hósdagur 28. apríl 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 - 28. apríl 2005
Bókadeild Føroya
Lærarafelags hevur í
hesum døgum givið
fleiri forvitnisligar
bøkur út. Til tey
smæstu eru tað bøk-
urnar »Mamma, hvar
ert tú« og »Lóa í bað«
BARNABØKUR
»Mamma, hvar ert tú« er
eftir kenda danska mynd-
prýðaran Birde Poulsen.
Tann, ið leitar eftir mammu
síni, er ein lítil fílur. Birde
Poulsen er kend fyri at duga
sera væl at tekna dýr.
Teknikkurin, hon nýtir, er
fyrst og fremst akvarell og
blýantur. Ofta málar hon
vátt í vátt og slær salt í tað
váta akvarellið fyri at fáa
eitt serligt eyðkenni fram.
Eftir lokið studentsprógv,
búði Birde Poulsen eitt ár í
Føroyum, og her setti væt-
an og tokan í føroyska nátt-
úruni ferð á hugin at mála
akvarellir.
Í bókini verður søgan um
fílin søgd í myndum, heldur
enn við orðum, og hóast
myndirnar síggja natúrligar
út, so eru tær tað ikki heilt.
Dýrini fáa ein lítið sindur
størri høvd ella eygu, rørsl-
urnar eru øðrvísi, tey hava
nakað menniskjaligt yvir
sær, sum ikki sæst í náttúr-
uni. Tekningarnar hjá Birde
Poulsen fær okkum at
skilja, hvat dðrini hugsa og
siga. Bókin kostar 40 kr
Lóa í bað
Lene Fauerby hevur
skrivað bókina »Lóa í
bað« og Mette-Kir-
stine Bak hevur tekn-
að. Hon er um Lóu,
sum skal vitja ommu sína
og tí noyðist í bað og at
pynta seg. Øll vita, hvussu
kalt tað er at koma úr baði-
karinum, men Lóa er ikki
ráðaleys og loysir henda
trupulleika á ein hátt, sum
kanska ikki hóvar pápanum
so væl.
Bøkurnar um Lóu eru
nógv
av-
hildn-
ar. Higartil eru
fýra bøkur um Lóu komnar
frá Bókadeildini. Bókin
Lóa í bað kostar 40 kr.
»Tá eg var sjórænari«
Til tey eitt sindur eldri
børnini hevur Bókadeildin
givið út myndabókina:
Tá
eg
var
sjórænari.
Lítli
Jákup Jerimias, sum spælir
á Leynasandi, kemur út fyri
tí heilt ónatúrliga, at eitt
sjórænaraskip stevnir inn í-
móti landi, og mamma og
pápi hansara fylgja sjálv-
andi ikki við og síggja
einki.
Sjórænararnir síggja,
hvussu væl drongurin
dugir at grava, og tí má
hann
sjálvandi
við
teimum at hjálpa til at
grava ein skatt niður.
Bókin er sera stuttlig at lesa
fyri børnum og byggir á, at
hugflogið hjá børnum er
líka
so
natúrligt
sum
veruleikin.
Amerikanski
barnabókarithøvundin
Melina Long hevur skrivað
bókina og David Sahnnon
hevur myndprýtt. Sjálv
sigur Melina Long um
sjórænarar, at teir eru øgi-
liga kulir. Teir gera, sum
teir vilja alla tíðina, hugsa
ikki um tannrøkt, kolestrol
og at vera politiskt korrekt-
ir.
Sjúrður Gullbein hevur
týtt bókina, og hon kostar
90 kr.
Lesnaður til stór og smá børn
Hendan bókin um Lóu er um ta ferðina, hon skal vitja ommu sína. Tí noyðist hon í bað og at
pynta seg. Øll vita, hvussu kalt tað er at koma úr baðikarinum, men Lóa er ikki ráðaleys og
loysir henda trupulleika á ein hátt, sum kanska ikki hóvar pápanum so væl
Til tey eitt sindur
eldri børnini hevur
Bókadeildin givið út
myndabókina: Tá eg
var sjórænari. Lítli
Jákup Jerimias, sum
spælir á Leynasandi,
kemur út fyri tí heilt
ónatúrliga, at eitt
sjórænaraskip
stevnir inn ímóti
landi, og mamma og
pápi hansara fylgja
sjálvandi ikki við og
síggja einki
21