fríggjadagur 29. apríl 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 80 - 29. apríl 2005
VIÐMERKINGAR
Gerhard Lognberg
Løgtingsmaður/
Borgarstjóri
Sum skilst, er ætlanin at
fara at brúka tyrluna til
sjúkraflutning. Tað í
sjálvum sær ljóðar í
fyrstu syftu ikki so
galið.
Men tað sum í veru-
leikanum hendur er, at
vit fáa eina ótrygga tæn-
astu.
Tað sum eg skilji er, at
sáttmálin ímillum Fiski-
málaráðið og Atlantic
Airways er soleiðis, at
Atlantic fær uml. 14
mill. kr.
Í hesum peningi er
sjúkraflutningurin, so-
leiðis at sjúkrahúsið
kemur ikki at gjalda
nakað, men koma at
spara eina lítla millión í
Sandoy/Skúvoy
og
Nólsoy/Hest.
Hetta eiga vit í sam-
gonguni at fáa broytt,
við at flyta 1 mill. kr. av
játtanini hjá Atlantic
Airways, sum fær 14
mill. kr. til sjúkraflutn-
ingin, so er hesin trupul-
leikin loystur, og vit
kunnu framvegis brúka
"Teistan", og tey skip
sum annars verða nýtt.
Vit koma at fáa ein
munandi verri tænastu
við tyrluni, tí mann sig-
ur, at tað ikki verður
meira enn ein tími til
tyrlan er á flogið.
Tyrlan
hevur
ikki
lækna umborð, so helst
skal
hon
á
Lands-
sjúkrahúsið eftir lækna.
So vit koma helst at bíða
í 1 1/2 tíma, í staðin fyri
at "Teistin" liggur klár-
ur.
Ella hvat tá ið tyrlan
hevur aðrar uppgávur at
loysa?
"Teistin" verður ikki
"standbei". Sjúkratele-
fonin verður sløkt, havi
eg fingið at vita.
Vit eiga ikki at niður-
pína tað sum hevur við
Landsjúkrahúsið at gera,
men tvørtuímóti menna
tænastur hjá sjúkra-
húsinum.
Tyrlan hevur meira
enn nokk at síggja til!
Teir hava leiting og
bjarging á sjónum. Teir
hava eftirlitsflúgving,
teir hava leiting og
bjarging á landið. Teir
hava bráfeingist flutn-
ing, har ið tørvur er á
skjótari hjálp.
Eg vil gera alt fyri, at
tænastan fer at halda
fram við "Teistanum".
"Teistin" hevur nær
um ongar avlýsingar um
Skopunarfjørð. Strekkið
Skopun/Gamlarætt tekur
uml. 20 min.
Eg kann eisini nevna í
dagtímunum, tá "Teist-
in" liggur og bíðar eftir
flutningi, sum er komin
akutt.
Ella tá "Teistin í dag-
tímunum vendur aftur á
Skopun við fólki og
bilum umborð. Hetta alt
fer ikki at kunna lata seg
gerða, tá "Teistin ikki
hevur
sáttmála
um
sjúkraflutning.
Tá verður tyrlan ikki
tiltaks
mitt
í
rutu-
flúgvingini!
Tyrlan haraftur ímóti
kemur at hava nógvar
avlýsingar.
Vit kunnu hugsað um
vetrarnar, í ivaveðri við
tyrluni sum álitið. Ella
akuttur sjúkraflutningur.
Mitt í hesum skal tyrlan
til aðra uppgávu.
Nei, vit eiga at flyta
milliónina til Lands-
sjúkrahúsið,
sostatt
loysa tyrluna frá upp-
gávuni, so at "Teistin"
verður at halda fram
sum sjúkraflutningur.
Sjúkraflutningurin
Jákup J. Joensen
Sumba
Jóannes Eidesgaard, Henrik
Old, Hans Pauli Strøm og
Johan Dahl ætlaðu sær at
tveita Suðuroynna út í
borgarakríggj, men tað
mislukkaðist – vónandi.
Tvøroyri og Vág hava nú
leitað saman móti felags
fíggindanum og stóra tøkk
fyri tað.
Vit hava nú eina søguliga
semju um felags støðu í
stóra skilnaðarmálinum um
skúlar og ellisheim, og tað
var tað, sum landsstýrið
bað um.
