Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. september 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart 3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 171 - 7. september 2000 gult cyan magenta svart Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Støðan millum Danmark og Føroyar versnar alsamt! TAÐ tykist, at politiska støðan millum Føroyar og Danmark gerst verri fyri hvønn mánað, sum gongur. Fleiri dømi eru um, at danir ann- aðhvørt leggja seg úti í viðurskifti, sum teir ikki hava havt við at gera áður ella sýta fyri at ganga ynskjum hjá landsstýrinum á møti. SAMRÁÐINGARNAR í juni mánað, tá danska stjórnin helt fast um, at hon vil ikki ganga við til eina longri skiftistíð enn fýra ár, bøttu ikki støðuna. Heldur ikki óbeinleiðis hóttanin um, at heildarveitingin úr Danmark fer at lækka kortini, tí livistøðið er hægri í Føroyum enn í summum donskum landslutum. EFTIR at landsstýrið hevði sent ST ein fyri- spurning um mannagongdir við atliti til ST í samband við samráðingarnar at skipa Føroy- ar sum fullveldi, var danski uttanríkisráðharrin alt annað enn blíður, og gjørdi greitt, at hesum átti føroyska heimastýri at halda fingrarnar burturi frá. Man henda støðan hava ávirkað svarið úr ST? ÚR einum føroyskum tjóðskaparligum sjón- arhorni hevur danska stjórnin ikki handfarið spurningin um føroyska málið serliga heppið, nú tað er staðfest sum eitt minnilutamál, og er gingin beint ímóti áskoðanini hjá lands- stýrinum og meginpartinum av Føroya fólki. FYRST í vikuni vistu Dagblaðið og Útvarpið, at danska uttanríkisráðið hevur lagt seg upp í eina ætlan hjá Føroyum, Íslandi og Grønlandi at gera eina avtalu um, hvussu londini skulu umsita tveir fiskastovnar, sum londini hava í felag. Uttanríkisráðið krevur, at tað skal góð- kenna avtaluna, hóast føroyingar og íslend- ingar hava samráðst um fiskiveiðiavtalur hjá hvørjum øðrum í mong ár, uttan at danir hava eygleiðara við. Tað er ikki nøkur saklig grund fyri, at stjórnin leggur seg út í hesi viðurskifti og kann ikki vera annað enn smáimperial- isma. OG sum rosinan í pylsuendanum noktar danski uttanríksiráðaharrin - okkara uttanrík- isráðharri - at fáa í lag ein fund millum løg- mann og aðalskrivaran í NATO, nú ein ráð- stevna um framtíðar trygdarpolitisku viðurskift- ini í Norðuratlantshavi verða umrødd í Reykja- vík. Grundgevingin hjá Anfinni Kalsberg er, at Føroyar sum eitt møguligt fullveldi mugu taka ábyrgd í trygdarspurninginum og tryggja javnvág í hesum øki. Men hetta hóvar ikki donsku stjórnini, sum heldur, at »tiden er ikke inde til en direkte drøftelse mellem landsstyret og NATO om disse spørgsmål«. Ein eyðmýk- ing afturat, sum ikki bøtir um viðurskiftini mill- um Danmark og Føroyar, men heldur er góður politiskur viðførningur hjá mest víðgongdu loysingarveinginum. Fiskimálastýrið einki hoyrt ÓLAVUR Í BEITI Í sambandi við tíðindini í »Fiskaren«, setti Internet Sosialurin seg í samband við fiskimálaráðharran Jørgen Niclasen, men hann Vit skulu góðkenna allar broytingar sum fara fram í sambandi við broytingar í eigaraviðurskiftunum, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri Pan Fish 49% í »Krúnuni« Norska blaðið Fiskaren skrivar, at Pan Fish hev- ur keypt 49 pro- sent av partapen- inginum í før- oyska skipinum »Krúnan« ÓLAVUR Í BEITI Pan Fish hevur keypt seg inn í føroysku alivinnuna og nú roynir norska felagið eis- ini at