Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 81 - 30. apríl 2005 Bergur Wardum Í sambandi við áheitanina um at reisa misálit á Løg- tingsins umboðsmann Joen H Andreassen, skal for- mansskapurin á Tingi nú málsviðgera áheitanina, og skal áheitanin ið varð sett fram lýsast í stuttum: Málið byrjaði við eini grein í Dimmalætting tann 4.2.2005: "Rættvísi endaði við eini rokning." Tann 11.2.2005 hevði Dimmalætting verið í sam- band við advokatin Bjørn á Heygum, ið gjørdi gald- andi, at tann táverandi um- sitingarligi sorinskrivari Joen H Andreassen var so mikið strongdur, at hann ikki var førur fyri at umsita Føroya Rætt og Tinglýsing- ina uttan mistøk! Hesi viðurskiftir fekk undirritaða at gera við- merkingar í Dimmalætting tann 3. og 9.3.2005: "Viðmerking til látur- verjuna hjá advokatinum Bjørn á Heygum í sam- bandi við greinina um: "Rættvísi endaði við eini rokning."" Greinin endaði við eini áheitan á Løgtingið um at reisa misálit á Løgtingsins umboðsmann Joen H Andreassen, av tí at Løg- tingsins umboðsmaður ikki hevði umsitið undanfarna starv eftir forskriftinum! Í Dimmalætting tann 18.4.2005 varð fyrispurn- ingur settur til Løgtingsins formann og formansskapin á Tingi, hvussu gekk við áheitanini um misálitið. Fylgjandi brot úr greinini "Láturverjuna" frá 3. og 9.3.2005 skal verða endur- givið: "Á Tingblaðnum stóð ikki navnið "Annfinn Han- sen", men navnið hjá "Bjørg Hansen", og niðast á somu síðu undir "Viðmerk- ingum" stóð "Ægtepagt". Hetta er eins álvarsamt at seta til viks, sum . . at seta treytirnar í fiskiloyvinum til viks við at fara inn á stongdar leiðir, tí tá verður viðkomandi stemplaður og dømdur sum veiðutjóvur, munurin her er, at her er talan um eina sethúsaogn við einum greiðum Ting- blaði, og tí eigur viðkom- andi at verða stemplaður sum sethúsatjóvur. Ein hvør, eisini ein hvør ad- vokatur og dómari, veit, at hetta, sum fór fram, er stuldur! Treytaleyst so stendur tað stóra brotsverkið í, at tað av Tinglýsingini varð sæð burtur frá, at á tingblaðnum stóð navnið hjá "Bjørg Hansen", og undir við- merkingum stóð "Ægte- pagt", tá útleggið fyri skuld hjá 3’persóni varð tinglýst, og sum løgfrøðiliga verður at rokna sum grovt brot á o g n a r r æ t t i n , innbrot/stuldur /svik "name it you get it!". Tann revsirættsliga fyrn- ingarfreistin er 15 ár sambært § 279 ájavnt § 2862, eins og §§ 158, 164, 178 við fleiri §’um, ájavnt § 93-4, at rokna frá, tá skaðin kundi gerast upp/ ella frá tí degi at rokna, tá Bjørg Hansen varð greið yvir sína rættarstøðu. Tað vil vera beinleiðis skeivt at viðgera Fútarætt- in, sum hann her er við- gjørdur, uttan at viðgera munin, sum átti og eigur at vera, tá sethús verða seld á tvang, og tá vinnubyg- ningar ella virkisgøgn vera seld á tvang, tí lógin tekur stórt atlit til ta einkultu fa- miljuna, men Fútarætturin í Føroyum viðger alt líka, uttan at vísa virðing fyri galdandi lóg og teimum persónum, sum verða rakt av tvingsilssølu. Kendi professarin Ber- nard Gomard, dr. jur., hevur viðgjørt sølu av sethúsum í kapittul 41 í bókini Foged- retten, sum umfatar broyt- ingarlógina frá 1978, (Løg- tingið samtykti nevndu broytingarlóg, tá rættar- gongulógin varð samtykt í 1987, men broytingin vann ikki inn í tann Danska Rættin í Føroyum. . ) Við nevndu broytingar- lóg broyttist siðvenjan í Danmark, soleiðis at set- húsaognir, sum stóðu til at verða seldar á tvingsilssølu, fyrst skuldu verða settar til sølu hjá ognarsølumanni í eitt ár, síðani varð málið tikið uppaftur í Fútarættin- um í Danmark, hvar tað varð hugt eftir, um ánarin hevði fíggjarligan førleika at sita í ognini, um hann fekk ein skuldarskáa, og hvussu nógv av skuldini, hann hevði førleika til at gjalda. Hetta viðførdi, at talið av tvingsilssølum í Danmark næstan datt burt- ur!" Eisini verður brot úr fyri- spurningi til Løgtingsins formann og formansskapin á Tingi frá 18.4.2005 end- urgivið: "Við øðrum orðum, so boðar Løgtingsins umboðs- maður frá, at hann kann liva við hesum skuldset- ingum, um formansskap- urin á Tingið kann liva við, at hann var atvoldin til, at fleiri familjur vóru tvung- nar frá hús og heimi! Eitt annað er, um ofrini og Føroya fólk kunna liva við at tinglýstur ognarrætt- ur til egið hús og heim ikki var tryggjaður ímóti 3’persóni, t.d. ímóti Føroya Banka! Útgreiningini í greinini tók støði í, at seta løgting- sins umboðsmann Joen H Andreassen í ta støðu, at hann, sambært honum sjálvum, varð tvungin til at reinsa seg, um hann skuldi halda fram í sínum so tignarliga starvi! Trupulleikin hjá Løgting- sins umboðsmanni er ikki einans, at húsastuldurin er staðfestur við dómi, men trupulleikin vildi ikki verið minni, um hann rættsliga kravdi at verið reinsaður, av tí at hann tá undir vitnis- ábyrgd skuldi vart sína æru, og tá hevði hann komið at staðið eins nakin, sum Keisarin í teimum nýggju klæðunum! Vísast skal á, at tann nógv virdi 65 ára gamli landsrættardómarin Niels Johan Peterse, sjálvboðin varð noyddur at leggja frá sær, áðrenn hann varð settur frá, við tað at eingin kann sita sum dómari, ið hevur eina revsiverda fortíð ella revsiverdar skuldset- ingar hangandi yvir sær! Sorinskrivarin Joen H Andreassen varð settur í starv sum Løgtingsins um- boðsmaður, við tað at hann hevði tign sum ein dómari, men nú klárar hann ikki at reinsa seg fyri fylgjandi skuldsetingum: "Eg veit ikki, hvussu stórt talið var av tvingsils- sølum í kreppuárinum, men alment er kent, at tað fóru yvir 6.000 fólk av landinum í fíggjarligt útlegg, av tí at tey ikki fingið nevnda lógarfesta møguleika at sita í egnum húsi, og eigur táverandi u m s i t i n g a r l i g i sorinskrivarin, núverandi løgtingsins umboðsmaður, Joen H Andreassen æruna av hesum, eins og æruna av, at alt bar til hjá ávísum persónum, tá hann ráddi fyri borgum í tí Danska Rættinum í Føroyum!"." Tá undirritaði læs grein- ina "Rættvísi endaði við eini rokning." og sá, hvussu advokaturin Bjørn á Heyg- um feiaði tað, ið var farið fram, undir gólvteppið, var tað ovboðið, tí undirritaði hevði eisini verið útsettur fyri, at "Rættvísi endaði við eini rokning", men valdi undirritaði at bíða í ein mánað, til løgfrøðingar høvdu gjørt viðmerkingar, áðrenn undirritaði skrivaði: "Viðmerking til látur- verjuna hjá advokatinum Bjørn á Heygum."! Treytaleyst, so ber tað ikki til at gera eina løg- frøðiliga viðmerking, uttan at øll tign varð tikin frá teimum persónum, sum vóru umrøddir, soleiðis at teir vórðu gjørdir óverdigur til teirra tignarligu størv, um nevndu persónar ikki vóru førir fyri at reinsa seg, til dømis Løgtingsins um- boðsmaður Joen H An- dreassen! Undirritaði hevur áður sett táverandi sorinskrivara Joen H Andreassen í somu støðu, men tá var tað neyð- ugt fyri at verja egin áhuga- mál, men valdi sorinskriv- arin tá at melda 3’persón/ boðbera Dan Klein, blað- stjóra á Oyggjatíðindi, ið viðførdi eitt justitsmorð á nevnda 3’persón, tá hann varð dømdur treytaleyst í fongsul í 60 dagar, men boðskapurin/justitsmorðið rein ikki við boðberan! Hetta var "Berufsverbot" og varð framt fyri at undir- ritaði ikki skuldi