fríggjadagur 29. apríl 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 29. apríl 2005
9
Smiðjan
verður
flutt
J.K. Joensen og son-
ur fara nú at flyta
smiðjuna móti
havnarlagnum í
Miðvági. SMS tykist
vera ein sannlíkur
nýggjur leigari av
bygninginum
FLYTING
Jákup Mørk
Í langa tíð hevur smiðju-
virksemið hjá J.K. Joen-
sen og soni hildið til
norðuri í smiðjubygn-
inginum í Miðvági.
Skjótt verður hetta tó
søga, tí felagið hevur nú
ítøkiligar ætlanir um at
flyta virksemið oman á
havnarlagið. Nakað sum
stjórin eisini váttar, sam-
pakkar betri við eitt virki,
sum hevur so nógv virk-
semi knýtt at fiski-
vinnuni.
- Tað er eingin loyna, at
ein flyting passar okkum
betri. Bygningurin skuldi
kanska ongantíð verið
lagdur her norðuri yvir-
høvur, sigur Jákup S.
Joensen.
Hann sigur, at felagið
ikki hevur í hyggju at
selja verandi bygningin,
men at talan helst verður
um eina umbygging og
leigumál.
Nýggjur Bónus-
handil
Tað hevur ljóðað, at Bón-
us verður nýggjur leigari
av smiðjubygninginum,
men hetta vil Jákup S.
Joensen als ikki gera
viðmerkingar til.
Heldur ikki stjórin í
SMS, Hans Mortensen,
vil gera viðmerkingar til
hesi tíðindi, men hann
váttar tó, at teir støðugt
arbeiða
við
vakstrar-
ætlanum fyri fyritøkuna.
Spurdur beinleiðis, um
tær ætlanir eisini umfata
at opna ein handil í Vága-
økinum er Niels Morten-
sen heldur ikki avnokt-
andi.
- Tað er í øllum førum
ein nærliggjandi tanki.
Men enn fáa vit so ikki
sagt nakað ítøkiligt um
tær ætlanirnar, staðfestir
altso Niels Mortensen.
Helgi Fossádal um ríkisflaggið:
– Eitt frískt hugskot
Helgi Fossádal, sum er
leiðari fyri Listasavn
Føroya, gav sjálvur
loyvi til, at nýggja
ríkisflaggið skuldi
sleppa at hanga á
tjóðarsavninum í eina
viku. – Eg helt ikki, at
tað gjørdi nakran
skaða, sigur hann
RÍKISFLAGGIÐ
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Nýggja tjóðarflaggið hevur
fingið eina blandaða mót-
tøku. Summi halda tað vera
eitt frálíkt hugskot, meðan
onnur halda tað vera for-
kastiligt.
Men tað, sum kanska ser-
liga undrar nógv folk, óan-
sæð hvørja hugsan tey ann-
ars hava um flaggið, er , at
tað sleppur at hanga á okk-
ara tjóðsavnið í eina viku.
Nálareygað, at sleppa inn í
Listaskálan, er jú lítið, sigst.
Tí ringdi Sosialurin til
Helga Fossádal, sum er leið-
ari á Listasavnið Føroya.
Stjórin gav loyvið
Hvør sleppur at sýna fram á
Listasavnið Føroya?
– Vit fáa umsóknir. Lista-
savnið móttekur vanliga
umsóknir frá listafólki, ið
søkja um at sleppa innar at
sýna fram.
Men hvør tekur so støðu
til umsóknirnar, og ger av
hvør skal hava játtandi
svar?
– Allar umsóknirnar, sum
koma inn, verða umrøddar
av stýrinum fyri savnið,
sum eisini ger av, hvørjar
umsóknir fáa játtandi svar
og sostatt hvørji listafólk
sleppa at sýna fram.
Og hvussu ofta verður
støða tikin til tað?
– Vit leggja eina fram-
sýningarætlan fyri Lista-
skálan eina ferð árliga.
Ætlanin fyri 2005 var løgd
seinast í 2004. Tað verður
altso eina ferð árliga avgerð
tikin um, hvør skal sleppa
at sýna fram komandi árið.
Men hvørjar vóru for-
treytirnar fyri, at nýggja
flaggið slapp inn á Lista-
savnið at hanga? Og hvør
tók brádliga ta avgerðina?
– Ta avgerðina havi eg
tikið. Eg varð spurdur um
flaggið kundi hanga her í
eina viku, og eg helt, at tað
var eitt frálíkt hugskot. Eg
helt ikki, at tað kundi gera
nakran skaða, svarar Helgi
Fossádal.
Kontaktir onga
ávirkan
Men hevur tað ikki havt
sína ávirkan, at summi av
fólkunum aftanfyri ríkis-
flaggið hava tilknýti til
Listasavnið?
– Nei, tað hevur yvir-
høvur einki við tað at gera.
Tað fáa fólk tað sjálvandi
til, beinanvegin, men tað
hevur ikki havt ávirkan.
Hetta er ein avgerð, sum eg
havi tikið, tí eg helt hetta
verða eitt frískt hugskot.
Um tað hongur her uppi, so
fær tað eisini nakað av
reklamu.