Nú hevur landsstýrið
fingið tað, sum tað bað um,
og nú má altso hasin so-
kallaði løgmaðurin fara at
gevast og ikki elva til meira
klandur og stríð, enn hann
longu hevur gjørt.
Um onkur kverulantur úr
onkrari minni kommunu
rennur hipp hopp aftaná
Oldinum og hansara idiot-
iska tvassi og tvætli, taka
vit ikki so tungt. Vit kenna
hann, og hava langt síðan
givið hann upp fyri skutil.
Vónandi kenna tingmenn
henda mann, serliga aftaná
fyrsta og annað rund-
stykkjakríggið, har teir so
manniliga bardu hann av.
Eingin av hesum monn-
um bríggjar seg um at
búgva í Vági, men hví teir
so skulu hegla so nógv
niður á sítt egna fólk, ja tað
skilur eingin.
Vit upplivdu eina stóra
og sterka framburðstíð
undir seinastu samgongu,
og nú stríðast javnaðar- og
sambands- og fólkafloks-
menn av øllum alvi við at
sorla og morla alt niður-
aftur. Ella, kanska teir fara
at hugsa seg um av álvara,
og ikki lata seg taka av fót-
um, nú skúlin, sum tingið
flutti úr Hovi til Vágs aftur
skal flytast til Hovs aftan á
at einar 10 milliónir eru
brúktar.
Tann dagin tað hendur
kemur Føroya løgting á eitt
klárt fyrstapláss í alheims
metbókina fyri idiotiskar
felagsskapum.
At skapa split dugir
Hendrik Old meistaraliga
væl, hann leggur heldur
ikki í politisku framtíð sína.
Hann veit,a t hansara dagar
eru taldir, og at tær tjúgu
atkvøðurnar frá fólkatings-
valinum
eru
ein
stór
skomm fyri ein mann, sum
hevur verið í politikki í
skjótt 25 ár.
Um ikki gamli maðurin á
Tvøroyri hálaði hann upp
um tinggáttina hesuferð, ja
so var heilt galið. Og reak-
tiónin er so ein long hevnd-
aratsókn
móti
okkum
suðringum.
Iki eru tað øll, ið tola at
fáa vald, og tað besta dømi
av øllum er javnaðarflokk-
urin.
Flokkurin sum rann av
arbeiðararørsluni, happar
hesa í dag somu rørslu, sum
var hon hansara størsti
fíggindi.
Við skattalættanum til
tey ríku hevur javnaðar-
flokkurin skapt eitt nýtt
stættasamfelag millum tey,
sum eru ringast fyri, og so
tað betra slagið.
Á fíggjarlógini hava teir
strikað og lækka teir allar
játtanir til tey minni mentu
og tey brekaðu, og sam-
felagið hevur fingið eina ta
størstu slagsíðuna nakran-
tíð. Og væl duga teir at tiga
tað burtur. Vit síggja ongar
forsíður yvir neyð og
elendigheit longur, tí eisini
blaðið hjá javnaðarflokkin-
um er endað í teimum feitu
fólkaflokslummunum.
Her valdaði sátt og semja
um skúlamálið, og løg-
tingið hevur brúkt 10 mió.
kr. til onga verðsins nyttu.
Jóannes Eidesgaar fekk
alt upp á kók, og skuldi
skapa klandur og stríð,
hann livir ikki uttan. Hann
sá sær ein møguleika fyri at
fáa split í oynna, og tveitti
ein brand inn í hana, so at
alt fór á gos.
Suðringar skulu sanniliga
merkja, hvør er á toppinum
og við turkatrúgvari disip-
lin móti løgmanni hevur
landsstýrismaðurin í almu-
málum eftir boðum frá løg-
manni trumla alla mann-
sømiliga viðferð til síðis.
Átalan frá umboðsmann-
inum um starvið á Tvøroyri
fekk ongar avleiðingar fyri
landsstýrismannin, tí hann
gjørdi bara tað, sum løg-
maður hevði biðið hann
gera. Og løgmaður hevur
eftirlitið við landsstýris-
manninum og ger sjálvandi
einki móti honum, og tí fáa
ákoyringarnar frá umboðs-
manninum ongar avleið-
ingar longur. So skjótt
kláraði
Eidesgaard
at
trumla rættartrygdina hjá
umboðsmanninum
fyri
bakka.