greiða frá síni vitan, og tað, sum undirritaði við familju hevði verið ígjøgnum, "tá alt bar til hjá ávísum per- sónum", og hetta lat seg gera við tað, at øll rættar- skipanin; rætturin, ákæru- valdið, verji og ávísur part- ur av tí 4’stjórnarvaldinum spældi við! Tað, at uppliva at 3’per- sónur varð meldaður og dømdur í fongsul fyri at vera boðberi hjá undirrit- aða, uttan at tað nyttaði at gera vart við hendan skeiv- leika, var ræðuligt, men hetta, at 3’persónur varð dømdur, var tað, sum skuldi til fyri at Joen H Andreassen kundi halda áfram sum sorinskrivari- og tinglýsingardómari! Í dag verður tað ikki roknað sum løgfrøðiliga ráðilig, at fara upp ímóti fyriliggjandi Hægstarættar- dómi, ið tekur støði í § 10 í Mannarættindakonventión- ini, ið staðfestir boðberara- støðuna, sum er vorðið friðhalgað! Løgfrøðiliga, um eitt misálit fellur í Løgtingin- um, er tað ikki tað sama sum eitt samt álit á per- sónin. Rundskriv til Løgtingið Johan Petersen Nær fert tú sum ovasti myndugleiki í lógar- málum fyri útvarpi og sjónvarpi at stóðga tí ólógliga virksemi, hesir loftmiðlar fremja og virka undir við at seta í gildi eina fjølmiðla- ábyrgdarlóg, so at gjørligt er at kæra hesar stovnar, tá ið teir ikki kenna sær hógv? Í kringsvarpslógini er ásett, at útvarpið og sjónvarpið skulu leggja dent á sakliga og óhefta upplýsing og at um onk- ur er ónøgdur við fjøl- miðlasið út- og sjón- varpsins, skal hann kunna kæra til fjøl- miðlanevndina sam- svarandi fjølmiðla- ábyrgdarlógini. Í 1998 legði Ivan Jo- hansen, sum tá var landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin í mentamálum fram upp- skot um at seta donsku fjølmiðlaábyrgdarlógina í gildi. Uppskotið bleiv viðtikið í Løgtinginum og sent donsku stjørnini til ígildissetan. Sambandsflokkurin hevur tvær ferðir lagt uppskotið fram Men orsakað av, at sam- svar ikki var millum donsku og føroysku lóg- ina, sendi danska stjórn- in uppskotið aftur til landsstýrið, sum tá var fullveldislandsstýrið. Fullveldislandsstýrið gjørdi onki fyri at fáa lógina í gildi. Men tvær ferðir afturat hevur Sambandsflokkurin sett uppskot fram um fjøl- miðlaábyrgdarlóg, sum báðar ferðir er felt av Løgtinginum! Løgtingsins umboðs- maður hevur átalað Løgtingsins umboðs- maður hevur í hvussu so er tvær ferðir yvirfyri løgmanni, landsstýr-in- um og Løgtinginum átalað manglandi lóg- gávuna uttan at nakað tó er hent. Samgonguskjalið ásetir eina fjølmiðla- ábyrgdarlóg Í samgonguskjalinum hjá verandi samgongu er ásett, at fjølmiðla- ábyrgdarlóg verður sett í gildi. Nær fert tú, Jógvan við Keldu, sum hægsti myndugleiki í lógarmál- um fyri útvarpi og sjón- varpi í Føroyum at seta fjølmiðlaábyrgdarlóg- ina, sum ásett kring- varpslógini frá 1998, í gildi?? Nær, Jógvan við Keldu, nær? VIÐMERKINGAR Barnið So stór ein pína, so hart eitt stríð at seta barn til heimin í. Men hvør ein mamma gloymir tað tá hon hevur barnið sæð. Barnið liggur við móðurlív lítli eingilin hevur frið Sov tú bert mín lítli skattur Um eitt bil, ert tú vakin aftur. Barnið er vakið, hon heldur tað nær og hon hugsar: »Tú tað kærasta hjá mær Tú skalt liva lív títt gott mamma varir teg hvørja nátt«. Árini ganga, barnið gert stórt Av reinum kærleika var tú gjørt nú tú skjótt fara frá mær skal bara eg havi lært teg væl… Í so mong ár eg havi teg føtt og klætt eg sigi ikki at tað var lætt eg gjørdi tað tí eg elski teg tú mást aldrin gloyma meg! Nú mamma vil biðja fyri tær at Jesus altíð er tær nær Hann skal altíð vara teg Tá tú gongur á lívsins veg. Fríðhild Holmsund