hósdagur 28. apríl 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
AC Milan hevur
longu annað beinið í
finaluni eftir fyrru
hálvfinaluna týs-
kvøldið. Milan fekk
nevniliga ein 2-0
sigur á heimavølli
ímóti hollendska lið-
num PSV Eindhoven.
Shevchenko og Jon
Dahl Thomassen
skutu málini
CHAMPIONS LEAGUE
Stefan í Skorini
Eingin ivi tykist vera um, at
italska liðið AC Milan
verður annað av liðunum í
finaluni í ársins Champions
League. Hóast PSV Eind-
hoven bardist manniliga í
dystinum
ímóti
Milan,
eydnaðist teimum ikki at
fáa risan av fótum.
Milan var sjálvsagt stór-
favorittur frammanundan,
og hetta sást eisini týðuliga
fyrstu tíggju minuttirnar, tá
Milan legði trýst á gestir-
nar. Fyrstu nasku royndina
hevði Shevchenko, tá hann
fekk ein langan bólt innum
verjuna. Hóast hann stóð
rættiliga væl fyri, stýrdi
hann bóltinum uppí hend-
urnar
á
málverjanum.
Sigast skal, at hetta var ein
sera torførur møguleiki, ið
Shevchenko hevði.
Men PSV svaraði aftur
og fekk sín besta møgu-
leika í dystinum eftir eitt
korter. Jefferson Farfan var
sloppin leysur av tveimum
verjuleikarum, og hann
stóð væl fyri inn í brotsteig-
inum. Skotið gjørdist tó alt
ov spakuligt og nervaði ikki
málverjan stórvegis.
Shevchenko á
blettinum
Men stutt fyri steðgin var
tað sum ikki einaferð
stjørnuáleyparin
Shev-
chenko, ið legði heimaliðið
framum.
Shevchenko legði bóltin
aftur til Kaka, ið bíðaði
eina løtu, áðrenn Shev-
chenko hevði runnið seg
leysan, og so legði brasili-
anarin
eina
undurfulla
sending til ukrainan, sum
gjørdist leysur við mál-
verjanum og skoraði til 1-0.
Hetta var ein dyggur
smeitur fyri hollendska
liðið, sum hevði spælt væl í
fyrra hálvleiki og avgjørt
ikki stóð nógv aftanfyri
heimaliðið. Milan hevði tó
munin fyri steðgin, og tað
var á góðari leið, at itali-
enska liðið var framman-
fyri.
Park lá framvið
Eftir steðgin royndi PSV av
øllum
alvi
at
venda
gongdini, og tað eydnaðist
eisini fyri ein part. Suður-
koreanarin Ji-Sung Park
skapti ofta ruðuleika í verj-
uni hjá Milan, men hann
var ongantíð nóg neyvur í tí
avgerandi løtuni.
Stórur
saknur
var
í
Allesandro Nesta, ið sat
uttanfyri við leikbanni.
Hann verður tó aftur tøkur
til seinna dystin. Jaap Stam
var ikki 100 % klárur til
dystin, og møguliga hevur
tað havt eina ávirkan á
hansara avrik.
PSV skapti fleiri vanda-
miklar støður í seinna hálv-
leiki, men skotini móti mál-
inum vóru heilt einfalt ov
vánalig, og Dida skuldi
ongantíð út í fulla longd.
Mark van Bommel hevði
eina vandamikla roynd, sum
fór dygst omanfyri tvør-
træið, tá hann gjørdist leysur
eftir eitt risastórt mistak av
Kaladze á vinstra bakki.
AC Milan vóru í seinna
hálvleiki meira vandamiklir
í kontraálopum, tí at liðið
ofta lá rættiliga langt afturi
á vøllinum fyri at verja eitt-
máls leiðsluna.
Crespo fekk størsta mál-
møguleikan, tá Kaka enn
einaferð vísti sítt virði og
spældi argentinaran leysan.
Men hann misti av onkrari
orsøk fótafestið, og so fór
tann møguleikin til spillis.
Tá var tað, at Ancelotti
sendi Jon Dahl Thomasson
á vøllin, og hann fekk eisini
tað seinna og avgerandi
málið.
AC Milan fór í kontra-
álop, og Kaka hevði bóltin
uttanfyri brotsteigin. Hann
stegðaði á eitt bil og royndi
seg síðani við skoti, ið rakti
eitt PSV-bein og endaði fyri
føturnar á Thomasson, sum
úr stuttari fjarstøðu hevði
lætt við at skjóta kúlana í
netið.
Hetta seinna málið tekur
nakað av broddinum til
seinna dystin teirra millum.
Milan hevur hildið málið
reint í seks Champions
League dystir á rað, og tí er
eingin, sum roknar við, at
PSV brádliga fer at skora
tvey í seinnu hálvfinaluni.
Harumframt er Nesta tøkur
aftur og fer at styrkja
verjuna.
Hetta var í roynd og veru
ein rættiliga typiskur dystur
hjá teimum stríputu úr it-
alsta mótahøvuðsstaðnum.
AC Milan royndi seg við
sterkum
verjuspæli
og
skjótum álopsspæli og vann
eisini 2-0. Hvørki Man-
chester United ella Inter
megnaðu at bróta ígjøgnum
verjuna eftir 180 minuttir
yvir tveir dystir. Tí eru
oddsini ikki serliga góð
fyri, at PSV yvirhøvur fer
at fáa mál ímóti Dida og
hansara monnum.
Men man skal ongantíð
siga ongantíð. Í fjør hevði
Milan eisini eitt gott út-
gangsstøði undan seinna
dystinum ímóti Deportive
La Coruna. Milan førdi 4-1
áðrenn seinna dystin, sum
Deportivo tó vann 3-0 og
fór víðari í hálvfinaluna.
Vit rokna tó ikki við einari
endurtøku av eini slíkari
sensatión.
Champions League,
1. hálvfinala
AC Milan — PSV
Eindhoven 2-0 (1-0)
1-0: Andrei Shevchenko,
43
2-0: Jon Dahl Thomasson,
90
Milan hevur buktina og báðar endarnar
Nr. 79 • hósdagur • 28. apríl 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo