hósdagur 28. apríl 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 79 - 28. apríl 2005
Eftir
sjúkum
sjómanni
Føroyska bjargingartyrl-
an tók týsdagin ein mann
av enska trolaranum Swa-
nella
Trolarin var staddur 27
fjóðringar í ein útnyrðing
úr Mykinesi. Ein av
manningini var vorðin
sjúkur, og kl. 12.10 vórðu
boð send á MRCC støð-
ina.
Bjargingartyrlan hjá At-
lantsflog varð send avstað
og tók eftir stuttari tíð
mannin av enska trolaran-
um og flutti hann í øllum
góðum á landssjúkrahús-
ið har maðurin varð inn-
lagdur
-jm
Terji
Rasmussen
live í Árhus
ÚTISETALÍV
tíðindaskriv
Tað er ikki á hvørjum
degi, at útisetarnir í Ár-
hus og Jyllandi fáa høvi
til at leggja oyru til tónar
frá Prix Føroyar finalist-
inum Terja Rasmussen,
men leygarkvøldið 30.
apríl verður hetta møgu-
ligt.
Síðan Terji veruliga
steig á pallin við fløguni
"Føstufressar" í 1989
hevur Terji verið roknað-
ur sum ein av okkara
fremstu tónleikarum. At
hann framvegis er ein av
okkara fremstu tónleikar-
num prógvaði hann á
pallinum í Norðurlanda-
húsinum seinasta leygar-
kvøld.
Góður stuðul frá At-
lantic Airways og KALL
hevur nú gjørt tað møgu-
ligt hjá Føroyingafelagn-
um í Árhus, at fáa Terja at
leggja leiðina framvið.
Tiltakið sum byrjar kl.
22 og endar kl. 03, verður
í hølunum hjá Føroyinga-
felagnum
—
vanliga
nevnd Áarstova. Áarstova
liggur í Vestergade 48 D,
sum er miðskeiðis i býn-
um.
Meira fæst at vita um
virksemið hjá Føroyinga-
felagnum í Árhus á:
www.aarstova.dk
Aldubáran í uppskoti til tónleika-
virðisløn Norðurlandaráðsins
Føroyski tónleika-
bólkurin Aldubáran
telist millum upp-
skotini til at fáa tón-
leikavirðisløn Norð-
urlandaráðsins seinni
í ár. Í Aldubáruni taka
tey innstillingina sum
eina viðurkenning av
tí arbeiði, sum tey
gera
TÓNLEIKAVIRÐISLØN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Herfyri kunngjørdi Norður-
landaráðið nøvnini á teim-
um, sum eru í uppskoti til
at fáa tónleikavirðisløn
ráðsins í ár. Í ár eru tað bert
sonevnd ensemblir, so sum
Aldubáran, ið eru innstill-
aði, og Aldubáran er ein av
tilsamans ellivu kandidat-
um úr øllum Norður-
londum.
Taka tað sum eina
viðurkenning
Ein av limunum í Aldubár-
uni er gittarleikarin Ólavur
Jakobsen. Hann sigur, at
Aldubáran tekur tað sum
eina viðurkenning av ar-
beiðnum hjá sær, at tey nú
eru innstillaði til norður-
lendska heiðurin.
- Vit eru ómetaliga errin
av at verða innstillaði sam-
an við hinum ensemblun-
um, ið eru í uppskoti, tí tal-
an er um ensemblir á allar-
hægsta støði, sigur Ólavur
Jakobsen.
Ólavur Jakobsen heldur
tað hava sera stóran týdning
fyri ensembli-tónleikin, at
fokus soleiðis verður settur
á hesa tónleikagrein, sum
vanliga ikki fær so nógva
umrøðu.
- Hetta slagi av tónleiki
er sjáldan at síggja á for-
síðunum, hvørki her heima
ella í grannalondunum,
men við innstillingunum til
tónleikaheiðurslønina, hev-
ur
ensembli-tónleikurin
verið nógv umrøddur í
miðlunum í grannalondun-
um hjá okkum, sigur Ólav-
ur Jakobsen.
Umframt sjálvan heiðurin
fær vinnarin av tónleika-
heiðurslønini hjá Norður-
landaráðnum eisini ein kekk
áljóðandi 350.000 krónur.
Vinnarin verður avdúkaður í
Århus tann 9. juni, og
umboð fyri Aldubáran verða
sjálvsagt hjástødd.
Jubileumskonsert í
summar
Aldubáran hevur annars
nógvar ætlanir fyri framm-
an. Bólkurin hevur í ár 10
ára jubileum, og í hesum
sambandi fer Aldubáran at
hava eina jubileumskonsert
í
Norðurlandahúsinum
síðst í juni mánað.
