fríggjadagur 29. apríl 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 - 30. apríl 2005
11
VIÐMERKINGAR
Tom Silvurdal
Tórskvøldið, júst komin til
landið, bórust tey tíðindi í
útvarpinum, at landsstýrið
hevði tikið avgerð um at
flyta Miðnámsskúlan úr
Vági til Hovs! Annars ikki
eitt kvekk um hvussu, hví
og hvat hetta vildi viðføra
fyri framtíðina hjá okkara
oyggj.
Tað skal ikki verða nøkur
loyna, at mín skriving um
framtíðina hjá Suðuroy ikki
hevur verið grundað á
nakra "heilaga kúgv", sum
t.d. hvar Miðnámsskúlin
skal byggjast.
Mín skriving hevur lagt
upp til at karmarnir fyri
okra framtíð her í Suðuroy,
skuldu skapast av okra
fólkavaldu ígjøgnum sam-
ráðingar.
Framtíðin
og
grundarlagið fyri framtíðini
hjá
Suðuroy
er
ein
heildarloysn.
Eitthvørt mál sum í dag
skal viðgerast hevur eina
saksmappu. Saksmappan
fyri "Endurreisn av Suður-
oy", er ein sera tunn mappa,
sum byrjaði hin dagin í
sept. 2004, tá Føroya
Landsstýri (F.L.) var á vitj-
an hjá Vágs Býráð.
Øll tann skriving og alt
tað kjak sum hevur verið í
Føroyum um okra oyggj,er
eftir mínari meting bert
innleiðingin til hesa kom-
andi sera tjúkku saksmappu
– "Endurreisn av Suðuroy".
Tað var mín vón, at øll
mín skriving um okra oyggj
fór at føra til konstruktivar
og positivar samráðingar
millum okra kommunal-
politikarar og F.L. – her-
undir serliga løgmann.
Men veruleikin er jú
tann, at hóast onkur ráð-
stevna og onkur politisk 10
punktsætlan er framløgd
fyri Suðuroy, so hava ongar
veruligar politiskar sam-
ráðingar
verið
millum
kommunurnar og F.L.
Tí kann ein, grunda á sítt
vit og skil, spyrja hvussu
kann F.L. anno 2005 taka
eina avgerð um at flyta
Miðnámsskúlan.
Føroyar hevur í dag eina
stóra vælútbúna umsiting.
Er tað ikki uppgávan hjá
umsitingini at syrgja fyri, at
skriva og útvega skjalatilfar
til saksmappuna "Endur-
reisn av Suðuroy".
Er tað ikki, anno 2005,
komið hartil, at føroyskir
politikarar taka avger í
einum so stórum máli sum
hesum, grundað á tað
skjalatilfar sum fyriliggur í
saksmappuni fyri Suðuroy?
Ein kann mann rópa til
himmals og óiva onki svar
fáa - hvørki frá politikarum
ella aðalstjórum, deildar-
leiðarum, búðskaparfrøð-
ingum o.s.fr.
Hvar er saksmappan fyri
"Endurreisn av Suðuroy".
Hvørji skjøl fyriliggja í
hesu mappu, sum kann
prógva, at Miðnámsskúlin
ikki skal vera í Vági,
Sumba, Porkeri, Øravík,
Tvøroyri, Fámjin, Hvalba,
Sandvík ella Víkarbyrgi.
Um F.L. og tess umsiting
hevur nøkur loynilig skjøl í
saksmappuni, sum kunnu
prógva, at burturúr einari
heildarætlan fyru Suðuroy,
so er best at skúlin verður í
Hovi – kunnu tit ikki al-
mannakunngera hesi bein-
an vegin!
Komin til Suðuroy royndi
man beinan vegin at fáa
kanna hvussu hendan av-
gerðin hjá F.L. var komin í
hús.
Seinast man visti, hevði
Tvøroyrar Býráð alment
melda út, at teir virdu
avgerðina hjá Vágs Býráð,
og tí ikki vildi viðmæla at
flyta Miðnámsskúlan úr
Vági. Sostatt høvdu tvey
býráð, sum umboða yvir
70% av Suðuroy, eina fe-
lags støðu í hesum málið.
F.L. og umsiting tess
hava síðan fundin í sept.
2004 í Vági, sitið og sovið í
Tinganesi. Tí kom henda
útmelding frá Tvøroyrar
Býráð, hetta fyri at fáa lagt
lok á málið, soleiðis at tað
dagliga kommunala arbeiði
sum F.L. órógvaði, kundi
byrja aftur.
Men F.L. hevði eitt annað
vápn í beltinum sum gjørdi
at saksmappan um "Endur-
reisn av Suðuroy" kundi
verða skrall tóm. F.L. og
umsiting tess snorksova í
dagar og mánaðir – og
alíkavæl, uppá minni enn 7
dagar – taka eina avger
ímóti 70% av teimum
fólkavaldu í Suðuroy.
