hósdagur 28. apríl 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 79 - 28. apríl 2005
United Voices,
Tuxedo Rebels og
Braquet fara at
spæla á eini konsert
til frama fyri út-
landsferð hjá Vága
Musikkskúla
KONSERT
Tíðindaskriv
Tað eru foreldur og næm-
ingar á Vága Musikk-
skúla, sum hava tikið stig
til hesa stórslignu kon-
sert, sum verður í høllini
á Giljanesi, tann 7. mei.
Bólkarnir, sum fara á
pallin hetta kvøldið, eru
meiri ella minni kendir í
føroyskum tónleikahøpi.
United Voices nýta ikki
nærri framløgu. Hetta er
ein serstakliga væl sam-
ansettur sangbólkur, sum
hevur bergtikið at kalla
øll, sum hava hoyrt tey.
Nú verður so høvi at
hoyra tey framføra und-
urfullan tónleik í Vág-
unum.
Bólkurin Tuxedo Reb-
els er enn eitt óskrivað
blað í føroyskari tón-
leikasøgu, men teir, sum
manna bólkin eru kanska
ikki so óskrivaðir. Talan
er nevnliga um Knút
Háberg Eysturstein og
Petur Pólson, sum kanska
eru betur kendir frá bólk-
um sum Gestir og Click-
haze. Teir hava í seinast-
uni arbeitt saman við
komandi solofløguni hjá
Peturi
Pólson,
sum
væntandi kemur í seinni í
summar. Teir hava eisini
spælt nakrar konsertir
undir navninum Tuxedo
Rebels, har teir fyri tað
mesta framføra akustisk
løg eftir navnframum
fyrimyndum.
T ó n l e i k a b ó l k u r i n
Braquet verður eisini at
hoyra
hetta
kvøldið.
Bólkurin hevur eftir sera
stutta tíð megna at stað-
festa seg sum eitt tað
besta føroyska boðið upp
á ein superharðan, rokk-
utan gospelbólk. Teir
hava givið út sína fyrstu
fløgu, teir hava luttikið á
Prix Føroyum tvær ferðir,
og teir hava eisini hitað
upp fyri amerikanska
stórbólkin Petra, sum
varð og vitjaði í Føroyum
herfyri. Arni Zacharias-
sen, guitarúrmælingur og
ein av oddamonnunum í
Braquet, hevur eisini
verið guitarleikari hjá
klaksvíksbólkinum I Am.
Næmingar og kór úr
Musikkskúlanum
fara
eisini at leggja fyri við
onkrum hetta kvøldið,
sum tykist at verða eitt
sera spennandi og áhuga-
vert kvøld.
Einki tunnilsgjald
Leygadagurin
7.
mei
verður ikki bert karmur
um stórsligna konsert í
Ítróttarhøllini á Giljanesi,
men henda sama dagin er
onki gjald fyri at koyra
gjøgnum
undirsjóvar-
tunnilin, so tað kann
væntast at verða sera
fólkamikið vesturi í Vág-
um henda dagin, so tað
ræður um at vera skjótur
ávegis, um einum skal
roknast við at fáa pláss til
hesa konsert.
Konsertin
byrjar
í
Ítróttarhøllini á Giljanesi,
leygarkvøldið 7. mei,
klokkan 19.30.
Stuðulskonsert á Giljanesi
Kjakið um ríkisflagg-
ið er lívligt, sam-
bandsflokkurin vil
ikki vita av tí, løg-
maður sigur tað vera
skemt, og hinir flokk-
arnir vita valla, hvat
teir skulu halda.
Dimmlætting harm-
ast í oddagrein (!) um
at føroyingar fáa ov
lítið pláss og góðtaka
tí ikki uppskotið!
RÍKISFLAGG
Tíðindaskriv
Er tað so, at vit halda, at tað
er fínasta slag at Ríkisfe-
lagsskapurin er umboðaður
í ST við Dannebrog? Meina
vit nakað við tað, tá vit
halda uppá at hesin góði
felagsskapur skal umfata
trý javnsett lond? Skulu vit
kanska krevja av dønum, at
teir kroysta Merkið og
grønlendska flaggið uppí
eitt hjørn, sum ketjsupp-
urin, tit vita, ella skulu vit
gera eitt flagg í trimum
hæddum við Merkinum,
Dannebrog og grønlendska
flagginum og hevja tað í
húnar hátt uttan fyri ST?
Stóra Bretland hevur sítt
felags flagg, Union Jack, í
ST, men tá til dømis Ong-
land ella Skotland spæla
fótbólt, tá veittra skotar og
onglendingar við teirra
egnu fløggum. Sjálvandi
veittra vit við Merkinum, tá
vit umboða okkara land og
vit vinda tað eisini trúliga á
stong heima hjá okkum,
men vit kunnu ikki umboða
Ríkisfelagsskapin við tí.
Kanska veittrar Merkið utt-
an fyri ST ein góðan dag,
men er tað ikki bara vanlig
fólkaligheit at flagga við
einum ríkisflaggið, til tann
dagur kemur?
Vit ynskja øllum eitt lív-
ligt kjak, og uppskotið
kann, til løgmaður fær tað
at hava við á næsta ríkis-
fund, síggjast á Listasavni
Føroya, har longu nógv
fólk hava verið og skoðað
verkið.
Listasavnið
er
opið
gerandisdagar millum 14
og 17, leygardag og sunnu-
dag millum 14 og 18.
Mánadag er stongt.
Blíðar flaggkvøður,
Astri Luihn,
Malan Marnersdóttir
og Malan Johannesen
Ríkisflaggið - ella ketsjupp í eitt ?