Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 79 - 28. apríl 2005 Ein lastbilur kann vera eitt hættisligari vápn í ferðsluni, enn vit mangan hugsa. TEC-Landtransport í Keypmannahavn hava skeið har lut- takararnir, ið serliga eru lastbilførarar, síggja hvussu neyðugt tað er at halda røttu frástøðuna BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Hóast ferðin er lítil, kann skaðin gerast stórur og umfatandi, vísa royndirnar sum TEC-Landtransport á Avedøre Holme í Keyp- mannahavn, halda fyri sín- um skeiðluttakarum, ið ser- liga eru lastbilførarar, har teir við egnum eygum síggja hvussu neyðugt tað er at halda røttu frástøðuna. Endamálið við hesum royndum er, at skeiðluttak- ararnir kunnu síggja hvussu lítla ferð lastbilurin nýtist at hava fyri at gera stóran skaða. Eisini læra teir hvussu neyðugt tað er at halda røttu frástøðuna í ferðsluni. Hetta sæst t.d. tá ein per- ónbilur yvirhálar ein last- bil, koyrir framum hann og kanska bremsar fyri ikki at renna á bilin frammanfyri. Tá kann førarin á lastbilin- um koma í tað støðu, at hann ikki fær tíð nokk til at bremsa, og hann rennur á persónbilin við tí úrsliti, at persónbilurin verður kroystur saman. Ein slík støða kann verða rættuliga álvarslig og kann føra við sær, at fólk fáa álv- arsligan skaða ella doyggja. Tað eru t.d. slíkar um- støður, ið TEC-Landtrans- port í Keypmannahavn vísa sínum skeiðluttakarum, ið serliga eru lastbilførarar, og læra teir hvussu hættisligt tað er, um bilførarar ikki halda røttu frástøðuna í ferðsluni. Teir gera t.d. royndir við at seta tveir gamlar persón- bilar aftan fyri hvønn annan og koyra so við einum 12 tons lastbili við eini ferð upp á 50 km/t og renna á aftara persónbilin, so hann liggur ímillum og verður kroystur millum lastbilin og fremra persónbilin. Førarin á lastbilinum merkir als einki í einum slíkum føri, men persón- bilurin verður styttur mun- andi og vandi er fyri at fólkini í bilinum kunnu koma álvarsliga til skaða. Sjálvandi kann førarin á lastbilinum fáa eina skelk- andi uppliving, tá hann sær hvussu stórur skaðin varð. Endamálið við hesum royndum er, at skeiðluttak- ararnir við egnum eygum kunnu síggja hvussu lítla ferð lastbilurin nýtist at hava fyri at gera stóran skaða. Eisini læra teir hvussu neyðugt tað er at halda røttu frástøðuna í ferðsluni. VW 50 ár í USA Volkswagen hátíðar- halda í hesum døgum at 50 ár eru liðin síðan fyrsti VW bilurin kom til USA. Talan var um VW Type 1, ella Bobl- una, sum tað enn í dag koyra nógvir av í USA Kelda: Motor Magasinet 4x4 næsta hit Allar forsøgnir vísa at 4-hjólsdrift verður standardútgerð á flestu bilum tey komandi ár- ini, eins og ABS, ESP og klimaanlegg. Su- baru eru enn teir ein- astu, ið hava 4-hjóls- drift sum standard á øllum sínum modell- um Kelda: Motor Magasinet Japanar førandi Japanar eru kendir fyri sínar kvalitetsbilar. Síðan byrjan av søluni í USA hevur luksusbil- merki hjá Toyota, Lex- us, vunnið sær heiður- in sum bilmerkið við tí besta kvalitetinum, vísa kvalitetsrapportir- nar hjá analysustovn- inum J&D Power Kelda: Motor Magasinet 12 tons lastbilurin koyrdi við eini ferð upp á 50 km/t og rendi á aftara persónbilin, sum varð kroystur millum lastbilin og fremra persónbilin Førarin á lastbilinum merkti als einki, men persón- bilurin varð kroystur saman Lítil ferð – stórur skaði