Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 81 - 30. apríl 2005 Tað gongur næstan ikki dagur, uttan at onkur er í fjøl- miðlunum, og fortelur, at vit kunnu ikki dúva uppá fiskivinnuna, og at vit mugu gera okkurt annað. Hetta kemur frá serfrøðingum innan búskap og vinnu- lívsfólki, og verður hetta sjálvandi sagt í bestu mein- ing. Trupulleikin er bara, at tað er ógvuliga trupult at fáa at vita, hvat "okkurt annað" skal verða. Tosað verð- ur um KT, biotøkni og annað í leysligum vendingum, men millum lítið og einki ítøkiligt. Tað er ikki at taka munnin ov fullan, at kalla hetta "okkurt annað" fyri fuglarnir á takinum. Orðatakið sigur, heldur ein fugl í hondini enn tíggju á takinum. Tað er eingin skaði í, at hugsa um framtíð og nýggjar vinnur, men vit mugu ansa eftir at fuglurin í hondini ikki verður mistur, meðan vit hyggja at fuglun- um á takinum. Fiskivinnan er nógv størsta útflutnings- vinna, vit hava, og eigur tí at verða viðgjørd í tí álvara, ið hon hevur uppiborið. Kjakið í dag er á tveimum planum. Tað fyrra planið er, har alt verður sæð í froskaperspektivi og har fiski-vinn- an veðrur prioriterað lægri enn, um rundstykkir skulu kunna keypast í kirkjutíð ella ikki. Sjónarringurin í hesum kjaki er stuttur, og veiðumannalyndið ger stund- um, at perspektivið ikki verður longri enn hvar vinn- ingurin er størst í løtuni. Hitt seinna planið av kjakinum er tað beint øvugta. Tað er á einum teoretiskum plani, har serfrøðingar úttala seg um, at man skal gera "okkurt annað" í Føroyum, uttan at relatera tað til, hvussu veruleikin sær út. Tá kjakað verður á hesum planinum, so verður jørð- kontaktin mangan slept, og man ráðgevur ikki eftir veruleikanum, men soleiðis, sum man heldur at veruleikin teoretiskt sær út. Hesin teoretiski veruleiki er ein veruleiki, har fólk ikki flyta til Danmarkar, tá tey gerast arbeiðsleys, tey fara bara at gera "okkurt annað". Hesin veruleiki er ein veruleiki, har privatir bankar ikki fara á heysin 3 ferð í søgu síni. Hesin veruleiki er ein veruleiki, har marknaðurin tryggjar optimala fram- leiðslu, og at vinnan fer at gera "okkurt annað" av sær sjálvum, bara landið heldur fingrarnar vekk. Hví hetta "okkurt annað" skal gerast í Føroyum, og um tað tryggjar livilíkindi hjá hvørjum einasta føroyingi, verður ikki kjakast um á hesum plani. Vit mangla eitt kjak um fiskivinnuna á einum plani ímillum froskaperpektiv og tí planinum, har høvdini eru ov langt uppi í skýggjunum til at síggja veruleikan. Vit mugu kombinera serfrøðina við tí pragmatisku vitanini, ið finst í fiskivinnuni, og koma veiðumanna- lyndinum í fiskivinnuni til lívs. Trupulleikin í dag er, at so leingi tað bara verður tosað úr kjallarnum og úr skýggjunum, so kemur man ongan veg. Kemur tann dagur, har vit hava meir enn eina útflutningsvinnu av týdningi, so er tað frálíkt, men lat okkum ikki missa fuglin í hondini, meðan vit royna at finna aðrar livi- vegir. DAGSINS MEINING Sosialurin Fiskivinnan er fuglurin í hondini VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Napolion Magnussen borgarstj. Miðvágur Ringdi inn til Fimmarin mikudagin tá ið tann nýggja læknavaktarskip- anin var uppi at venda, men eg slapp ikki framat. So her koma nakara av mínum viðmerkingum. Fyrsta skal sigast at tað er gott at Andor Ellefsen og co. ikki skula samráðast á arbeiðsmarknaðinum, ikki so frægt sum semju innan- hýsis hava teir duga at funnið. Vit uttan fyri Havnina koma at fáa tað nógv verri við hesi skipan, vit koma ongantíð at síggja handan ”rullandi” læknan, hann kemur at sirkulera runt í Havnini, kanska hend- ingaferð til Kollafjarðar, men so ikki longur. Vit skula sostatt koyra á Landssjúkrhúsið hvørja ferð tað gerst neyðugt tí hann (tann ”rullandi”) ikki kann náa útum miðstaðar- øki. Tað verður pá bekost- ning av okkara trygd atf Havnin skal fáa eina betri skipan. Eysturoyggin hevur eina nøktandi skipan sum er, ið deilvíst kann kombinerast við Klaksvíkina tá Norð- oyatunnilin er komin. Men taka vit so Vágarnar og vestursíðina á Streymoynni kundi tað veri ein fín skip- an við teimum 4 læknun- um. Koma vit inná til- búgvingarætlanina fyri Vágarnar, flogvøllin