Føroyska tónleikaskald-
ið, Sunleif Rasmussen, sit-
ur í løtuni og skrivar eina
operu, og hesum arbeiði er
Aldubáran eisini knýtt at.
Nýggja operan verður tó
ikki liðug fyribils, men
verður væntandi framførd á
fyrsta sinni komandi vár.
Limirnir í Aldubáruni taka
tað sum eina viðurkenning
av teirra arbeiði, at tey nú
eru í uppskoti til
tónleikavirðisløn
Norðurlandaráðsins.
Savnsmynd
Á heimasíðuni hjá
dansk/enskt/japanska
bólkinum Blue
Foundation stendur
at lesa, at bólkurin fer
at spæla á G!festival-
inum í Gøtu. Vit hava
prátað við Jón Tyril
fyriskipara um bólkin
og um festivalin í ár
G!-FESTIVAL
Niels Uni Dam
Blue Foundation siga á síni
heimasíðu, at teir spæla á
G-Festivalinum í ár, kunnu
tit vátta hetta?
Jep, so er tað alment. G!
Festival proudly presents:
BLUE FOUNDATION
Hví hava tit valt at takað
hendan bólkin til Føroyar?
Summi ting lata seg ikki
nokta. Fyri nøkrum mánað-
um síðani kendi eg ikki
tónleikin hjá Blue Founda-
tion. Men navnið poppaði
upp allastaðni har sum prát-
ið fall á hvørji spennandi
nøvn tóku seg fram, hvat
tað besta var í Norðanlond-
um osfr. Hetta var galdandi
bæði tá vit tosaðu við
bransjufólk og "vanlig"
fólk við áhuga fyri tónleiki.
Tá so Hergeir, sum ar-
beiðir fyri okkum, spældi
Blue Foundation fyri mær
fyrstu ferð, visti eg straks, at
hendan bólkin mugu vit
hava á G!. Bólkurin er tiltik-
ið góður livebólkur og varð
m.a. nomineraður til 5 Dan-
ish Music Awards herfyri.
Blue Foundation er ein
vælumtóktur, men sam-
stundis sera eksperimenter-
andi bólkur. Nøkurlunda
somu orð kunnu brúkast
um G! Festivalin. Verður
hildið fast í tí eksperiment-
erandi tónleikaprofilinum í
ár. Ella kunnu vit vænta
meira mainstream nøvn í
stíl við tað sum Summar-
festivalurin bjóðar?
Satt er tað at G! í sær
sjálvum er ein experiment-
erandi verkætlan. Men vit
hava frá byrjan lagt okkum
eftir at hava so breitt tón-
leikaligt útboð, sum vit
hava megnað, har vit sam-
stundis hava hildið góðsk-
una og íblásturin í hevd
sum absolut loysunarorð.
Vit hava hildið tað bæði
fólkaligt og eksperimenter-
andi, men allatíðina við
broddi og viðkomandi -
haldi eg sjálvur.
Vit siga í endamálsorð-
ingini, at G! leggur seg eftir
at bjóða góðan tónleik til
eina fjölbroytta fjöld, knýta
Föroyar uppí tónleikaheim-
in kring okkum, geva för-
oyskum tónleikalívi íblást-
ur og avbjóðingar, at sýna
fram tað besta innan för-
oyskan
tónleik,
og
at
menna föroyskan tónleik.
Vit hava eitt publikum
áljóðandi nærum 10% av
fólkinum í landinum pr.
dag. Tað krevur, sum vit
eisini siga í endamálsorð-
ingini: G! Festival SKAL
verða góðska fyri ØLL.
Tí royna vit at hava eina
rúgvu av upplivingum fyri
áhoyraran. Vit vilja loyva
eksperimentum á G! fyri at
geva fólki eitt störri og rík-
ari upplivilsi.
Fólkakær nøvn hoyra
avgjørt heima á G! eisini í
2005 eins og undanfarin ár,
og vit koma at kunngerða
fleiri av teimum eisini
næstu vikurnar.
Sum er, vita vit um Go
Go Blues, Makrel og Blue
Foundation,
eru
onnur
nøvn komin uppá pláss?
Ja, vit hava størsta partin
av tónleikinum bókaðan og
fara næstu dagarnar so við
og við at kunngerða fleiri
av luttakandi nøvnunum,
samstundis sum vit hava
samráðingar í gongd við
fleiri onnur sera spennandi
tónlistarfólk.
Slaturin gongur um at
Nephew eru í samráðingum
við G-festivalin, kanst tú
vátta hetta?
Eg kann vátta at ein fyri-
spurningur er úti, men tað er
so eisini alt, eg kann siga á
hesum sinni viðvíkjandi tí.
Blue Foundation spæla á G! Festival