keypa seg inn í før- oysk nótskip. Fiskaren skrivar, at Pan Fish hevur keypt seg inn í 4 reiðarí og eitt av teimum er føroyska felagið, sum eigur »Krún- una«. Tey fýra nótaskipini, sum Pan Fish hevur keypt seg inn í eru «Havbas», «Kam- øyfisk», «Østerbris» og »Krúnan«, og í øllum førum er talan um 49 prosent. Multifisk eigur »Hav- bas«, Tromsø, Edmund Brynjulfsen í Kamøyfisk AS eigur «Kamøyfisk», »Østerbris« eigur AS Olav Østervold og »Krúnuna« eigur føroyska felagið AS Djúphav, skrivar Fiskaren. Tryggja sær rávøru Í tíðindaskrivi frá felagnum verður sagt, at til tess at tryggja sær framleiðsluna í alingini av laksi, hevur Pan Fish ASA keypt seg inn í hesi feløgini. Og nótaskipini verða so øll løgd í eitt felag, Pan Pe- lagic ASA, sum er undir stovnan og seinni í ár verður felagið so børsnoterað. Tøkk Hjartans tøkk til tykkum øll, ið gjørdu mær 75 ára dagin ógloymandi. Allan Næs, Hvalba kendi einki til nakrar broyt- ingar í eigaraviðurskiftun- um í felagnum, sum eigur nótabátin »Krúnuna«. – Vit skulu góðkenna all- ar broytingar, sum fara fram í eigaraviðurskiftunum og hin vegin, so kunnu útlend- ingar ikki eiga meiri enn 33 prosent í einum føroyksum felag, leggur fiskimálaráð- harrin afturat. Í lógini stendur eisini, at boðast skal frá, um broyt- ingar verða framdar og eingin fráboðan er komin til Fiskimálastýrið enn sam- bært fiskimálaráðharranum. Gongst væl hjá Borðoyarnesi Fyrsti føroyski verksmiðju- krabbabáturin »Borðoyarnes« fór úr Føroyum 13. august og higartil hevur alt riggað væl á krabbaverk- smiðjuni umborð ÓLAVUR Í BEITI Samstarvsavtala er gjørd millum føroyska felagið, sum eigur »Borðoyarnes«, og grønlendska felagið Ikkamiut Seafood, har før- oyska felagið m.a. leigar krabbabátin til grønlending- ar og reiðar hann út. Nýggj krabbaverksmiðja er sett umborð á »Borðoy- arnes« og sambært reiðar- ínum sum eigur »Borðoy- arnes«, hevur riggað væl higartil hjá krabbabátinum sum er tann fyrsti rættiligi føroyski krabbabáturin. Í løtuni liggur »Borðoy- arnes« millum Nuuk og Sukurtoppin og innhandlar krabba, og sambært reiðar- ínum er prísurin á krabba góður. 25 mans eru við »Borð- oyarnesi«. »Artic Star« Í morgin kemur grønlendski krabbabáturin »Artic Star« á Fuglafjørð á veg yvur til Grønlands. »Artic Star« er umbygdur til krabbabát í Noregi. Felagið Artic Wolf eigur báðar krabbabátarnar »Artic Star« og »Artic Wolf«. Krabbabáturin »Artic Wolf« fiskaði fyri 100 mió. krónur í fjør, og áhugin fyri krabbaveiðuni í Grønlandi er rættiliga stórur í løtuni. »Borðoyarnes« EYÐUN KLAKSTEIN Klaksvík: Mánadagin setti nýggjur maður seg í stjóra- sessin á Kósavirkinum í Klaksvík. Tað er Adrian Dalsá, EYÐUN KLAKSTEIN Klaksvík: Nú tykist tað verða greitt, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, stillar uppaftur til býráðs- valið í Klaksvík í heyst. Og tað gera hinir býráðslimirnir hjá Tjóðveldisflokkinum eisini. Mánadagin varð fyrsti uppstillingarfundur hjá Tjóðveldisflokkinum í Klaksvík, og á hesum fundi boðaði Karsten Hansen frá, at hann varð sinnaður at stilla uppaftur. Karsten Hansen var fyrst- valdur á Tjóðveldislistanum á seinasta býráðsvalinum. Hann hevur sitið í býráðn- um í Klaksvík síðani 1989 og var varaborgarstjóri frá 1993 til hann gjørdist lands- stýrismaður í fíggjarmálum fyri stívliga tveimum árum síðani. Ivaðist Karsten Hansen hevur ivast í, um hann skuldi stilla upp til býráðsvalið aftur, nú