Fyri 7 døgum síðan vóru
4 javnaðarumboð frá Tvør-
oyrar Býráð hjá løgmanni í
Tinganesi, og tosaðu um
Miðnámsskúla og ellisheim
í Suðuroy. Avgerð bleiv
tikin á hesum fundi, og sum
skilst, bleiv givið hond
uppá at løgmaður virdi av-
gerðina
hjá
Tvøroyrar
Býráð og Vágs Býráð sum
vildi viðført skúla í Vági og
ellisheim á Tvøroyri.
Men mitt í farnu viku
kom speril í. Løgmaður
leyp frá avtaluni og fór
síðan at ávirka javnaðarum-
boðini í Tvøroyrar Býráð,
samstundis sum løgtings-
umboð sambandsfloksins í
Suðuroy eisini fór undir at
ávirka sambandsumboðini í
Tvøroyrar Býráð.Líkt er til
at hettar arbeiði hevur
eydnast.
Hetta var grundarlagið
fyri tíðindaskrivinum úr
Tinganesi tórsdagin í síðstu
viku. So stórur er seriøsitet-
urin hjá okra fólkavaldu
anno 2005. Ein so stór
avger um Miðnámsskúlan í
Suðuroy verður tikin uttan
saksmappu ella saksvið-
gerð, men við persónligari
telefonuppringing frá harra
løgmanni til tann einstaka
einsamalla kommunupolit-
ikaran (partísoldatin).
Soleiðis
virkar
okra
Socialdemokrati
anno
2005. Hvar er virðingin fyri
tí einstaka borgaranum.
Neyvan man seinasta orið
vera sagt í hesum málið.
Framtíðin hjá Suðuroy
skal ikki skipast av "Re-
volvarapolitikki Løgmans".
Slíkur politikkur hoyrir
ongastaðir heima í 2005.
Avgerin skal takast á skjal-
prógvaðum
grundarlag,
hvar tað klárt framgongur
hvør er besta avgerðin fyri
Suðuroy í hesum málið.
Vónandi fer Føroya Løg-
ting at átala framferðarhátt-
in hjá løgmanni í hesum
málið.
Avgerðir tiknar fyri Suð-
uroy á slíkum grundarlag
fara suðringar ikki at góð-
taka. Vónandi skilja okra
fólkavaldu kommunustýris-
umboð boðskapin í hesi
grein. Eitt minimum av
seriøsiteti, tá politiskar av-
gerðir vera tiknar – hvat
hevur F.L. annars embætis-
fólk til?
Skal framtíðin hjá Suðuroy byggjast á "Revolvarapolitikk"
frá løgmanni, Hendrik Old og Johan Dahl?
Thomas Arabo
Á Oyrareingjum-Signabø
búgva í dag tvey til hálv-
triðhundrað fólk. Her er
gott og slætt lendi fram við
fjørðinum líka úr dalinum
út á Sperm (gomlu hvala-
støðina). Um økið verður
lagt út til sethúsabygging
so má roknast við at eini 6-
700 fólk búgva her um
nøkur fá ár. Økið er eitt tað
mest barnavinarliga í land-
inum-her er stutt bæði til
fjals og fjøru og eingin
gjøgnumgangandi ferðsla.
Síðst í 80-unum var tað
"in"at
hvør
kommuna
skuldi hava ídnaðarøkir so
virkir kundu verða bygd
saman, so tey ikki vóru til
ampa ímillum hús í bú-
staðarøkjum. Kollafjarðar
Kommuna tók so avgerð
um at leggja eitt slíkt øki
framm við landi inni á
Oyrareingjum. Í 1988 bleiv
so byrjað og sprongt bleiv
út niðan ímóti vegnum og
grótið koyrt á sjógv. Eitt
sindur harmuligt at síggja
tað vøkru fjøruna verða
sprongda burtur men úr-
slitið var so byrjanin til eitt
hampuliga stórt øki íð fór
nakrar metrar - kanska 20
út frá landi. So kom krepp-
an og arbeiðið steðgaði tí
pengar vóru ikki til at halda
fram. Økið lá so og samlaði
órudd
í
eini10-12
ár.
Burtursæð frá at økið sum
so sá út sum "Jerusalems
ødlæggelse", so sá tað ikki
út til við tí lítlu frástøðu
sum tað hevði frá landi at
tað nervaði tí vøkru og
sermerktu náttúru og tað
fuglalív sum var á Oyruni
nakað nevnuvert. Daláin
sum jú er grundarlagið fyri
teimum náttúrufyribrigdum
sum har eru, rann so at siga
ótarnað.
Í 2000 eru vit so komin í
Havnar Kommunu og nú
hendir so nakað á økinum.
Stórur partur av grótinum
frá Vágatunnlinum verður
koyrt á sjógv her á Oyra-
reingjum og menn byrja at
tosa um at gera havn her so
at siga uppi á turrum.
Tað sum er hent inni á
økinum á Oyrareingjum
síðan grótið frá Vágatunnl-
inum kom afturat er at økið
er líka órudduligt -lat tað
fara - men tað sum er ógvu-
liga nógv meira órógvandi
er at Daláin nú er so mikið
innibyrgd at alt blívur ein
sugga innan fyri hesa
ólukku útfylling helst til
stóran ampa fyri alt lív og
umhvørvi har inni. Har-
afturat so fyllist alt so skjótt
við sandi nú so trongt er
blivið at um 20 ár er heilt
sikkurt turt lendi har sum
keiin á Langasandi er í dag.
