Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 80 - 29. apríl 2005 Leita eftir gomlum góðum GAMALT-NÝTT tíðindaskriv Stuðulsbúðin Gamalt- Nýtt í Klaksvík sóknast eftir brúktum tingum, sum kunnu endurnýtast og seljast til frama fyri tað hjálpararbeiði, sum Danmissión ger á kristn- um grundarlagi í londum í Afrika. Sóknast verður eftir brúks-lutum, møbl- um, búnyttum, skreytlut- um, prýðislutum og líkn- andi, sum hevur eitt ávíst virði. Verða møblar og annað skift út, ella eru deyðsbúgv at taka upp, so set teg í samband við Malan Mýri á tlf. 456116-456820, sum hevur Stuðulsbúðina um hendi. DMS, sum hesin felags- skapur nevndist fyrr, hev- ur nógv ár á baki í Før- oyum, og nógvir ringar vóru ymsastaðni í land- inum, sum stuðlaðu hesum arbeiði. Í nevndini fyri hesum felagsskapi í Føroyum eru: Sonja Klein, prestur, formaður, Tórshavn, Inga Dam Poulsen, prestur, næstfor- maður, Miðvágur, Sig- vald Kristiansen, lækni, kassameistari, Skála, Sigrun Samuelsen, lær- ari, Klaksvík, Niels Juul Olsen, lastbilførari, Tórs- havn, og Jónsvein Bech, prestur, Tvøroyri. Øll hesi og onnur við vilja fegin hjálpa til við at samla saman og senda víðari til Stuðulsbúðina ting og lutir, sum fólk vilja lata til eitt gott enda- mál. Nevndar-limirnir taka eisini fegnir ímóti tilboðum frá fólki úr øllum Føroyum. Tað verður rættiligur western dámur á Giljanesi leygardagin. Vága Ríðingafelag skipar fyri djóradegi seinnapartin og country dansi um kvøldið WESTERN Edvard Joensen Vágar: Vága Ríðingafelag skipar fyri stórum tiltaki á Gilja- nesi leygardagin. Seinna- partin er tiltakið fyri tey yngru, og um kvøldið eiga tey tilkomnu tørn. Tiltakið hjá Ríðingafel- agnum byrjar á middegi í fjósinum hjá Jákupi Paula í Eyðansstovu, sum er beint innan fyri ítróttarhøllina á Giljanesi. Har verða djór av nógv- um ymsum sløgum at síggja. Bæði vanlig husdjór sum neyt og seyður, so- nevnd kelidjór sum hundar, kettur og kaninir, og sjálv- andi veðra ross eisini at síggja. Onkur kalkun og dvørghøna verður at hitta, umfrmat kálvar og lomb, nú lembingin er byrjað. Skipað veðru fyri pony- ríðing fyri børnunum og eisini verður sýning av rastri við seyðahundum út á seinnapartin, siga fyrireik- ararnir. Sjálvandi verður okkurt leskandi at fáa til keyps saman við fronskum hot- dogs og cowboyhattum, sum líkasum hoyra til í slíkum western umhvørvi. Tað kostar 30,- krónur hjá vaksnum at sleppa til hetta tiltakið. Men børnini sleppa fyri einki. Djóra- dagurin á Giljanesi endar klokkan 18.00. Um kvøldið sleppa tey vaksnu so upp í part. Tað byrjar stóri countrydans- urin í ítróttarhøllini klokk- an 23.00. Har verður rættilgia gjørt burtur úr til at fáa rættan western dám. Vestmenn úr Vestmanna fara at spæla til dansin, og Ríðingarfelagið fer at skipa fyri sølu av ymsum, sum skal fáa ræta dámin fram. Tey fara at selja cowboyhattar, slips, turriklæði og slíkt, sum ein »rættur« cowboy eigur at ganga við. Eisini undir dansinum verður ymiskt til góman at fáa til keyps. Millum seldu atgongu- merkini verður lutaður ein flogferðaseðil burtur. Atgongumerkið til dans- in kostar kr. 120,-. Tiltakið er liður í innsavning hjá Vága Ríðingarfelag til ríði- høll og felagsfjós, sum fel- agið arbeiðir við at fáa í Vágum. Leygardagin er ókeypis at koyra gjøgnum Vág- atunnilin. Laksasmolt, sum Samherji hevur flutt úr Íslandi til Føroya, er á Selatrað, og kalvayngulin, sum kemur seinni í vikuni, skal til Vestmanna Aling Edvard Joensen Íslendski alifiskurin, sum skal setast út í Føroyum, verður hýstur av Vestlaks, sigur Frímund Hansen, stjóri á Vestlaks. Talan er um umleið 450.000 laksasmolt, sum eru komin við skipið úr Íslandi og nú ganga í kørum inni á alistøðini Sandá á Selatrað, sigur Frímund Hansen. Tá tey um eini tvey ár eru búgvin at taka, skuldu tey helst vigað eini 2.000 tons tilsamans, sigur stjórin á Vestlaks. Smoltini skulu koppset- ast móti ILA, áðrenn tey verða sett út. Koppsetingin verður gjørd í Føroyum, tí í Íslandi er ikki loyvt at koppseta móti ILA. Tá smoltini eru klár at seta út, verða tey slept í ali- ringarnar hjá Vestlaks norð- an fyri Svínáir, sigur Frí- mund Hansen. – Tað kom ein fyrispurn- ingur frá Samherja, og vit hava játtað, sigur hann. Fríggjadagn koma ætl- andi kalvarnir, sum Sam- herji ætlar at seta út í Før- oyum, hendanveg úr Ís- landi. Frímund Hansen sigur, at Vestlaks eisini skal hýsa hesum fiskunum. Tað verð- ur í einum tveimum ringum í Vestmanna, sigur hann. Kalvarnir verða í skriv- andi stund innskipaðir í Ís- landi, og so velst um lík- indi, um farið verður avstað beinanveg, verður sagt. Hesir kalvarnir, sum nú koma, eru umleið30.000 í tali. Tað hava í seinastuni gingið søgur um, at Sam- herji ætlar at keypa Vest- laks. Frímund Hasnen, stjóri á Vestlaks, vil hvørki vátta ella avsanna hesi tíð- indi. Slíkt hevur hann ikki ávirkan á, sigur hann. Tað eru eigarin og ein møgu- ligur keypari, sum mugu semjast um tað. Men hann leggur afturat, at skal ein handil gerast, so er hetta rætta løtan at gera tað. Vit eru á botni í løtuni, og ES hevur lagt toll á norskan laks, vísir hann á. Vestlaks hýsir Íslandsfiski Country har vesturi Laksasmoltið, sum er á smoltstøðini Sandá á Selatrað, kom við skipið úr Íslandi Mynd: Edvard Joensen Tiltakið hjá Vága Riðingafelag verður á Giljanesi frá klokkan 12 leygardagin