fríggjadagur 29. apríl 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 81 - 30. apríl 2005
– Ein avtala er næstan
í pottinum um at
bjarga sjúkuraktum
alibrúkum í einum
møguligum arbeiðs-
stegði í næstu viku
ARBEIÐI Í VERKFALLI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tá ið verkfall var seinast,
varð nógv sagt og skrivað
um, hvussu hetta ávirkaði
tey alibrúk, sum vórðu
fongd við ILA.
Arbeiðsgevarar søgdu, at
verkfallið var ein vanlukka
fyri alivinnuna, tí arbeið-
arafeløgini vildu ikki geva
undantaksloyvi, so at teir
sluppu at røkta tey sjúku-
raktu alibrúkini og at taka
tann deyða fiskin.
Arbeiðarafeløgini varaðu
skjótt aftur, at tey høvdu
verið vælviljað, men at
arbeiðsgevarar
misnýttu
støðuna til eisini at gera
annað arbeiðið enn tað,
sum hevði við sjúku at
gera.
Síðani hevur nógv verið
tosað um at fáa eina avtalu
ímillum Arbeiðsgevarar og
arbeiðarafeløg soleiðis at
undantak kann fáast til at
røkta sjúkurakt alibrúk og
so at sjúkur fiskur kann
takast, skuldi arbeiðssteðg-
ur verðið.
Avtala undir landi
Og tað tykist sum um at
báðir partar hava tikið støð-
una í stórum álvara og hava
roynt at fáa skipað viður-
skifti á hesum øki, tí nú er
ein avtala ímillum arbeiðs-
gevarar og arbeiðarafeløg
um tey sjúkuraktu alibrúk-
ini í sambandi við arbeiðs-
steðg, við at koma undir
land.
Á aðalfundinum hjá Før-
oya Arbeiðarafelag hós-
dagin, upplýsti Ingeborg
Vinther, forkvinna, fyri
fundarfólkinum,
at
ein
semja um tey sjúkuraktu
alibrúkini var heilt undir
landi.
Ingeborg Vinther kundi
ikki siga so nógv um av-
taluna, tí semjan var ikki
heilt greið enn, men hon
segði, at semjan bygdi ikki
á, at arbeiðarafeløgini á
nakran hátt skuldi frásiga
sær verkfalsrættin.
– Men tað er semja um at
fáa skipa viðurskifti á øki-
num, so at undantaksloyvi
kann gevast til at fóðra og
annars
røkta
sjúkurakt
alibrúk fyri at forða fyri at
stór virði fara fyri skeyti,
sigur hon.
Hon sigur, at talan er um
eina tvey ára avtalu um tey
sjúkuraktu alibrúkini.
Í stuttum ber avtalan í
sær,
at
undantaksloyvi
verður givið í hvørjum ein-
støkum føri og hvørja ferð
skal sjúkuváttan fáast til
vega frá djóralæknanum.
Nær avtalan verðuur klár
at skriva undir, var ikki
greitt hósdagin, men Inge-
borg Vinther segði, hon var
nær við.
– Kanska var tað
skattalættin, sum
kostaði javnaðar-
flokkinum fólkatings-
mannin, sigur Inge-
borg Vinther
FØROYA ARBEIÐARA-
FELAG
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Skattalættin,sum sam-
gongan hevur framt, er ein
rossahandil, sum rakar tey
lágløntu meint.
Tað
sigur
Ingeborg
Vinther, forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag í ársfrá-
greiðing síni á aðalfund-
inum í felagnum hósdagin.
Ikki
óvæntað
fingu
politikararnir nøkur orð við
sær á vegnum í formansfrá-
greiðingini.
Tá ið skattalættin varð
latin, vóru lág- og miðal-
inntøkurnar við sviðusoð,
tað festi Ingeborg Vinther.
Hon vísti á, at Arbeiðara-
feløgini høvdu gjørt eitt
uppskot, ið gav lág- og
miðalinntøkunum skatta-
lætta, meðan háinntøkurnar
heldur komu at gjalda meiri
skatt.
– Hetta løgdu vit fíggjar-
nevndina hjá løgtinginum,
men tað fekk kalda mót-
tøku og varð ikki tikið til
eftirtektar,sigur Ingeborg
Vinther.
Hon heldur ikki, at tíðin
er til at lata skattalætta, nú
hall er á fíggjarlógini.
– Men skuldi skattalætti
gevast, so var tað ikki há-
inntøkurnar, sum skuldi fáa
hann, men til láginntøku-
bólkarnar.
– Vit kenna øll til polit-
iskar rossahandlar, og tað
varð gjørt í hesum máli.
Hon sigur, at javnaðar-
flokkurin gjørdi ein rossa-
handil fyri at fáa sam-
gonguna at gangavið til at
hækka inngjaldið til sam-
haldsfasta eftirlønar-grunn-
in. Aftur fyri at bøtt um
samhaldsfasta, gekk flokk-
urin við til at lata teimum
háinntøku skattalætta.
– Hetta var ein rossa-
handil og teir raka aloftast
vanliga fólkið. Vit kunnu
kanska siga, at hetta kost-
aði
javnaðarflokkinum
fólkatingsmannin á fólka-
tingsvalinum.
Møguliga
hava teir lært nakað av hes-
um, sigur Ingeborg Vinther.
Men tað eru eisini onnur
dømi um, tað at samgongan
arbeiðir til frama fyri há-
inntøkurnar.
Hon sipar til lógina um
skuldareftirgeving til tey, ið
skylda
landskassanum
milliónir, – Nógv av skuld-
ini stavar frá, at tey settu
pening í veð sum skatta-
spekulatión. Onnur skylda
milliónir í mvg, sum tey
ongantíð hava goldið.
– Ótrúligt, at nakar við
politiskari ábyrgd kann
vera við til at gera tílíkt
lógligt. Skyldar ein vanlig-
ur løntakari 200–500.000
krónur og søkir um at fáa
skuldina strikaða, fær hann
at vita, at hann skyldar ov
lítið og noyðist at gjalda
skuldina.
– Men tann, sum skyldar
milliónir, skal sleppa undan
skuldini og tað skilji eg
ikki.
Samráðast um at bjarga sjúkuraktum
alibrúkum í arbeiðssteðgi
Tey lágløntu offraði í politiskum rossahandli
Nevndin í Føroya Arbeiðara-
felag er tann sama eftir aðal-
fundin hósdagin. Frá vinstru
sita Agnar Olsen, Margretha
Rasmussen, Karla Einarsson,
Sunrid Vang, Páll Nielsen,
sakførari felagsins, Georg F.
Hansen, næstformaður og á
talarastólinum, Ingeborg
Vinther.
Mynd: Finnur Justinussen
Á aðalfundinum hósdagin fingu limirnir í Føroya Arbeiðarafelag at vita, at arbeiðarafeløgini og
Arbeiðsgevarar eru um heilt tætt við at gera eina søguliga avtalu. Norðurlendsk fløgg eru á
borðinum, tí í sambandi við 25 ára starvsdag hjá forkvinnuni, eru gestir úr fleiri
Norðurlondum komnir til Føroya
Mynd: Finnur Justinussen