hósdagur 28. apríl 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 79 - 28. apríl 2005
394 rennarar – tað
mesta nakrantíð -
tóku lut á flaggdags-
renningi, tá Bogi Len-
vig rann undir 12 ára
gamla metið hjá Hall-
uri Holm
FLAGGDAGSRENNING
Jákup Mørk
Veðrið var av tí besta, tá
Bragdið flaggdagin skipaði
fyri 19. útgávuni av flagg-
dagsrenningini.
Kanska
høvdu umstøðurnar sítt at
siga, men tað skerst ikki
burtur, at Bogi Lenvig er um
at renna seg heilt, heilt heit-
an til komandi oyggjaleikir-
nar.
Við tíðin, 22 minuttir og
30 sekund, rann Bogi heili
26 sek. skjótari enn gamla
metið á 7 kilometra langa
teininum. Tað metið hevði
annars staðið í friði í 12 ár.
Og eisini vóru fleiri onn-
ur góð úrslit at síggja. Mill-
um annað rann bert 14 ára
gamla Bjørg Herup Olsen
seg inn á eitt bronsupláss
hjá kvinnum.
Met á flaggdegnum
Við 394 luttakarum setti flaggdagsrenningin nýtt met mánadagin
Fremstu luttakararnir í ymsu bólkunum vóru
annars hesi:
Dreingir
Nr Navn
Felag
Tíð
1
Eli Falkvard
Frælsi
6.06
2
Rúni Seloy
Bragdið
6.31
3
Ragnar Khaliqhey
Frælsi
6.35
Gentur
1
Vár Gregersen
Frælsi
7.00
2
Silja Niclasen
Frælsi
7.04
3
Sóldis Petersen
Tórshavn
7.28
Kvinnur
1
Súsanna Skylv
Tórshavn
29.21
2
Petra Gardar Neumann
29.28
3
Bjørk Herup Olsen
Bragdið
29.55
Menn
1
Bogi Lenvig
Bragdið
22.30
2
Guttorm Sørensen
Treysti
23.27
3
Jóan Karl Joensen
Bragdið
24.29
Veteranar, kvinnur
1
Jóngerð Høgnesen
Bragdið
33.29
2
Súsanna Danielsen
Tórshavn
37.44
3
Louisa Svensson
Tórshavn
37.52
Veteranar, menn
1
Jósvein Herup Olsen
Bragdið
26.09
2
Pól Sundskarð
Treysti
26.58
3
Tummas Joensen
Treysti
27.32
Mánadagin verður
lutur kastaður um,
hvør hevur vunnið
fótbóltsferðina, sum
Atlantic Airways og
Sosialurin skipaðu
fyri
FÓTBÓLTSFERÐ
Jákup Mørk
Síðani fyrst í apríl hava les-
arar av Sosialinum havt
møguleika at taka lut í
kapping, her ein fótbólts-
ferð til útidystin móti
Fraklandi kundi vinnast.
Í alt hava 15 puntar verið
í blaðnum, og nú er savna
hesar saman, so teir kunnu
geva fullfíggjaðu myndina,
sum eigur at vera á miðsíð-
unum í serblaðnum um fót-
bólt, sum kom á gøtuna um
mánaðarskiftið.
Á hesum miðsíðum var
eisini ein lepi, sum skal
sendast inn saman við
puntunum, soleiðis at tað er
møguligt hjá okkum at seta
okkum í samband við
hepna vinnaran.
Sendast fríggjadagin
Seinasta freist at lata okkum
brævbjálvan við lepa og
puntum er nú fríggjadagin.
Mánadagin fara vit so at
draga ein av bjálvunum upp,
og so er spurningurin, hvat
navn verður á lepanum, sum
verður latin Atlantic Air-
ways. Tað er nevnliga før-
oyska flogfelagið, sum hev-
ur latið ferðina, og einki er
at ivast í, at vinnarin ikki
verður einsamallur á ferðini.
Vanliga plaga føroyingar
nevnliga at ferðast í stórum
tali til útidystirnar hjá lands-
liðnum, og nú talan er um
dyst móti einum av sterk-
astu fótbóltstjóðunum í
heiminum, er einki at ivast í,
at áhugin er óvanliga stórur.
Nú skulu puntarnir sendast
Tilsamans geva teir 15 puntarnir eina fullfíggjaða mynd til miðsíðurnar í fótbóltsblaðnum, sum
varð á gøtuni um mánaðarskiftið