Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 - 29. apríl 2005 11 VIÐMERKINGAR Dánjal Højgaard útvarpsmaður At seta greiðar spurn- ingar, sum kunnu geva eitt ítøkiligt svar, er grundleggjandi hand- verk í journalistikki. Viðhvørt eydnast tað. Viðhvørt ikki. Ivaleyst miseydnaðist tað í Fimmaranum mikudagin 20. apríl, har evnið var bíðilistar og viðgerðartrygd í heilsu- verkinum. Ið hvussu so er finst Gordon Ejdesgaard í bløðunum hvassliga at atkvøðutelefonini, sum plagar at vera ein partur av sendingini og sum hendan dagin spurdi: "Hevur tað almenna ráð at veita sjúklingum við- gerðartrygd uppá 2 mánaðir?" Sum vanligt kundu fólk ringja til eitt ávíst telefonnummar og greiða atkvøðu fyri ella ímóti. Greinskrivarin finst bæði at tí ítøkiliga spurninginum og at kanningarháttinum generelt. Gordon Ejdesgaard hevur púra rætt í tí, at tað ber illa til at svara spurningin, tá ið tú ikki veitst, hvør ítøkiligi kostnaðurin er. Tí var okkara spurningur ikki nóg greiður. Dagarnar frammanundan var tó komið fram í tíðindun- um at tað fór at kosta tíggjutals milliónir krón- ur at skipa eina 2 mán- aða viðgerðartrygd í Føroyum. Og tað var við hesum í huga, at spurn- ingurin varð settur. Tað, vit ætlaðu at fáa fram, var tann prinsipi- ella støðan hjá fólki: Er 2 mánaða viðgerðar- trygd eitt so umráðandi samfelagsmál, at tú heldur at vit/samfelagið skulu vera til reiðar at gjalda tað, tað kostar. Heldur enn at spyrja: Er tú fyri ella ímóti við- gerðartrygd, har svarið ivaleyst hevði verið rættiliga upplagt. Men spurningurin var, sum sagt, ikki nóg greiður. Um spurnarkanningar av slíkum slagi kann sigast, at tær eru fastur táttur í heimins fjølmiðl- um í dag - og skulu ikki takast fyri meira enn tað, tær eru: Ein óvísindalig roynd at skatta dýpið/ rákið, og sum helst ikki hevur uppiborið heitið kanning. Kanningarnar eru líka nógv umstríddar, sum tær eru umtóktar. Tær eru einkisigandi, óseri- øsar, misvísandi, tilvild- arligar, manipulerandi, og avdúka í roynd og veru bara hvør, ið dugir best at gera vart við seg í einum ítøkiligum máli - siga kritikararnir. Tað hevur Fimmara- redakjónin sjálvandi eis- ini umrøtt, men hevur higartil hildið fast við táttin. Tað hevur ongantíð verið lagt upp til, at hetta skal vera annað enn eitt íkast - eitt krydd - til kjakið. Fimmarin hevur ongantíð roynt at givið lurtarunum fatan av, at atkvøðutelefonin hevur vísindaligt virði. Og Fimmarin hevur heldur ongantíð havt varhugan av, at lurtarar- nir hava havt trupulleik- ar við at skyna ímillum atkvøðutelefonina hjá Fimmaranum og so meiningarkanningarnar hjá Fynd og Gallup. Eisini hava vit í tíð- indaflutninginum í Út- varpinum fyri stuttum sett fokus á júst virðið í meiningarkanningum. Har vístu vit á, at hetta slagið av kanningum, sum Fimmarin hevur, eru óvísindaligar og skulu als ikki metast javnt við kanningarnar hjá teimum etableraðu kanningarstovnunum, sum eitt nú Gallup og Fynd. Atkvøðutelefonin svarar Emma Petersen bygdarráðslimur Hovi Hoyrdi tíðindini á middegi leygardagin, tá borgar- stjórin á Tvøroyri alment úttalaði seg um, at býráðið á Tvøroyri hevur bjóðað Vágs býráði heilsuskúlan, um tvørámenn í staðin fyri kunnu fáa ellis- og røktar- heimið til Tvøroyrar. Hann greiddi frá, at meirilutin