Nýggj byrjan - trivnaður,
umhvørvið og barna-
familjur raðfestast høgt.
Soleiðis segði nýggi bý-
ráðsmeirlutin tá hann tók
við.Her hjá okkum er tað
hent,at okkurt øki afturat er
lagt út til sethúsabygg
ing.Umhvørvisnevndin
hevur lýst ruddingardag í
allari kommununi men
tykist ikki at hava áhuga í tí
neyðtøku av umhvørvinum
sum fer fram her hjá okk-
um, ella kanska tey ikki
hava varnast. Nú havi eg so
gjørt vart við tað!
Og so koma vit til ætl-
anirnar um at byggja havn
her inni. Kontainarhavn -
tað ljóðar so flott og onkur
tosar um nógv arbeiðspláss.
Við mínum kunnleika til
slíkar havnir og eg havi
kannað nógvar so eru
næstan eingi arbeiðspláss -
har er alt so automatiserað,
at tað er næstan fólkatómt.
Alt í alt so er hettar eitt
krypulprojekt alt sum tað
er.
Oyðileggjandi
fyri
plássið,
forðandi
fyri
menning sum trivnaðar bú-
pláss og leggur upp til
klandur og rok í eina langa
framtíð, til fedranir at hes-
um projekti síggja, at her
fóru teir skeivir.
Dugi ikki við mínum
besta vilja at síggja, at teir
myndugleikar sum hava
ábyrgd av at okkara náttúra
skal umfarast skynsamliga,
ikki gera vart við seg. Og
býráðsmeirlutin, íð telur
teir flokkar sum hava
hægsta etiska støðið, kunnu
ikki hava viðgjørt hettar
málið og góðkent hesa
ætlan, tí so er trúvirðið
fokið
Hvat er skilagott at gera?
Fyri 30 árum síðan var
skilamaðurin
Øssur
av
Steinum inni á gólvinum -
hugsi hann var borgarstjóri
tá - og tosaði um at gera
havn úti á Sperm og út eftir,
tí sum hann málbar seg
"tað at havnarmenn trunka
oljutangar, skipasmiðju og
fiskavirkir saman á Vestaru
vág tað kemur einaferð at
forbjóða seg sjálvt". Tann
dagurin sær út til at nærkast
skjótt.
Ongantíð blivu ráðini til
at byggja umrøddu havn.
Ikki tí at økið er gott - óav-
markaðir møguleikar at
víðka økið suðureftir tað
verið seg bæði til con-
tainarahavn, oljuvinnu og
líknandi. Har verður ong-
antíð bústaðarøki - har er
for bratt. Síðan eigur vegur
at verða gjørdur frá tunnils-
munnanum oman fyri nú-
verandi búsetingina og út á
Sperm. Stikvegir kunnu so
bindast í verandi veganet til
og ímillum húsini, íð eru og
koma. Ein slík loysn hevði
verið langsiktað og góð. Í
veruleikanum er tað einki
her sum hastar so øgiligt -
um Norrøna leggur at í
Runavík einar tvær tríggjar
ferðir um árið ja tað eigur
ikki at fáa skilafólk í Tórs-
havnar kommunu at grýta
fleiri tíggjutals milliónir
burtur í óðum verkum.
Tað fyrsta sum má gerast
er tó at hampa um økið inni
á Oyrareingjum og gera tað
nýtsluklárt til okkurt skila-
gott. Kundi verið til
smærri virkir, ella hví ikki
flutt alt virksemið í sam-
band við aling her yvir tí
har herast krøvini til at slík
virkir skulu haldast burtur
frá øðrum virksemi. Tað at
gera økið borðbært aftur
kann blíva eitt størri ar-
beiði, tí eg kundi ímyndað
mær at friðingarmyndug-
leikarnir kundu sett krøv
um at innaru hornini á
báðum útfyllingunum -
bæði tí norðaru og tí
sunnaru - blivu tikin upp
aftur, so sjógvur fær frítt at
fara inn í hasa sugguna,
sum nu er komin.
Áheitan.
Tit í býráðnum lovaðu
okkum eina nýggja byrjan
og nýhugsan. Tað líta vit so
á, og rokna við at vit sum
borgarar
í
Tórshavnar
Kommunu verða líka virð-
ismettir við aðrar borgarar
sum búgva nærri Vaglinum.
Eitt sum ongantíð má
gloymast er at Kollafjørður
ongantíð verður ein bý-
lingur men ein bygd við
øllum teimun eyðkennum
ein bygd nú einaferð hevur.
Øll hava vit skyldu at
taka atlit til náttúruna og
trivnað hjá fólki íð býr við
fjørðin. Taðverður ikki
gjørt við at kroysta eina
kontainarhavn inn á botn í
Kollafirði við øllum teimun
negativu avleiðingum, íð
fylgja við einari slíkari.
Skal Oyrareingir-Signabøur oyðast sum trivnaðarbúpláss?