Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 80 - 29. apríl 2005 Í næsta mánað verður skipað fyri stórum átaki til frama fyri Føroyar í stórbýnum London. Tað eru føroyska sendi- stovan og føroyska oljufelagið Faroe Petroleum, sum hava tikið stigið til ein kunningardag um Føroyar við tí enda- máli at fáa útlendskar fyritøkur at gera íløgur í Føroyum. Við á tiltakinum verður eitt nú fíggjarmálaráðharrin um- framt umboð fyri fleiri av teimum stóru føroysku fyri- tøkunum. Umboð fyri fíggingarheimin, sum hevur London sum eitt av sínum høvuðssætum, eru boðin við at hoyra fleiri fyrilestrar um Føroyar og at hitta føroyingar á máli. Eitt nú fer stjórin á Oljufyrisitingini at gera status í oljuleitingini við Føroyar, nakað, sum vónandi fer at hava stóran áhuga millum útlendskar íleggjarar og eisini press- una. Við jøvnum millumbilum hoyra vit føroyingar tosa um at fáa útlendskan kapital hendavegin. Tað eru tó tey, sum helst ikki síggja, at útlendingar fáa ov stóra ávirkan á føroyska búskapin, men vit liva í eini verð við altjóðagerð og har mørkini gerast alt meira ósjónlig. Vit hava hoyrt framstandandi bankafólk í Føroyum tala fyri at fáa útlendingar at gera íløgur her, tí føroyingar antin eiga ikki ella vilja ikki koma við váðafúsum kapitali til nýggjar verkætlanir ella til at fáa tær, sum eru at koyra betri. Tiltakið í London miðjan mai má so sigast at vera í tráð við ynskini hjá teimum, sum halda, at vit hava tørv á útlendskum kapitali. Og fyri at undirstrika hetta verður so sjálvur fíggjarmálaráðharrin ein av fremstu luttakarunum. Fleiri føroyskar almennar fyritøkur standa fyri at vera privatiseraðar, og hetta er so eisini ein roynd at lodda dýpið - at vita í hvønn mun áhugi er millum útlendskar íleggjarar at gera íløgur í Føroyum í eitt nú umrøddu privatiseringar. Men eisini føroyska vinnan sum heild hevur tørv á kapitali og her ikki minst um talan verður um eina oljuvinnu her á landi. Oljuleitingin, sum longu er í gongd, og sum kemur at vinda nógv uppá seg í komandi ári, fer at hava tørv á útlendskum íleggjarum. Og fyri at undirstrika hesa sannroynd fer umboð fyri Faroe Petreolum at greiða frá, hvussu tað hevur eydnast teimum at fáa útlendskar íleggj- arar at satsa pengar uppá eina føroyska oljuleiting. Eisini hitt føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum er farið út um landoddarnar at leita eftir kapitali, so ein kann siga, at slíkt tiltak í London kann koma væl við hjá teimum, sum vilja hava útlendingar at gera íløgur í oljuleiting. Nú er ikki vist, at nakað ítøkiligt kemur burtur úr slíkum átaki beinanvegin. Hinvegin hevur tað ómetaliga nógv at siga, at vit sjálvi skapa sambond og byggja brýr millum føroyska vinnu og myndugleikar og teir mongu útlendsku íleggjararnar og fíggingarfeløgini, sum m.a. hava sæti í London. Áhugavert verður at hoyra um royndirnar hjá Faroe Petroleum og annars um ætlaninar og vónirnar, sum føroyskir myndugleikar hava til eina tilgongd við størri útlendskum íløguvirksemi í Føroyum. Eitt skilagott og týdningarmikið tiltak, sum vónandi fer at seta fokus á lítla oyggjalandið úti í Norðuratlantshavi við sínum stóra ríki- dømi - á landi - í havinum og, hvør veit , kanska eisini í undirgrundini. DAGSINS MEINING Sosialurin Átak fyri Føroyar VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Jarvin Feilberg Hansen Formaður í Føroya Pedagogfelag Eg vil hervið koma við einari rættleiðing í sam- bandi við lesarabræv mítt um Frítíðarskúlan á Tvør- oyri, sum var í bløðunum 19. apríl 2005. Í lesarabræv mínum skal standa fyrr- verandi sosiala nevnd. Tað er ikki núverandi sosiala nevnd, sum hevur havt