Tingmaður teirra í Vági
hevur verið trúgvasti expor-
tørur av almennum arbeiðs-
plássum út úr Vági í ein
mansaldur. Einki – púrasta
einki hevur hann drigið til
bygdina, og hann hevur nú í
longri tíð leikað í sum ein
óður maður, og hevur barst
ímóti øllum hugsandi til
Vágs og Suðuroyar, so sum
sjóvinnuskúla og politi,
sýslukontór, frímerkjadeild,
toll og skatt, o.a.m. Og sum
krúnuna
á
verkinum
stongdu teir báðir, Eides-
gaard og Old tað mest
hypermodernaða flakavirki
í Vági í sini tíð. Og presis
somu menn herja nú aftur á
Vágs bygd og vágbingar.
Seinasta
bragdið
hjá
Oldinum var so at forbjóða
tí troytta arbeiðandi fólk-
inum um alt landið eitt
rundstykki sunnudag fyrra-
part, men tað kiksaði hjá
honum, og tað gjørdist hon-
um ein landaskomm.
Hann man hava ætlað at
forboðið bara skuldi galda
fyri Vág, so kanska tað
lukkaðist, men nú bleiv
bitin for stórur. Hesuferð
tendraðu øll onnur eisini, tí
tey kundu also ikki finna
seg í hesum áganginum frá
hesum manni.
Hetta teir gera móti Vági
við miðnámsskúlanum er
líka so sinnissvakt sum tað
við rundstykkjunum, minn-
ist til tað. Og profeturin
aftanfyri er so eisini tann
sami.
Rundstykkjastríðið er av,
og Oldurin mátti bíta í tann
harða skálkin.
Nú er so bara at vóna, at
løgtingið ikki letur hann
vinna stríðið um skúlan,
har friður og semja valdaði.
Vónandi kúgar tingið hann
enn eina ferð at bíta í
grasið, og letur fólki her
suðuri fáa frið at liva.
Ein skálkur og annar
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
Heri Simonsen
Tá ein hevur búð bæði í
Grønlandi, Danmark og
Føroyum, og er føddur á
sama hospitali, sum Poul
Nyrup
Rasmussen
má
verða loyvt mær at koma
upp í kjakið um komandi
ríkisflaggið. Lat tað verða
sagt beinavegin: Eg eri
samdur við teimum 3 vin-
konunum um, at vit eiga at
hava eitt felags Ríkisflagg,
men eg eri ósamdur í
motivinum tær hava lagt
fram. Vit eiga at hava eitt
ríkisflagg, sum ímyndar
Grønland, Føroyar og Dan-
mark betri enn litablandið,
sum bleiv víst fram á Vagl-
inum.
Felags ríkisflaggið hjá
Grønlandi, Føroyum og
Danmark eigur at verða
totalt hvítt! Hetta flaggið
symboliserar hesi trý lond-
ini best. Grønland og Før-
oyar yvirgeva seg til Dan-
mark, sum aftur yvirgevur
seg til ES. Flaggið kann
eisini ímynda grønlendska
innlandísin,
føroyska
mjørkan og donsku baði-
strendurnar. Við einum
góðum vilja eisini anorakk-
in, Hvítanes og Hvide-
sande, og møguliga Møns
Klint. Sæð í søguligum
baksýni var hvíta flaggið
eisini skjótt havt á lofti tann
9. apríl í 1940.
"Union Jack" og
"Sildesalaten"
Taka vit bretska "Union
Jack"-flaggið
er
hetta
flaggið ein vøkur, symetr-
isk samanseting av skotska,
enska og gamla írska flagg-
inum. Uniónin Svøríki-
Noreg (1814-1905) hevði
eitt uniónsflagg árini1844-
1898, sum var 50% av
norska flagginum, og 50%
av
svenska
flagginum.
Hetta ósymetriska flaggið
bleiv speirikið: "Sildesalat-
en" av bæði norðmonnum
og svenskarum. Sæð í
ljósinum av hesum er tað
nokk so hugtakandi, at ein
norsk listakvinna er við til
at borðreiða við einum
rætti, sum mong á Vaglin-
um mundu sett skeivt í
hálsin. Skulu vit eisini
finna eitt gastronomiskt
heiti til vinkonu-flaggið,
sum kann umfata bæði
Grønland, Føroyar og Dan-
mark? Hvat við "Kópa-
grindaflesk" ("Sælgrinde
hvalsflæsk")??
Ríkisflaggið eigur at verða totalt hvítt!