og Vágtunniln er hetta eisin eitt stórt afturstig. Við eini skipan fyri Vesturøki hevði ein lækni veri á Vágoynni helvtina av tíðini og hina helvtina í Norðurstreymoy. At læknar ikki vilja søkja starv í Havnini er ikki bara orsaka av hesi skipan, her eru anna blanda uppí, eitt nú at tað ikki eru nøktandi hølir í Havnini. Gerið eina skipan fyri Havnina kom- binera við Landsjúkrahúsið ella seti teir læknar ið skula til at nøkta øki, so er tað loyst. Vit føla okkum ótrygg her vesturi og er hetta eitt tíðilig ábending um meiri miðsavnan kring Havnina, ið gerð tað uppaftur verri at fáa fólk at seta búgv og støðast her í útjagaranum. Tað verður tí ikki uttan svørðslag at vit lata okkum hetta linda. Trúgvi heldur ikki at landstýrismaðurin fær uppbakning fyri hes- um, hvørki í sínum nærum- hvørvi í norðstreymoy, ella millum tingmenn. Vit skula eisini liva uttan fyri miðstaðarøki, og ikki doyggja, sjúk í ein bili ávegis suður til Havnar á náttartíð! Viðmerking Egon Øregaard skúlastjóri á Tekniska Skúlanum í Tórshavn. Eg eri alt annað enn nøgdur við politisku handfaringina av føroyska skúlaverkinum. Hugsað verður í hesari at- løgu um miðnáms- og vinnuskúlarnar. Staðfestast má, at í Før- oyum tykist, sum ongin skipaður skúlapolitikkur er. Ei heldur tykist, at tað finnst nøkur skipað ætlan um skúlabyggingar. Dømini eru mong. Eitt av teimum, sum er "aktuelt" í løtuni, er m.a. Miðnáms- skúlin í Vági. Eg fari als ikki at leggja meg út í kjakið um mið- námsskúlan í Vági. Men tað undrar ikki sørt, at tað, sum tykist alt-av- gerandi í hesum málinum, er valið millum "miðnáms- skúla" ella "ellisheim", og hvat av teimum gevur flest arbeiðspláss — spyrjast kann, er hetta skúla-poli- tikkur? Tað er eingin loyna, at Tekniski Skúlin í Tórshavn, gjøgnum tey nógvu sein- astu árini, hevur verið lítið mettur av føroyskum politikarum. - Sjón gongur fyri søgn. Men at tað stóð so illa til, bæði harmar og vekur upp vreiði. Seinasta skotið á stamm- uni, er tá Føroya Løgmaður í Útvarpi Føroya, mána- kvøldið 25. apríl sigur, (citat) "…. at man fær møguleika fyri at útbyggja skúlan (skúladepilin í Hovi) til at fevna um annað enn miðnámsskúlan og heilsu- skúlan, men at man so eisini fær handilsskúla og tekniska skúla…" Sum framgongur av orð- um Løgmanns, er tann triði tekniski skúlin nú við at festa røtur í Føroyum, - ella skal Tekniski Skúlin í Tórshavn flytast til Hovs? Ella skulu partar av honum flytast í nýggju hølini í Hovi? - Stýrið og leiðslan fyri Tekniska Skúlan í Tórshavn, eru enn ikki kunnaði um hesar nýggju ætlanirnar hjá Føroya Landsstýri, men hví skulu tey eisini tað? Tó, undir øllum umstøð- um, verður hetta virksemið í nýggjum hølum. So nú tykist ein "genial" loysn, enn einaferð at hómast í dagsbrúnni. Politiski myndugleikin hevur, síðan Tekniski Skúl- in í Tórshavn sá dagsins ljós í 1934, ikki megna at givið Tekniska Skúlanum í Tórshavn mansømuligar hølisumstøður. Nógvir skúlar eru bygdir, -skúlar, sum ikki vóru til, tá 2. byggistig av nýggjum Tekniskum Skúla í Tórs- havn var lagt til síðis, seinast í 1970. Hetta, og so mong onnur byggiprojekt, sum vóru ætlaði at loysa hølistrupulleikarnar hjá Tekniska Skúlanum í Tórshavn, hava við jøvnum millumrúmum verið tikin úr skuffunum, og - ja, so aftur løgd í støvutu skuff- urnar. Á vári 2003 tóktist aftur at spretta. - Støvrok úr støvutu skuffunum. - Loksins tóktist eydnan blíð, tí nú var loysnin funnin - Skúladepilin við Markna- gil. Ein framskygd, og eftir mínum tykki, ein framúr- skarandi loysn fyri teir uml. 1000 næmingarnar, sum henda ætlanin fevndi um. Álitið var lagt fyri lands- stýrið tann 28. nov. 2003. Viðmekjast kann, at stýrini og leiðslurnar fyri teir tríggjar skúlarnar, sam- an við Mentamálaráðnum, mettu hetta, at vera eina sera góða loysn. Treyðugt so, onkur av starvsfólkun- um hevði aðra fatan - men nær verða 250 starvsfólk fullkomiliga samd um somu loysn? At politiski myndug- leikin so tykist hoykna undir hesum "lítla" trýsti, ja tað vísir enn einaferð støð- ið á politisku hugsjónunum um skúlabygging og um skúlapolitikk í Føroyum. - Støvið hevur lagt seg og friður valdar aftur. Nú er ovboðið!