Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 81 - 30. apríl 2005 9 Arbeiðs- gevarar halda ikki uppsagnar- tíðina Ein heilt stórur trupulleiki hjá Før- oya Arbeiðafafelag er, at arbeiðsgevarar ikki virða reglarnar um uppsagnartíð FØROYA ARBEIÐ- ARAFELAG Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Arbeiðsgevarar eru ógvuliga trekir at halda uppsagnartíðina, tá ið arbeiðsfólk verða søgd úr starvi. Á aðalfundinum í Før- oya Arbeiðarafelag hós- dagin, segði forkvinnan, Ingeborg Vinther, at tað er ein stórur trupulleiki, at arbeiðsgevarar ikki halda uppsagnartíðina, tá ið arbeiðsfólk verða søgd úr starvi vegna vinnuloysi. Í formansfrágreingini segði hon, at hetta hevur serliga gjørt seg gald- andi í alivinnuni. Tað er heilt vanligt, at arbeiðsgevarar royna at sleppa sær undan at rinda løn í uppsagn-ar- tíðini. – Vit hava havt nógv mál, har vit hava verið eftir virkjum, ið ikki hava hildið sáttmálan og uppsagnartíðina, segði Ingeborg Vinther. Hon legði afturat, at í øllum málum, har limir hava vent sær til fakfe- løgini við klagum um, at teir hava verið fyri órætti í sambandi við uppsøgn- ini hava tey fingið hetta í rættlag, so limurin hev- ur fingið tað, hann eigur. – Men tað hevur ofta verið við tógvið stríð. Hon sigur, at tað er verri hjá teimum ið ikki siga feløgunum frá, men lata sær lynda at verða snýtt fyri eitt nú upp- sagnartíð. – Tíverri tykist tað so, at beinan vegin, vit hava vaksandi arbeiðsloysi, eru tað nakrar virkis- leiðslur, ið gera sær dælt av hesum og halda seg kunna fara við starvs- fólkinum, sum teimum tykir best. Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at oftani siga fólk ikki fakfeløgunum frá, tá ið tey eru fyri órætti, tí ræðast at missa arbeiðið. – Tí er umráðandi, at bæði álitisfólk og fak- feløgini fylgja væl við og gera vart við seg, so vit fáa steðgað slíkum óskili. Tá ið verkfall er, kunnu verkafólk, sum ganga hendur í lumma, ikki krevja verkfalsstuðul VERKFALSTUÐUL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tann, sum vil hava verk- falsstuðul, tá ið verkfall er, má arbeiða fyri hann. Nú samráðingarnar ímill- um arbeiðarafeløgini og ar- beiðsgevararnar eru við at fara inn í avgerandi løtuna, brúkti Ingeborg Vinter aðalfundin hjá Føroya Arbeiðarafelag sum eitt kærkomið høvið til at minna fundarfólkið á, hvørjar treytirnar eru fyri at fáa stuðul úr verkfals- grunnunum hjá fakfeløgun- um. Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag legði dent á, at fyri at fáa verkfals- stuðul, skal ein limur í einum fakfelag eisini taka lut í teimum tiltøkum, sum fakfelagið skipar fyri í eini verkfalsstøðu. Hon vísti á ein dóm, sum nýliga er sagdur í gerðar- rættinum Eftir verkfallið í 2003 var tað ein limur í einum lokal- felag hjá Føroya Arbeið- arafelag sum kravdi at fáa verkfalsstuðul frá felag- num, hóast tað kundi prógvast, at viðkomandi hevði ikki verið við í teim- um tiltøkum, sum feløgini skipaðu fyri undir verk- fallinum. – Dómurin í gerðarrætt- inum staðfesti, at ein limur, sum ikki tekur lut í teimum tiltøkum, sum feløgini skipaðu fyri, kann heldur ikki ikki krevja verkfals- stuðul, Hon segði, at sostatt kunnu vit staðfesta, at treytin fyri at fáa verk- falsstuðul, er, at verkafólk eisini røkja sínar skyldur mótvegis fakfelagnum við at taka lut í teimum tiltøk- um, sum felagið skipar fyri í eini verkfalsstøðu. Ingeborg Vinther sigur, at henda niðurstøða er heilt natúrlig, tí ein meginregla í fakfelagsrætti, er, at rætt- indi og skyldur fylgjast. – Vil ein limur ikki halda sínar skyldur mótvegis fe- lagnum og fakfelags- rørsluni sum heild, so kann hesin limur sjálvsagt heldur ikki krevja nøkur rættindi frá felagnum, sigur Inge- borg Vinther. – Stjórnin í Føroya Arbeiðarafelag er ó- broytt, eftir at stjórn- arval var hósdagin STJÓRNARVAL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Stjórnin í Føroya Arbeið- arafelag heldur fram ó- broytt í eitt valskeið afturat. Tað er greitt eftir stjórn- arvalið á aðalfund felagsins hósdagin. Tað er somuleiðis greitt, at forkvinna felagsins sein- astu 25 árini, Ingeborg Vinther, framvegis skal standa á odda fyri felagnum tey bæði næstu árini. Hon varð nevniliga enn einaferð vald til forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag og tað at kalla einmælt eisini. Og heldur ikki hesuferð hevði hon nakað mótval- evni. Ingeborg Vinther gjørd- ust forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag í 1980 og síðani er hon afturvald 12 ferðir uttan so mikið sum at hava havt eitt tað einasta mótvalevni nakrantíð og tað hevði hon heldur ikki hesuferð. Sostatt hevur tað ong- antíð verið nakrar ivi um, hvønn limirnir vilja hava at standa á odda fyri felag- num. Tveir aðrir nevnarlimir stóðu eisini fyri vali í dag. Teir vóru Karla Einarsson og Poul Juul Festirstein og tey vórðu bæði afturvald. Somuleiðis vórðu eyka- limirnir afturvaldir. Jan Nielsen er fyrsti tiltaks- limur, Osmundur Berg er annar tiltakslimur og Jógvan Páll Johansen er triði tiltakslimur. Hini í nevndini, sum ikki stóðu fyri vali hesuferð, eru Georg F. Hansen, næstfor- maður, Agnar Olsen, Mar- gretha Rasmussen og Sun- rid Vang. Skulu arbeiða fyri at fáa verkfalsstuðul Ingeborg fekk aftur fullan stuðul Tað er ongin ivi um, at tað er Ingaborg Vinther, sum limirnir í Føroya Arbeiðarafelag vilja hava at standa á odda fyri felagnum Mynd: Finnur Justinussen