mál- ið um Fritíðarskúlan um hendi. Sosiala nevnd í Bý- ráðnum á Tvøroyri hevur fingið nýggjar limir — og er lesarabræv mítt ikki stílað til teimum brotunum, har eg nevni sosiala nevnd. Eg vil við hesum koma við einari umbering tí við- víkjandi. Gordon Ejdesgaard Uppskotið um broytingar- nar í afturlatingarlógini fekk mangan mann upp á gos. Tingmenn sum annars vísa sóma, fóru algoystir á røðarapallin. Oldurin, við skjúrtuni hálva uttan á buksunum, fekk næstan ikki tosa sum hann stam- andi leitaði eftir orðunum. John Johannesen sat á pinninum hugdi niður í borðið og risti uppgevandi við høvdinum. Kristian Magnussen sá út sum ein ballón, sum var við at bresta og Finnur Helmsdal skrivaði sítt mest ærliga lesarabræv nakrantíð- gav sær sjálvum, so at siga, reyða kortið. Prestar vóru drignir inn í málið og fingu drúgva talutíð í sjónvarpin- um. Øll tosaðu um hetta málið og høvdu eina mein- ing. Hvat stóð uppá spæl? Upsaavtalan við russin? Fíggjarlógin? Yvirtøkan av fólkakirkjuni?- nei! Nakað sum hevði nógv størri týdning fyri tingmenn: rundstykkini sunnumorg- un. Ja, hvør skuldi trú tí, annar enn vit sum kenna tingmanningina. Kanska tað var í lagi, at vit fingu frið fyri mammon í 4 tímar. Vita hava jú brúk fyri friði av og á. So hví ikki steingja fyri sær sjálvum og so sjálvandi fyri øllum hinum, sum eisini hava brúk fyri tí, men ikki eru greið yvir tað. Fólk eru jú ikki altíð greið yvir, hvat er til teirra besta, so tað er óført vit hava eina ting- manning, sum veit betri. Hvar høvdu vit verið uttan hesi góðu tingfólk? Løgið nokk vóru fleiri sum tosaðu um rundstykkir enn um tað principiella í málinum. Alt á gosi um rund- stykkini. Ella hvussu var? Snúði hetta seg um rund- stykkir ella møguleikan at misnýta frælsi til at av- marka møguleikarnir hjá øðrum? Kundu vit hóma hin innara svínhundin? Viggo Hørup skrivaði um menniskjalyndi. Fyri hon- um var menniskjalyndi "så løjerligt inddelt i skuffer, at man kan trække en mand ud 11 gange og ikke finde andet end godt i ham, og så er der alligevel i den 12te skuffe en slyngel, som ligger og griner ad de andre 11". Religión er nakað per- sónligt fyri okkum øll. Soleiðis at skilja, at tað er ymiskt, hvønn týdning vit leggja í religiónina. Tað hevur ørkymla ameri- kanskar granskarar, at tað ferð eftir ferð verður víst á eitt beinleiðis samband millum trúliga kirkjugongd og manglandi tolsemi fyri øðrum menniskjum. Og lættari gjørdist tað ikki fyri granskararnir, tá funni var fram til, at størst tolsemi er millum teirra, sum ikki hava nakað til- knýti til eina samkomu ella kirkju. Havandi hetta í huga og viðgerðina á tingið fær ein okkurt at hugsa um. Nú endaði hetta skemti- liga álvarsmál sum flest øll vónaðu, við at flestu ting- fólk vístu tolsemi. Og frið- ur man enn, uttan iva, fara at valda millum kl. 10 og 14 sunnudag. Vit fáa okk- ara rundstykkir, og vit fara eisini í kirkju, sum vit plaga. Higartil hava vit nátt bæði rundstykkini og kirkj- una og tað gera vit eisini framyvir- uttan hjálp frá tingmanningini. Og ting- menn hava lært ikki at blanda seg ov nógv í upp- og afturlatingartíðir. Tá hetta er sagt, er annar lutur í málinum eftir. Nevniliga at vit høvdu eina test í fólkaræði. Sjón fyri søgn: øll vóru á gosi. Fyri eins væl og ímóti. Sjón- varpið, útvarpið, bløðini og vinnulívsfólk tóku málið upp. So er tað líkamikið um talan er um rundstykkir, upsa ella fíggjarlógina. At fólkaræði hevur tað væl, tá ið umræður, er einki at ivast í. At testin so snúi seg um afturlatingartíðir og rund- stykkir kann ein so bert smírast at. Og tað gera bakarin uttan iva! Rundstykkir, tolsemi og fólkaræði Rættleiðing/umbering