Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 79 - 28. apríl 2005 23 FCK stóra avbjóðing í kvøld Súsanna og Evald vóru fremst Saman við Toda Jóns- son eru seks aðrir FCK spælarar skaddir undan avgerandi uppgerðini móti Malmø, sum verður í Parkini ÚTISETAFELAG Jóannes Hansen FCK hevur nógv jørn í eldinum. Mitt í síðstu viku mistu teir møguleikan at vinna donsku steypakapp- ingina, tá ið teir taptu hálv- finaluna móti Brøndby. FCK hevur framvegis møguleika at vinna tvær kappingar í ár. Onnur er DM, har teir nú bara eru fýra stig aftanfyri Brøndby, og hin er Royala ligan. Tað verða mettir at vera góðir møguleikar fyri, at FCK skal vinna báðar kappingar- nar, men tað er sjálvandi eisini møguleiki fyri, at teir fara at standa eftir við ong- um, tá ið kappingarárið verður liðugt. Í kvøld verður greitt, um FCK skal verða partur av fyrstu finaluni í norður- lendsku kappingini. FCK skal spæla síðsta dystin í millumumfarinum, og hann verður á heimavølli í Park- ini móti Malmø FF. Treytin hjá FCK er, at teir skulu fáa fulla úrtøku. Um tað eydn- ast, so verður síðsti dystur- in millum Rosenborg og Malmø avgerandi fyri, um tað verður FCK ella Rosen- borg, sum skal í finaluna. Um FCK vinnur í kvøld, og um Rosenborg fer at vinna, so verður tað málmunurin, sum fer at verða avgerandi. Fyritreytirnar hjá FCK eru einki serligar í kvøld. Teir hava verið í eldinum tvær ferðir hvørja viku í langa tíð, og tað sæst aftur á skaðalistanum. Umframt Toda Jónsson eru seks aðrir spælarar skaddir, og onkrir teirra eru lyklaspælarar. Her verður hugsað um lið- formannin og miðverjan Bo Svensson, verjuspælaran Ole Tobiasen, miðvallaran Michael Silberbauer og álopsspælaran Álvaro San- tos, sum í síðstu løtu í landskappingardystinum leygardagin varð so mikið skaddur í lærinum, at hann ikki verður førur fyri at spæla í morgin. Todi Jónsson hevur sein- astu stóru vikuna arbeitt miðvíst fyri at sleppa av við skaðan í lærkrikanum, sum hevur hildið honum burtur frá at venja saman við hinum. Føroyski spælarin í FCK sigur, at tað gongur rætta vegin, og hann heldur seg hava orsøk at rokna við, at tað heilt skjótt verður møguleiki hjá honum at venja saman við hinum. Aftur sunnudagin verður stór avbjóðing á skránni hjá FCK, sum tá skal spæla í Viborg. Dysturin móti Malmø FF verður í kvøld klokkan 19.35, og hann verður at síggja á Kanal 5 sjónvarps- rásini. Mikukvøldið skipaði Føroya Triathlon Fel- ag fyri fyrstu veruligu kappingi í ár, tá kapp- ast varð í 1/8 triath- lon SPRINTTRIATHLON Tíðindaskriv Kappingin var í Havn, og kappast var soleiðis, at lut- takaranrir skuldu svimja 750 metrar, súkkla 20 km og at enda renna 5 km. Fyrst varð svomið í Svimjihøllini í Gundadali. Liðug at svimja, skuldu íðkararnir skunda sær út á súkkluna, og súkkla frá Svimjihøllini eftir Norðara Ringvegi, fram við Strond til rundkoyringina við Skansan og aftur til rund- koyringina R.C.Effersøes- gøta/Norðari Ringvegur 3 ferðir, og so oman til Skóg- røkt Landsins. Her var skift til renning, og runnið var frá Skógrøkt Landsins nið- an eftir Hvítanesvegnum til høgru eftir Skraddaragøtu, inn á gøtuna kring Skóg- røktina og aftur til málið við Skógrøkt Landsins. Teinurin var runnin 6 ferðir. Tvey nýggj Seks íðkarar vóru við hesaferð, tríggjir menn og tríggjar kvinnur. Tvey av hesum Hildur Enni og Rói Eysturdal vóru við fyri fyrstu ferð. Bæði venja rógving, eins og hinar báð- ar kvinnurnar, og var tað ein styrkiroynd at fara und- ir 1/8 triathlon, tí venjingin er ikki akkurát til triathlon. Á svimjiteininum, sum var 750m, vóru tað Rói Eysturdal, Súsanna Skylv og Katrin Sørensen, ið so at siga fylgdust á mál. Rói hevði tó ikki sæð reyðu plátuna, sum sigur svimjar- anum, at nú eru 50 m eftir, og svam hann tí 50 m ov langt áðrenn hann bleiv steðgaður, hann brúkti 12. min 09 sek. um svimjing- ina. Hini trý, Beinir Rasmus- sen, Hildur Enni og Evald Rasmussen komu á mál uml. ein minutt aftaná. Súsanna og Katrin vóru eisini fyrstar út á súkkluna, men skjótt var, at Evald og Beinir fingu tær aftur. Hild- ur og Rói fingu eisini fatur á Katrini, sum hendan dag- in hevði valt at fullføra og ikki meira. Men var Rói so óheppin, at ketan setti seg fasta, og var hann noyddur at fara á málið við súkkluni og byrja renningina. Evald var fyrstur av hin- um út á renniteinin, og kom hann fyrstur á mál, hóast Súsanna rann skjótari, men var munurin frá súkklingini ov stórur til at hon kundi renna missin inn aftur. Beinir, sum kom væl frá súkklingini, steðgaði nær- um upp í renningini, og slapp Hildur fram um hann á seinasta teininum. Rói rann væl, og brúkti 28 min 32 sek. um teinin, men av tí at hann ikki fullførdi súkkluteinin, fekk hann onga samlaða tíð Herdar treytir Hesi og fleiri hava víst áhuga í at verða við, tá triathlon aftur verður á skránni til Oyggjaleikirnar á Rhodos í 2007. Nakrar gentur eru í Danmark, og sambært Joan Bláfoss, ið bleiv yvirkoyrd beint sum hon hevði kvalifiserað seg til seinastu Oyggjaleikir, so venja tær, eins og hon sjálv, við donskum feløgum. Hetta er eisini neyðugt, nú krøvini eru nógv herd, og skulu íðkarar, sum ætla sær til Oyggjaleikir verða limir í triathlonfelag minst eitt ár undan úttøkukapp- ingini. Eisini skulu teir verða við í triathlonkapp- ingum alt undanfarna árið og fram at Oyggjaleikun- um, og kunna prógva hetta. Ein fullfíggja venjingar- dagbók verður kravd, og fer triathlonfelagið kanska eisini at seta kravtíðir, hóast hesar ikki altíð eru eftirfar- andi í einari ítróttagrein, sum verður íðkað úti. Fyrsta triathlon-kappingin á árinum varð hildin mikukvøldið Úrslit 1/8 triathlon Kvinnur: 1 Súsanna Skylv 1.19.50 2 Hildur Enni 1.22.54 3 Katrin Sørensen 1.29.12 Menn: 4 Evald Rasmussen 1.17.44 5 Beinir Rasmussen 1.23.30 6 Rói Eysturdal Sv. 12.09 Renn: 23.32