fríggjadagur 29. apríl 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 80 - 29. apríl 2005
– Eg ivist ikki í, at
luttøkan á heimsins
størstu matvørufram-
sýnig í Brússel hesa-
ferð hevur verið
nakað serligt fyri
føroysku framsýnar-
arnar, nú bæði lands-
stýrismaðurin í fiski-
vinnumálum og
onnur umboð fyri
politisku myndug-
leikarnar og fiski-
vinnuráðgevingina
vóru við. Tað er
positivt, at vinna og
myndugleikar kunnu
tosa saman og fylgja
hvørjum øðrum
undir heilt øðrum
umstøðum enn her
heima, sigur Kjartan
Kristiansen, stjóri á
Menningarstovuni
ESE Í BRÚSSEL
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var Menningarstovan
saman vit føroysku fram-
sýnarunum á stóru mat-
vøruframsýningini í Brús-
sel,
European
Seafood
Exposition 2005 (ESE), ið
skipaðu fyri føroysku lut-
tøkuni á einum føroyskum
felagsbási.
Føroysku fyritøkurnar á
framsýningini vóru United
Seafood, Faore Seafood,
Kósin, PRG (fiskavirkið í
Gøtu),
Landshandilin,
Farex, Fram (føroyskur
saltfiskur), Smyril Line,
Faroe Ship, Kovin og Nevið
Fiskaeksport.
– Í roynd og veru eru tað
fyritøkurnar sjálvar, sum
skipa fyri luttøkuni, men
tað eru vit, sum standa fyri
básinum og hava havt ta
samskipandi uppgávuna,
sigur Kjartan Kristiansen,
stjóri á Menningarstovuni
Menningarstovan hevur
havt trý fólk í Brússel, sum
hava hjálpt til, men Kjartan
hevur ikki verið við hesa-
ferð.
Hann sigur, at talið av
føroyskum luttakarum á
matvøruframsýningini
í
Brússel hesaferð var á leið
tað sama, sum tað hevur
verið undanfarin ár.
– Talið skiftir eitt sindur,
men teir, sum vóru nýggir í
ár, eru Kovin úr Sandavági,
sum niðursjóvar eitt nú
rækjur, rogn, livur og
paté’ir.
Sambært stjóranum á
Kovanum, Ari Thomasen,
er hann væl nøgdur við lut-
tøkuna og sigur, at ítøkiligir
sáttmálar eru komnir burtur
úr í Brússel.
Myndugleikar við
Ofta hevur verið havt á
munni, hví føroyskir mynd-
ugleikar ikki eru við, tá ið
føroyskar fyritøkur luttaka
á altjóða fiskivinnufram-
sýningum úti í heimi. Aðrar
tjóðir plaga í so máta at
vísa »andlit« við, at onkur
umboðandi stjórnina kemur
framvið – ella er við – á
básinum. Men hetta hevur
haltað
hjá
føroyskum
myndugleikum.
Á matvøruframsýningini
í Brússel hesaferð var tó
øðrvísið.
– Vit hava í ár fingið
umboð fyri okkara mynd-
ugleikar at verða við, og vit
ivast onga løtu í, at hetta
hevur sett sín serstaka dám
á luttøkuna hesaferð, sigur
Kjartan Kristiansen.
Úr
Fiskimálaráðnum
hava eitt nú landsstýris-
maðurin, Bjørn Kalsø og
Herálvur Joensen, stjóri í
Fiskimálaráðnum,
verið
við. Aftrat sær hava tey
havt umboð fyri Fiski-
rannsóknarstovuna, eitt nú
Eilif Gaard og Mourits
Mohr Joensen, umframt
Maritu Rasmussen, sam-
skipara á fiskivinnugransk-
ingini.
Í Brússel hava almennu
føroysku umboðini lagt
fram áhugaverd úrslit frá
føroyskari gransking, har
dentur hevur verið lagdur á
at kunna um granskingar-
úrslit, sum eru viðkomandi
fyri føroysku fyritøkurnar
og teirra samstarvsfelagar.
Víst hevur verið á, hvat vit
í Føroyum gera fyri at
tryggja skynsama nýtslu av
okkara tilfeingi.
