Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 81 - 30. apríl 2005 5 Poul Schlüter til Føroya Sunnudagin kemur fyrrverandi statsmin- istarin, Poul Schlüter, til landið. Hann skal hava eitt innlegg á eini ráðstevnu, sum løgmansskrivstovan skipar fyri mánadagin VITJAN Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ráðstevnan, sum Poul Schlüter skal luttaka á, verður í Norðurlandahúsin- um mánadagin og fer at snúgva seg um samspælið ímillum politikk og fyri- siting. Poul Schlüter byrjar dag- in við at greiða frá um sínar royndir sum statsministari. Hann fer eisini at tosa um tamil-málið, sum var tað stóra málið, sum feldi hann. Hann fer eisini at svara spurningum úr salinum. Næstur á skránni verður Finnbogi Ísakson, sum fer at tosa um politikk fyrr og nú. Hann hevur verið virkin í politikki í tveimum ymisk- um tíðarskeiðum, umframt at hann sat sum tingfor- maður í eini tíð, har nógvar broytingar fóru fram. Eftir hann kemur Jákup Vestergaard, sum bæði hevur verið virkin í lands– og kommunalpolitikki. Hann fer serliga at greiða frá samspælinum ímillum politikk og fyrisiting frá einum kommunalpolitisk- um sjónarhorni, umframt frá sínum royndum sum landsstýrismaður. Seinasti røðarin undan steðginum verður Marjun Hanusardóttir, sum er stjóri á løgmansskrivstovuni. Hon fer at lýsa sjónarhorn- ið hjá embætisfólki, og fer at tosa um vánirnar, sum embætisfólk hava til pol- itikarar. Eftir steðgin Annita á Fríðriksmørk hev- ur seinasta innleggið. Hon fer at tosa um hvar snáving- arsteinarnir eru í politikki. Fólk fara uppí politikk við ambitiónum og visiónum, men tað gongur ofta nógv seinni enn væntað at fáa nakað ígjøgnum. Hon fer at tosa út frá egnum royndum, bæði sum tinglimur og landsstýriskvinna. Seinast á skránni verður ein pallborðsfundur. Her- álvur Joensen, Gunnleyg Durhuus, Leif Abrahamsen og Súsanna Danielsen fara at luttaka. Tey fara at geva síni boð uppá nútímans fyrisiting, umframt at hug- leiða um innleggini, sum hava verið fyrr um dagin. Løgmaður endar við at draga samanum, og greiða frá politikkinum hjá sitandi landsstýri. Ráðstevnan er ætlað fólki, ið arbeiða við politik- arum, polikarum og annars fólk, sum hava áhuga at hoyra um evnið. Higartil hava 150 fólk teknað seg. Kona Poul Schlüter, Anne Marie Vessel, kemur við honum til Føroya, og tey bæði fara niður aftur týs- morgunin. Poul Schlüter verður ein av talarunum á rástevnuni, sum løgmansskrivstovan skipar fyri komandi mánadag. mynd: www.tinganes.fo Nevnd til vetrarfriðing Gøta: Á fundi í farnu viku í Gøtu bygdaráði var eitt av málunum um eina vetrarfriðing av bygdun- um í kommununi. Uppskot var komið úr teknisku nevnd um at velj- ast skuldi ein vetrarfriðing- arnevnd, og var nevndin sjálv komin við uppskot- um til limir í hesa nevnd. Á fundinum samtykti bygdaráðið at taka undir við uppskotunum frá teknisku nevnd um at velja trý fólk í nevndina. Tey eru Jens Klæmint Jacobsen, Oluffa Joensen og Steintór Jacobsen. Nevndin fer at skipa seg sjálv. sb. Magni til Nashville Vestmanna: Um stutta tíð fær kendi country-sang- arin Magni Christiansen uppfylt ein av sínum dreymum. Í summar fer hann til Nashville í USA at taka upp enn eina fløgu. Hann hevur higartil givið út fýra fløgur. Men nú ætlar hann sær so at taka enn eitt stig á tón- leikaleið síni við at sleppa til sjálvan country- býin Nashville. Á gospeltúrinum um- borð á Norrønu um viku- skiftið avdúkaði Magni ætlanir sínar. Hann segði tó, at henda nýggjasta fløgan fyrst kemur út í komandi ári. Á bygdarráðsfundi í Vestmanna herfyri var eitt uppskot til viðgerð ein umsókn um stuðul til ferðina. Bygdarráðið samtykti ikki at lata stuðul sum so, men heldur at keypa nøkur eintøk av fløguni, tá hon kemur út. sb. Kuffamos í Klaksvík Ungdómstiltak: Í døgun- um 5. til 8. mai verður eitt serstakt tiltak í KFUM&K í Klaksvík við heitinum KuffaMos 2005. Talan er um eitt ung- dómstiltak, har teir vænta at fólk koma úr øllum landinum. Skráin er gjørd áhugaverd við sangi, tón- leiki, drama, lovsangi og mongum øðrum tiltøkum. Umframt møtir og ung- dómsgudstænastu verður eisini skipað fyri fótbólts- kapping í skúlanum á Fossanesi. Fyri góðum ári síðani var skipað fyri eini lands- ungdómsstevnu í mini- format í Klaksvík. Nú er tíðin komin til eitt nýtt tiltak í hesum sambandi. sb. Ein nýggj kanning ger tað møguligt at læra sera nógv um konu- fólk, bert við at hyggja at skónum, tær eru í Amerikumenn hava nú gjørt eina nýggja kanning av konufólki og skóm teirra. Meghan Cleary frá New York hevur givið út eina bók, sum eitur » Tú kanst læra nógv um eina kvinnu við at hyggja at skóm hennara – álvara!