í Vágs býráði hevur tikið undir við hes- um. Álvaratos! Eru hetta ikki almennir stovnar, sum hesir kommu- nalpolitikarar taka sær rætt til at flyta runt uppá eftir teirra egna tykki. Eru tað nakrir fáir lokal- politikarar, ið skulu avgera, hvar hesir stovnar skulu byggjast? Býráðsformaðurin førdi fram, at hetta var ein roynd at savna oynna í eina kommunu, og kunngjørdi við gráturødd, at avgerð landsstýrisins var eitt afturstig fyri hesa roynd. Eftir míni metan mást tú fyrst trína nøkur fet framá, áðrenn tú stígur eitt stig aftur. Tað er ikki nakað gott tekin fyri samarbeiði, tá tað primera í samarbeiðinum skal vera eitt ófrávíkiligt krav um ágóðar til ávísar kommunur. Kristin Michelsen, sum hevur proklamerað seg sum ídnan talsmann fyri at savna Suðuroynna í eina kommunu, sær út til at hava gloymt, at tað eru sjey kommunur í oynni og ikki tvær. Í teimum fimm »smáu« kommununum býr hóast alt meiri enn ein triðingur av oyggjarbúgv- unum. Ringt verður at savna oynna í eina kommunu, so leingi sum eingin megnar at hyggja út um sítt egna kommunumark. Báðar tær størru komm- unurnar eru farnar í holt við at handa hvørjari aðrari almennar gávur. »Gev okkum ellisheimið, so fáa tykur skúlan«. Hetta verður gjørt, sigur Kristin, fyri at fáa Vágs kommunu við í eina felags kommunu. »Fyri fyrstu ferð melda okur felags út«, varð sagt í útvarpinum. At tað skal vera eitt stórt frambrot fyri samarbeiðið í Suðuroy, at Tvøroyri og Vágur eru samdar um at býta tað, sum er av »ágóð- um« í millum sín, er eftir míni metan heldur egin nalvaskoðan enn fram- skygdur samarbeiðspoli- tikkur. Spennandi verður at vita hvørja gávu Tvøroyri fer at lata hinum kommununum, fyri at fáa tær við í felags- kórið. Sjálv eri eg ein teirra, ið haldi, at tað er ongantíð ov skjótt, at kommunurnar í oynni verða lagdar í eina kommunu, men hesar út- sagnirnar frá leiðandi monnum í oynni ger, at tú fert at ivast í, hvussu skilið verður aftaná eina møgu- liga samanlegging. Skal samarbeiðið ganga undir regluni um, at: »Eg lati einki, men vil hava alt«, so eru útlitini einki serlig. »Nú hava okur so mist alt«, var syrgiligi endin á samrøðuni við Kristin Michelsen. Vælsignaði Kristin! Turka tárini úr eygunum og hygg rundan um teg á Tvøroyri. Sært tú ikki sjúkrahúsið, ellisheimið, toll- og skattstovuna, al- mannastovuna, politistøð- ina og rúsdrekkasøluna? Alt almenn arbeiðspláss. Tú skalt ikki vera bangin fyri at nakar av okkum fer at krevja tey løgd aðra- staðni. Tað hevur ongantíð verið nakar trupulleiki fyri suð- uroyingar, at tey eru á Tvøroyri, og vit rokna tey sum stovnar, vit øll kunnu nýta í felag. Men við tí er ikki sagt, at eingin almennur stovnur skal kunna liggja aðra- staðni enn í báðum teimum størru bygdunum. Prikkin yvir i-ið setti Jógvan Krosslá, fyrrver- andi býráðsformaður í Vági, í endanum á tíðinda- sendingini. – Okur hava ikki ráð at byggja eitt ellisheim í Vági, varð hann endurgivin fyri at siga. Samstundis fáa vit at vita, at hesin maður maður- in tekur undir við at gjalda fyri eitt ellisheim á Tvør- oyri. Stuttligt hevði verið at fingið at vita, hví tað er so nógv dýrari at byggja í Vági. »Tvørámenn fara ikki at gjalda fyri eitt ellisheim í Vági«, varð sagt, sam- stundis sum meirilutin í Vági, sambært