Kjartan Kristiansen sig-
ur, at mikudagin, 27. apríl,
var Bjørn Kalsø vertur við
móttøku á føroyska básin-
um, har Eivør Pálsdóttir
eisini sang.
Sum skilst, hevur lands-
stýrismaðurin í vinnumál-
um, Bjarni Djurholm, eisini
verið framvið á føroyska
básinum og hevur heilsað
upp á føroysku luttakararn-
ar. Bjarni hevur ikki verið
beinleiðis partur av før-
oysku luttøkuni, men var
staddur um hesar leiðir, nú
velduga stóra matvøru-
framsýningin var í Brússel.
Kjartan Kristiansen sig-
ur, at soleiðis, sum hann
hevur skilt á sínum fólkum
í Brússel, hevur alt gingið
ógvuliga væl hjá føroysku
luttakarunum, og tey eru
væl nøgd við framsýn-
ingina og tað, sum komið er
burtur úr.
Føroyska ferðalagið fór
niður til Brússel við Atl-
antsflogi og kom ætlandi
heimaftur í gjárkvøldi.
Ikki saknur, men…
Stjórin á Menningarstovuni
heldur ikki, at saknur sum
so hevur verið í, at føroysk-
ir myndugleikar ikki hava
verið við á slíkum fiski-
vinnuframsýningum áður,
tí vinna og fyriskiparar
hava ikki verið von við ann-
að enn, at myndugleikarnir
ikki vóru við.
– Men eg ivist onga løtu
í, at luttøkan hesaferð hevur
verið nakað serligt fyri før-
oysku framsýnarnar, nú
bæði landsstýrismaðurin og
onnur umboð fyri politisku
myndugleikarnar og fiski-
vinnugranskingina
vóru
við.
Kjartan sigur, at vanligt
hevur ikki verið í so máta at
gera nakað serligt burtur úr
føroyska básinum í Brússel,
men eitt árið var glasbingj-
an hjá Tróndi Paturssyni
við, og eitt annað ár máln-
ingar hjá Kára Svensson.
– Eg haldi, at politisku
myndugleikarnir saktans
kunnu fáa nakað burtur úr
við at síggja, hvørjir sam-
starvsfelagnir hjá føroysk-
um vinnulívi eru – og
hvørjir kappingarneytarnir
eru.
Hann heldur, at tað eisini
er positivt, at vinna og
myndugleikar kunnu tosa
saman undir heilt øðrum
umstøðum enn heima, tá ið
tað nógva snýr seg um tey
altuellu málini, sum nú
einaferð eru uppi.
– Ein slík vitjan, har
vinna og myndugleikar hitt-
ast úti í heimi, er eitt gott
høvi til at tosa um onnur
viðurskifti enn eitt nú fiski-
dagaskipan,
russarafisk,
hjáveiði – ella hvat tað nú
kann vera, sum er frammi í
dagsins kjaki.
Kjartan vísir á, at umboð
fyri okkara myndugleikar
vanliga eru við, tá ið olju-
ráðstevnur eru, og hann
ásannar, at hetta setir sín
serliga dám á føroysku lut-
tøkuna.
– Tað er einki forgjørt í,
at vinnulívið følir, at polit-
iski myndugleikin hevur
áhuga í tí, sum vinnan fæst
við.
Stjórin á Menningarstov-
uni heldur, at hóast politiski
myndugleikin ikki bein-
leiðis hevur verið saknaður
á fiskivinnuframsýningum
áður, so verður tað øðrvísi
næstu ferð, um myndug-
leikin tá ikki verður við
aftur.
– So, eg vóni, at hetta
átak at hava myndugleik-
arnar við til slíkar fiski-
vinnuframsýningar verður
afturvendandi, sigur Kjart-
an Kristiansen, sum er
sannførdur um, at hetta
hevur
stóran
positivan
týdning fyri føroysku lut-
tøkuna – og helst eisini fyri
politisku myndugleikarnar.
Hann vísir á tvey gomul
føroysk orðatøk, har annað
sigur, at »heima situr svølt-
andi kráka« og hitt, at
»hann, ið ikki rør, einki
fiskar…«
– Tað ræður um at verða
við, har tað hendir, sigur
Kjartan
Kristiansen
at
enda.
Ræður um at vera við har tað hendir