onnur mál, sum kundu
farið fyri fólkið eru mál um
størri íløgur. Vilja vit fara
undir tunnil til Suðriar ella
nýggjan flogvøll? Hetta eru
týðandi, men eisini dýrar
íløgur, sum kanska ikki
kunnu gjaldast við brúks-
gjaldi einans. Tingflokkar
allir fara neyvan at semjast
innanhýsis, og tó (ella
kanska júst tí) at hesar
íløgurnar eru sera dýrar, so
ber væl til hjá vanliga skatt-
gjaldaranum at taka støðu
til, hvørt hann vil vera við
at gjalda fyri tær. Hjá
kommunum eru somuleiðis
mangir spurningar, sum
nógv betur liggja hjá fólk-
inum øllum enn hjá fólk-
sins fultrúum.
Eisini spurningar, um
hvørji virði og siðir skulu
vera tey hjá almennu Før-
oyum, kunnu fara til fólka-
atkvøðu. Moralskar tví-
støður, til dømis hvørt
samkynd ella fleiri enn tvey
kunnu giftast (ella á annan
hátt serliga viðurkennast),
býta sundur fólk tvørt av
flokstilknýti og politikki
annars. Hevði fólkið tikið
støðu annan vegin til slíkar
spurningar, so kundu ting-
menn síðani smíða og
samtykt lóggávuna annars.
So slapst eisini undan, at
slíkir spurningar tóku ópro-
portionalt pláss uppundir
løgtingsval.
Eyðvitað
kunnu
so
mangir spurningar, eisini
týðandi
nýskipanir
av
ríkisstøðuni fara til fólkið
til støðutakan. Undir øllum
umstøðum hevði fólkaat-
kvøða birt alment kjak av
heilt øðrum slagi, enn vit í
dag uppliva tað. Fleiri
høvdu ómakað sær at gjørt
vart við hugsan sína, og
áhugin
fyri
málunum
manna millum var eyðvitað
størri, um tað vóru fólk og
ikki bert fólkavald, sum
tóku støðu til summi mál.
Kann vera, at næstu ferð
vit hoyra formannin í val-
stýrinum spyrja, um nakar
er eftir, sum vil á val, hava
vit sjálvi tikið støðu til
onkra lóg - og ikki bara
breyðpolitikarar.
t velja?
TINGHELLU-
KLUMMAN
Kári á Rógvi
Fyri stuttum lat miðla-
húsið hjá Sosialinum upp í
Vágsbotni í Havn, har
handilsvinna hevur verið
síðani Ryberg var á døg-
um.
Fremsta eldsálin aftan
fyri ný- og umskapanina
av Sosialinum er ábyrgd-
arblaðstjórin Jan Müller.
Jan las í ungu døgum
sínum fornaldarfrøði, og
sum
fornaldarfrøðingur
veit Jan nógv um viður-
skiftini í gamla Grikka-
landi. Býir sum Athen
høvdu ikki nógv fleiri fólk
enn Føroyar hava í dag,
men gjørdust kortini ríkir í
valdi og vælferð og slóð-
brótandi á so mongum
økjum.
Hvat var tað tá, sum
gjørdi at griksku smálond-
ini megnaðu at laga seg til
skiftandi
tíðir,
síggja
broytingar sum abjóðingar
heldur enn hóttanir og at
skipa seg væl bæði inneftir
og úteftir?
Jú, tað var dialogurin,
kjakið, tann almenna de-
battin, har øll hvødu eina
rødd, og embætismenn
noyddust at grundgeva
alment fyri sínum loysn-
um, og har hugskot brýnd-
ust í kjakandi meldrinum.
Tilvildin kann gera sítt,
summi lond eru vælsignað
við einstaklingum, ið frá
forsjónini hava fingið
fleiri talentir enn onnur;
men tað kann ikki bert
vera tilvild, at Athen
fostraði Sokrates, Platon
og Aristoteles hvønn eftir
annan umframt so mangar
aðrar. Heldur var tað um-
hvørvið við kjaki, útbúgv-
ing og fólkaræði, ið lat teir
sleppa at mennast.
Var samfelagið minni
ment, vóru teir kanska
noyddir at gera okkurt
annað enn at analysera og
kjakast. Var samfelagið
meiri afturlatið, høvdu teir
ongantíð skrivað tankar
sínar niður og útgivið teir,
men heldur hildið seg og
tankar sínar innandura í
embætishallum.
Ikki tí, Athen hevði
sínar feilir. Vit kunnu í dag
harmast um, at kvinnurnar
ikki sluppu framat - hvør
veit um ikki enn størri
verk tá vórðu skrivaði? -
Og Athen slapp tá kanska
undan ov nógvum almenn-
um prestisjubyggjaríi og
ov nógvum kríggi?
Men lat tað liggja nú.
Eftir stendur, at lítið land
saktans kann megna at
hava somu funksjónir sum
stór lond, og enntá gera
skipanir, sum í øldir fara at
finna virðing og undran
hjá øðrum og størri lond-
um.
Kjakið í Sosialinum
kann kanska ikki enn
metast saman við torgið í
Athen, men tað er okkurt
mennandi og spennadi við
einum blaði, sum bæði vil
upplýsa við tíðindum,
ítrótti, persónslýsingum
og skipa fyri debatt - nú
eisini Trapputingi - har
gløgg høvd eins væl og
fólk við prógvi frá lívsins
skúla, kunnu kjakast og
geva almenningi innlit.
Fyrsta bókin við greinum
av Tinghelluni ber boð um
hetta, og vit kunnu bert
gleða okkum, um henda
bók verður afturvendandi
siðvenja.
Tá fornfrøðingar eina-
ferð fara at kanna, hví Før-
oyar vóru so dynamiskt og
væl tillagað samfelag í 21.
øld, fara teir helst at siga,
at millum orsøkirnar var
tað akademiið, tað um-
hvørvið við upplýsing og
kjaki, sum Sosialurin og
Jan Müller skapaðu.
Tillukku tit øll somul á
Sosialinum við nýggja
miðlahúsinum!
Kjaktingið í Vágsbotni
Kári á Rógvi, tá bókin, Tinghellan, varð framløgd í Miðlahúsinum í Vágsbotni
Demokrati ber fyrst og fremst í sær, at
avgerðir verða tiknar eftir kjak, upplýsing og
alment innlit