Kristini Michelsen, hevur játtað at gjalda fyri eitt ellisheim á Tvøroyri. Hvar er logikk- urin í hesum útsøgnum? Sami Jógvan Krosslá var aftur á skránni í tíðinda- sendingini sunnukvøldið við einum margháttligum og sera agressivum úttalilsi um, at nú var krígsstøða í Suðuroynni og at nú bleiv eingin kommunusaman- legging. Hetta, tí at avgerð er fallin um at leggja skúlan í Hovi, sum Jógvan sjálvur fleiri ferðir hevur úttalað seg um, átti at verið løgd í felagsskap við kommunur- nar í sunnaru helvt. Hetta fær meg at ivast í, hvørjar ætlarnir hansara hava verið. Hvaðani hevur Jógvan Krosslá fingið myndug- leika til at úttala seg soleið- is vegna allar suðuroyingar, og hvat grundarlag er fyri hansara pástandi um, at stórur meiriluti er í oynni í móti avgerð landsstýrisins? Neyvan verður tað Jógv- an Krosslá einsamallur, sum kemur at avgera um Suðuroyggin verður ein kommuna um nøkur ár, og løgið er tað, at hesin maður ikki kann góðtaka, at onnur eisini hava sínar meiningar um tingini, uttan at koma við krógskóttanum. Hvat er tað, sum ger hesar menn so bangnar fyri einum skúladepli á miðari oynni, er ringt at fata. Sjálv vænti eg ikki, at øll starvsfólkini í skúlanum fara at flyta til Hovs, um hetta verður veruleiki. Sum nú er, koyra tey til arbeiðis ymsa staðni frá úr oynni, og sama verður nokk støðan frameftir. Føroya Løgting skal nú taka støðu til uppskotið úr landsstýrinum og vónandi hokna løgtingsmenn ikki í knøunum av rópunum frá ávísum kommunalpolitikk- arum, men duga at síggja, at núverandi kommunu- mørk mugu ikki vera ein forðan fyri sunnum fram- tíðarætlanum í Suðuroynni. Míni ráð skulu vera, sum tær smáu kommunurnar eisini hava ført fram, at vit standa saman sum ein oyggj við felags framtíðar- málum, sum gagna okkum øllum, og at vit taka við hesum 80-100 almennu arbeiðsplássunum, sum standa okkum í boði, og líta frameftir í felag. Heðin Mortensen borgarstjóri Nú tað stundar móti sumri og ljósari tíðum, er vanligt, at feløg, skúlaflokkar o.ø. søkja kommununa um peningaligan stuðul til t.d. námsferðir. Tí er umráðandi, at vit øll í felag hava greiðar manna- gongdir, hvussu hesin stuðul verður veittur, og, hvussu bæði kommunan og felagsskapurin fáa sum mest/best burturúr. Vit vita øll, at fram við vegum og gøtum, í fjøru og haga, á frílendum og aðra- staðni, er nógv órudd og óhumska at síggja. Ein máti at beina hetta burtur er at lata felagsskapum/skúla- flokkum stuðul fyri at rudda. Hetta skal sjálvandi verða gjørt við skili, um- hugsni og undir eftirliti. Eg havi, sum borgarstjóri vegna samgonguna og býráðið, sett mær fyri at skapa betri forstáilsi fyri einum reinum umhvørvi, og havi hugsað, at ein gongd leið er, at skúla- næmingar/felagsskapir rudda, planta trø og gera annað arbeiði fyri peninga- ligan stuðul/samsýning. Soleiðis vildi eg mett, at vit fáa eitt reinari og vakrari umhvørvi og størri/betri virðing fyri umhvørvinum, til gleði og gagns fyri øll í kommununi. Mítt boð til okkum øll er, at eingin peningaligur stuðul verður veittur, uttan at okkurt arbeiði verður veitt aftur ímóti, sum t.d. at rudda, planta ella annað. Sjálvandi veit eg, at komm- unan fær ymsar tænastur og hjálp frá nógvum or- kestrum, kórum o.ø. Hvar er felagskenslan? Umhvørvið er raðfest høgt