Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 • hósdagur • 28. apríl 2005 • 79. árg. Í Íslandi er eina bók givin út í sambandi við at 100 ár eru liðin, síðan fyrsti bilurin kom til landið í 1904. Tað er Sigurður H. Hreiðarsson, sum m.a. hevur skrivað um bilar í íslendskum bløðum, ið hevur skrivað bókina BILASØGA Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo "Saga bílsins á Íslandi 1904-2004" er heitið á bók- ini, ið er í stórum formati og úti við 400 blaðsíður við hópin av góðum og for- vitnisligum myndum og gomlum lýsingum. Hans Elmar Poulsen í Vatnsoyr- um hevur ognað sær eitt eintak av bókini, sum vit her sýna myndir frá. Á myndunum sæst, at tað eru fleiri bilmerkir, sum hava verið í Íslandi, men ongantíð eru komin hendan vegin. Eisini hava teir altíð havt meira av amerikansk- um bilum enn vit. Fyrsti bilurin sum kom til Íslands í 1904 varð inn- fluttur úr Danmark, og longu í 1908 bleiv hann sendur aftur til Danmarkar. Tað gekk ógvuliga smátt við innflutningi av bilum tey fyrstu árini. Tað er Sigurður H. Hreiðarsson, sum hevur skrivað bókina. Hann er føddur í 1938 og hevur m.a. arbeitt sum blaðmaður og skrivað um bilar í íslendsk- um bløðum. Nú hava íslendingar hava so megnað at givið út eina áhugaverda bók, sum lýsir teirra bilasøgu í 100 ár. Føroya Ellisakfør hava í meira enn tíggju ár havt ætlanir um at geva út bók um bilasøguna í Føroyum. Tað var í 1995 at samtykt varð í felagnum, at fara undir eina verkætlan til tess savna inn tilfar um bilasøg- una í Føroyum, og geva út bók um evni. Ein arbeiðsbólkur bleiv settur, og hesi árini síðan er nógv áhugavert tilfar savn- að. Talan er um eina al- menna søga um hópin av fólki og fyritøkum, heilt frá fyrst í 20. øld. Føroyska bilasøgan er ein stórur og týðandi partur av siðsøgu okkara og eitt virðiligt minni um tey, sum løgdu lunnar undir eina vinnugrein, sum eftirtíðin hevur notið gott av. Ætlanin var, at ein bók skuldi koma út í sambandi við at 80 ár vóru liðin síðan fyrsti bilurin kom higar til lands tann 6. mai 1922. Vónandi verður tað áðrenn 2022, tá vit kunnu hátíðar- halda at føroyska bilasøgan verður hundrað ár. Før- oyska bilasøgan er ikki minni áhugaverd enn tann íslendska. Íslendingar havt bilar í 100 ár Sigurður H. Hreiðarsson ið hevur skrivað bókina. Hann hevur m.a. arbeitt sum blað- maður og skrivað um bilar í íslendskum bløðum Fyrsti bilurin sum kom til Íslands í 1904 varð innfluttur úr Danmark. Bilurin var av merkinum Cudell og var framleiddur í Týsklandi. Longu í 1908 bleiv hann sendur aftur til Danmarkar Íslendingar hava altíð havt meira av amerikanskum bilum enn vit. Hesar høvdu vit tó nógvar av. Ein Rambler American árgang 1966 verður hivaður í land, meðan fleiri aðrir standa á bryggjuni Hetta má vera heimsins minsta bilferja. Her eru tveir mans í ferð við at flyta ein bil yvir um eina á