So um eg finni upp á okk-
urt, sum er frískt og øðrvísi,
og sum ikki ger nakran
skaða, so sleppi eg kanska
eisini inn í Listasavnið í
eina viku?
– Nei, tað veit eg ikki. Tað
skalt tú ikki rokna við. Tað
sum var, var at eg helt hetta
vera eitt stuttligt happening.
Eg bleiv spurdur um tað
kundi hanga her, og eg segði
ja, tí eg helt hetta vera nakað
serligt, svarar Helgi Fossá-
dal at enda.
Olaf
Hvat heldur tú um hetta
nýggja flaggið?
– Eg havi slett ikki sæð
tað enn. Men eg haldi, at
tað ljóðar sum eitt gott
hugskot at hava eit felags
flagg.
Heldur tú, at tað kann
koma undir heitið »list«?
– Ja, tað kann tað gott.
Er tað í lagi, at tað er
sloppið at hanga í Listaskál-
anum, sum er tjóðsavnið?
– jaja, tað haldi eg er í
lagi.
Inga
Hvat heldur tú um hetta
nýggja flaggið?
– Tað er provokerandi
mótvegis loysingarsinnað-
um og tjóðveldisfólki. Og
eg haldi næstan, at tað er
ein gáva til sambandsfólk.
Men tað er eisini ein pro-
vokatión ímóti dønum. Fara
teir at góðtaka tað, ella fara
teir at siga, at »hóv, hóv, her
skal bara okkara flagg
veittra«?
Heldur tú, at tað kann
koma undir heitið »list«?
– í so føri má tað vera
brúkslist. Annars kann tað
ikki vera list.
Er tað í lagi, at tað er
sloppið at hanga í Listaskál-
anum, sum er tjóðsavnið?
– Ja, tað haldi eg heilt
avgjørt. Alt, sum kann fáa
eitt kjak í lag, haldi eg, skal
sleppa inn. Eg haldi, at
Listaskálin skal vera ein
depil, har tað verður diskut-
erað. At flaggið so eisini fer
útaftur harfrá, tað er so
nakað annað...
Jóhanna
Hvat heldur tú um hetta
nýggja flaggið?
– Eg haldi í øllum førum
ikki at tað er pent. Og eg
haldi so avgjørt ikki, at tað
skal koma í staðin fyri tað
gamla flaggið.
Heldur tú, at tað kann
koma undir heitið »list«?
– Ja, tað kann tað sikkurt,
hví ikki tað.
Er tað í lagi, at tað er
sloppið at hanga í Listaskál-
anum, sum er tjóðsavnið?
– So leingi tað kann
koma undir heitið list, so
kann tað gott hanga har. So
leingi sum hatta ikki fer at
súmbolisera Føroyar, so er í
lagi.
Hanna
Hvat heldur tú um hetta
nýggja flaggið?
– Eg haldi, at hatta verð-
ur eitt klandursflagg. Tað
verður bara klammarí av tí.
Heldur tú, at tað kann
koma undir heitið »list«?
– Ja, tað kundi tað í
grundini nokk. Eg haldi, at
hatta var smagfult funnið
uppá.
Er tað í lagi, at tað er
sloppið at hanga í Listaskál-
anum, sum er tjóðsavnið?
– Ja, lat tað bara tað. So
leingi sum fólk bara fara
niðan at hyggja at tí, og ikki
fara at klandrast um tað.
Torkil
Hvat heldur tú um hetta
nýggja flaggið?
– Tað veit eg ikki ordi-
liga. Eg havi onga meining
um tað.
Heldur tú, at tað kann
koma undir heitið »list«?
– Tað kann tað gott.
Er tað í lagi, at tað er
sloppið at hanga í Listaskál-
anum, sum er tjóðsavnið?
– Ja. Tað er í lagi.
Edmund
Hvat heldur tú um hetta
nýggja flaggið?
– Eg haldi, at hatta er
ørskapur. Tey siga, at hatta
skal vera tað, sum skal
flagga uttanfyri ST, men eg
haldi, at tey áttu heldur at
roynt, at fingið Merkið at
veittrað har.
Heldur tú, at tað kann
koma undir heitið »list«?
– Tað havi eg ikki ánilsi
av. Tað er sikkurt tað ein-
asta tað kann brúkast til.
Danskarar fara so ikki at
góðtaka hatta flaggið. Og
heldur ikki grønlendingar.
Er tað í lagi, at tað er
sloppið at hanga í Listaskál-
anum, sum er tjóðsavnið?
– Ja, tað kann tað gott, tí
har sær eingin tað, uttan
tey, sum arbeiða har uppi.
Eg fari so neyvan niðan at
hyggja at tí, tað er so heilt
sikkurt.
Nýggja ríkisflaggið hongur á tjóðsavnið Føroya,
Listaskálanum. Meiningarnar um flaggið eru ymiskar, men
fleiri hava undrast á hvussu flaggið, uttan nakað hóvasták, er
sloppið inn á savnið. Men áhugin er stórur, og heilt nógv fólk
hevur verið og hugt at flagginum.
Mynd Bárður Lydersen