« Bókin snýr seg um, hvussu tú kanst síggja per- sónligheitina á kvinnum, við at hyggja at hvørjum skóm tær ganga í. Tað sigur nevniliga rættiliga nógv, verður staðfest. Kanningin vísir, at konu- fólk, ið brúka sonevndar flip-flops ella klipp-klapp- ar, ið eru eitt slag av inni- skóm, eru uttandura typur, sum eru fullar av orku og sum elska havið. Konufólk, ið ganga í tuflum eru búnar, arbeiðs- samar og vinarligar kvinnur. Teimum, ið best dáma ítróttarskógvar og sneakers, eru modernaðar, vita alt um nýggjasta tónleikin og dáma væl at vera í býnum, dag sum nátt. Tær kvinnur, ið nýta høg- hælaðar sandalur, eru ógvuliga femininar. Tær megna væl at fáa øll øki í lívinum at javnviga, bæði kærleikslívið, arbeiðslívið og sosiala lívið. Høvundurin av bókini, Meghan Cleary, hevur gjørt kanningina og skrivað bók- ina út frá egnum eygleið- ingum, og hon er nú sann- førd um, at einki sigur so nógv um sinnisstøðuna hjá eini kvinnu, sum skógvar- nir. Um tað veruliga passar kunnu fólk so sjálvi meta um. Men um tit eru vorðin bitin av háttinum, kunnu tit gleða tykkum, høvundurin er nevniliga longu farin undir eina tílíka guide til mannfólk og skógvar teirra eisini. eys Datt seks metrar úr stiga Enn eitt arbeiðsóhapp hendi hóskvøldið, tá ein maður var áhaldsin og datt seks metrar úr einum stiga inni á Hjalla Í hesum døgum er nógv virksemi inni á Sand- víkarhjalla, har ein stór fiskivinnumessa skal haldast í komandi viku. Tað var undir hesum ar- beiðnum, at óhappið hendi. Av løgreglustøðini frætta vit, at ein maður datt úr einum stiga, og at fallið var einar seks metr- ar. Maðurin varð alt fyri eitt fluttur á sjúkrahúsið. Sagt verður, at støðan hjá manninum er støðug. Arbeiðseftirlitið kannar nú tilburðin. eys Eina viku ov tíðliga Tiltakið hjá Vága Ríð- ingafelag á Giljanesi verður hildið næsta viku- skifti Í fríggjadagsblaðnum var grein um tiltak, sum Vaga Ríðingafelag fer at halda á Giljanesi. Tíverri kom greinin ov tíðliga í blaðið, og kann fólk tí fáa ta fatan, at talan er um tiltak, sum hildið verður hetta vikuskfitið. So er ikki. Tiltakið hjá Vága Ríðingafelag verð- ur hildið á Giljanesi leyg- ardagin tann 7. mei. Hvat skógvarnir siga um konufólk Nýggi sáttmálin við Aker Stord hevur virði av sløkum 100 mió. krónum og er galdandi í tvey ár FLOGFERÐSLA Snorri Brend Sáttmáli: Føroyska flog- felagið Atlantic Airways skrivaði fríggjamorgunin undir nýggjan sáttmála við Aker Stord. Hesin sáttmálin er um flutning av arbeiðsfólki til og frá Molde, har Aker Stord stendur fyri bygging- ini av einum stórum gass- framleiðsluverki fyri Norsk Hydro. Verkætlanin kallast Ormen Lange. Sáttmálin verður mettur til at hava eitt virði millum 60 og 100 mill. krónur. Tað er á leið tað sama sum sáttmálin um flúgving fyri Aker Stord til Snøhvidt verkætlanina í Norðurnor- egi. Flúgvingin til Molde tekur seg upp í august í ár, og mennist rættiliga á várið 2006 og heldur síðani fram móti ársenda í 2007. - Hetta skapar grundar- lag fyri fjórða flogfarinum í flotanum. Tí fær eitt flog- far við manning helst støð í Stavanger tíðliga í heyst, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog. Leiguflogfarið, sum fór úr Bruxelles í hóskvøldið til Føroya, valdi at seta seg í Keypmannahavn, tí skipar- in fekk ein indikator uppá brek á hydraulik-skipanini, verður sagt frá Atlantsflogi. Flogskiparin valdi at fara til Keypmannahavn, tí har vóru umstøðurnar bestar at lenda og at fáa brekið um- vælt. Vanliga verður roknað við, at flogfarinum tørvar longri breyt at steðga á, um brek er á hydraulik-skipan- ini, og Atlantsflog hevur viðlíkahaldsstøð í Keyp- mannahavn. Talan var so- statt um at taka fyrilit fyri trygdini, og ikki um nakra vandastøðu. Ferðafólkini gistu á hot- elli í nátt og brekið, sum vísti seg at vera ein brostin slanga, var umvælt. Ferða- fólkini komu heim ígjár. Atlantsflog fingið risaordra í Noregi Ongin vandi í Keypmannahavn