fríggjadagur 29. apríl 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 29. apríl 2005
5
Lydia letur
salongina frá sær
Nærum 40 ára gamla
Hárfríðkanarhøllin
hjá Lydiu Danielsen
skiftir nú eigarar.
Lydia letur í næstum
Siri Ann Persson og
Ann Petersen, sum
hava arbeitt hjá henni
í longri tíð, taka yvir
FRISØRYRKI
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Í ár verða tað 47 ár síðani
eg fór í læru. Man trýr ikki
hvussu skjótt tíðin gongur,
staðfestir Lydia Danielsen,
sum eftir 39 ár við egnari
salong nú letur yngri kreftir
taka yvir.
Í síni tíð fór hon í læru
hjá Missu Mortensen á
Tvøroyri. So skjótt læru-
tíðin var liðug kom hon til
Havnar, og brátt lat hon
egna salong upp í Skákin-
um. Eftir 18 ár flutti hon í
Gundadal, har Hárfríðkan-
arhøllin hevur hildið til
seinastu 21 árini.
Og tað hava nógv fólk
verið knýtt at salongini.
Bæði lærlingar, útbúnir
sveinar og ikki at gloyma
allar teir føstu kundarnar,
sum trúliga eru komnir til
salongina hjá Lydiu at
klippa sær øll hesi árini.
Men Lydia ber ongan ótta
fyri kundunum.
– Tær hava yvirtikið
kundarnar hjá mær so við
og við, so tað er fínasta
slag. Eg fari eisini framyvir
at vera her ein dag um
vikuna og klippa, so eg
sleppi tí ikki heilt. Tá kann
eg kanska taka nakrar av
mínum gomlu kundum.
Men teir eru allir í góðum
hondum hjá teimum, sum
taka yvir, slær Lydia fast.
Hon er ikki bangin fyri,
hvussu tíðin skal ganga, nú
hon letur salongina frá sær.
– Eg havi nógv ommu-
børn, og tað hevur altíð ver-
ið nógv, sum man ikki hev-
ur fingið tíð til. So eg eri
ikki bangin fyri at fáa tíðina
at ganga, sigur hon við
einum smíli.
Siri Ann og Ann
Mánadagin 1. mei taka
Siri Ann Persson og Ann
Petersen yvir á salongini.
Og tær eru sera vónríkar.
– Hetta er jú næstan ein
40 ára gomul salong, so alt
grundarbeiðið er lagt. Vit
taka yvir á eini vælkoyrandi
fyritøku, sum hevur sín
fasta kundaskarða. Og vit
ætla eisini framyvir at
koyra víðari í tí góða og
lætta andanum, sum Lydia
hevur lagt so stóran dent á.
Tað verður ikki nøkur koll-
veltandi broyting, hóast vit
taka yvir, siga tær.
Tær siga tó, at tær eru frá
einum yngri ættarliði, og at
tær eisini framyvir fara at
marknaðarføra salongina
hareftir.
– Sjálvandi fara vit eisini
at royna at fanga ungar,
nýggjar kundar. Vit eru ofta
á skeið, og fylgja væl við
nýggjasta hármótanum alla-
tíðina. Men hetta er ein fam-
iljusalong, har øll ættarlið
koma at gera hárið, greiða
tær frá.
Spurdar um ikki kapp-
ingin er harðnað seinastu
árini, nú frisørsalongir at
kalla eru á hvørjum horni,
svara tær, at tað hava tær
ikki merkt nakað til.
– Tað kann væl vera, at
tað eru fleiri salongir, men
tað eru eisini færri sveinar
sum arbeiða á hvørjari sal-
ong. Fyrr vóru fáar salong-
ir, við nógvum sveinum, og
tí merkist tað ikki í so
stóran mun. Men fólk
leggja nógv meiri í hárið
nú. Serliga tey ungu. Og
tey vilja fegin gjalda kostn-
aðin av at fylgja við rákin-
um, siga Siri Ann og Ann.
Hóast tær nú taka yvir, so
fegnast tær um, at Lydia
ikki gevst heilt, men at hon
eisini
framyvir
fer
at
arbeiða ein dag um vikuna.
– Tað vilja vit fegnar
hava. Og vit síggja tað sum
ein fyrimun. Fólk eru von
við at hon er her, og hon
gongur eisini og ger tað
hugnaligt hjá okkum. So vit
eru glaðar fyri, at hon ikki
sleppur hesum heilt, siga
tær, sum við ein munn.
Í sambandi við eigara-
skiftið av Hárfríðkanarhøll-
ini,
verður
móttøka
í
salongini mánadagin 2.
mei, frá kl 13-17.
Fyri fyrstu ferð er
Kovin í Sandavági við
á stóru evropeisku
fiskavøruframsýningi
ni European Seafood
Exhibition í Brússel,
og stjórin á Kovan-
um, Ari Thomassen,
letur væl at úrslitin-
um higartil
HANDILSAVTALUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Talan er um 13. útgávuni av
stóru fiskavøruframsýning-
ini, og føroyingar hava øll
árini tikið lut á framsýning-
ini. Í nógv ár hevur Menn-
ingarstovan staðið fyri ein-
um felags bási hjá flestu
føroysku luttakarunum, og
soleiðis er eisini í ár. Ein av
føroysku luttakarunum er
Kovin úr Sandavági, sum
fyri fyrstu ferð er við.
Havi fingið fleiri
sáttmálar
Ari Thomassen, stjóri á
Kovanum, lat væl at fram-
sýningini, tá ið vit høvdu
hann í telefonini úr Brússel
mikudagin.
- Tað hevur gingið heilt
væl. Áhugin fyri teimum
føroysku vørunum hevur
verið stórur, og nógvir
keyparar hava sýnt vørun-
um hjá okkum áhuga, sigur
Ari Thomassen.
Spurdur um tað eru
nakrar ávísar framleiðslur,
ið útlendsku keypararnir
hava sýnt áhuga, sigur Ari
Thomassen:
- Tað er eitt sindur av eft-
irspurningi eftir rækjum, og
eisini eitt sindur eftir rogn-
unum. Men tað hevur eisini
verið rættuliga stórur áhugi
fyri toskalivur, men har er
trupulleikin tann, at vit hava
alt ov lítið av rávøru, greiðir
Ari Thomassen frá í tele-
fonini úr Belgia.
Stjórin á Kovanum sigur,
at tað er komnir nakrir sølu-
sáttmálar í lag burtur úr
mongu vitjanunum á før-
oyska básinum, og hann
fegnast um úrslitið higartil,
sum hann sigur verða betur
enn væntað. Ari Thomassen
sigur eisini, at tað hevur
verið rættuliga fitt av fólki á
vitjan á føroyska básinum
og hugt at føroysku vørun-
um. Fleiri av hesum hava
eisini fingið kunning um
føroysku fyritøkurnar, og
vónandi
spyrst
okkurt
burtur úr hesum eisini.
Hava fingið væl burtur
úr í Brússel
Frá vinstru: Ann Petersen, Lydia Danielsen og Siri Ann Persson. Eftir at hava rikið
Hárfríðkanarhøllina í 39 ár, fer Lydia nú so smátt at pakka saksarnar saman. Hon letur yngra
ættarliðið taka við, men verður tó til arbeiðis ein dag um vikuna framyvir
Mynd: Bárður Lydersen