hann er landsstýrismaðurin og verður sitandi í hvussu so er í hálvtannað ár afturat um alt gongst sum ætlað. Hesa tíðina kann hann ikki røkja býráðsessin í Klaks- Kósin nýggjan stjóra Adrian Dalsá avloysir Hanus Hansen sum stjóra á Kósavirkinum í Klaksvík Kósavirkið í Klaksvík hevur nú fingið nýggjan stjóra sum nú avloysir Hanus Hansen í hesum sessi. Hanus Hansen heldur fram sum stjóri í JFK, sum eigur 95% av partapening- inum í Kósavirkinum. - Kósin hevur brúk fyri einum stjóra, sum er á virk- inum hvønn dag, og tað havi eg ikki stundir til. Vit hava nógv annað virksemi, sum eg eisini má taka mær av, og tí hava vit funnið ein góðan mann til Kósavirkið, Karsten stillar uppaftur Allir býráðslimirnir hjá Tjóðveldisflokkinum í Klaksvík stilla uppaftur á valinum í heyst vík. Men Karsten Hansen hevur ført fram, at hann framvegis hevur stóran áhuga fyri býráðspolitikki, og tað hevur fingið hann at stilla uppaftur. Umframt Karsten Hansen ST svaraði sum væntað Formaður Javnaðarfloksins heldur, at einki óvæntað er í svarinum hjá ST til landsstýrið EYÐUN KLAKSTEIN Jóannes Eidesgaard, for- maður í Javnaðarflokkin- um, heldur, at svarið, sum landsstýrið nú hevur fing- ið frá ST, er júst tað, sum roknast kundi við framm- anundan. - ST kann ikki svara stórt øðrvísi, enn teir hava gjørt. Tað eru greiðar reglur fyri, nær ST kann fara uppí altjóða samráð- ingar, og tað høvdu ser- frøðingar eisini sagt frammanundan, sigur Jóannes Eidesgaard. - Trupulleikin er, at tað eru nakrar samráðingar í gongd millum danir og føroyingar, og har føroy- ingar hava ilt við at góð- taka tað samráðingar- úrslit, sum sær út til at verða tað endaliga. Og so royndir landsstýrið vil øllum snildum at snara trupulleikan yvir á onnur viðurskifti, heldur Jóann- es Eidesgaard. Hann heldur, at viður- skiftini millum Føroyar og Danmark eru spentari, eftir at landsstýrið í al- mennum brævi til ST leggur Danmark undir ikki at vilja at samráðast. Og í altjóða høpi ger brævið Føroyar til skammar, heldur hann. Fylgja spælireglunum Formaðurin í Javnaðar- flokkinum sigur, at hann einki hevur ímóti, at landsstýrið roynir at fáa upplýsingar um manna- gongdir hjá ST, men hann heldur, at hátturin, sum tað er gjørt, er skeivur. - Bæði Fólkafloksmenn og Tjóðveldismenn hava verið kropp á kroppi á høvuðsborgini hjá ST í New York, og teir áttu at vita, at formalitetir spælir týðandi leiklut í felags- skapinum. Tí kann tað undra, at eitt landsstýri, sum Anfinn Kallsberg er formaður fyri, yvirhøvur sendir slíkt bræv til ST, sigur Jóannes Eidesgaard. - Óansæð hvat tú heldur um heimastýrislógina - og hon trongir til at verða skift út sum skjótast - so noyðist tú at virða tær spælireglur, sum eru gald- andi. Heimastýrislógin er ein veruleiki, og tí eigur landsstýrið fylgja henni, um tað dámar tað ella ikki, sigur hann. - Heimastýrislógin er ein veruleiki, og tí eigur landsstýrið fylgja henni, um tað dámar tað ella ikki, sigur Jóannes Eidesgaard var Steinbjørn Jacobsen eis- ini valdur í býráðið seinast. Hann stillar uppaftur, og tað ger varamaðurin hjá Karst- eni, Hergerð Joensen, eisini. Næsti uppstillingarfundurin hjá Tjóðveldisflokkinum verður seinni í mánaðinum. sigur Hanus Hansen. Adrian Dalsá hevur áður starvast á Kósini, men nú er hann komin heim úr Noregi, har hann hevur starvast á einum flakavirki. Landsstýrismaðurin Karsten Hansen stillar upp á býráðsvalinum í heyst