Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 - 29. apríl 2005 13 UTTAN ÚR HEIMI Stríð um ElBaradei Amerikanska stjórnin vil ikki góðtaka, at Mohammad ElBaradei skal halda fram sum formaður í altjóða kjarn- orkustovninum IAEA. Ætlanin var annars at taka av- gerðina mikudagin, men málið mátti útsetast orsakað av amerikonsku mótstøðuni. Amerikanararnir halda, at ElBaradei var ov lagaligur ímóti stýrinum hjá Saddam Hussein undan krígnum í Irak, og at hann hevur verið ov lagaligur mótvegis prestastýrinum í Iran. Tí er stjórnin í Washington ímóti, at egyptin heldur fram í formansstarvinum í IAEA. 35 lond eru limir í altjóða kjarnorkustovninum, og sum skilst taka hini 34 londini undir við, at Mohammad ElBaradei skal halda fram eina setu afturat. Hann hevur longu sitið tvær setur. Men amerikanska mótstøðan hevur gjøt, at avgerðin um formansstarvið er útsett til í juni, og til ta tíð fara hini londini at royna at sannføra USA um, at landið eigur at taka undir við ElBaradei, skrivar AP. Stockholm fer til høgru Tann borgarligi flokkurin Moderatarna hevur havt so stóra framgongd í Stockholm í seinastuni, at hann er vorðin nógv tann størsti flokkurin í býnum. Ein kanning hjá blaðnum Dagens Nyheter vísir, at Moderatarna hevði fingið 44,1 prosent av atkvøðunum í høvuðsstaðnum, var val nú. Á kommunuvalinum fyri trimum árum síðani fekk flokkurin 26 prosent í Stock- holm. Samstundis hava sosialdemokratarnir hava stóra afturgongd. Á kommunuvalinum í 2002 fingu teir 32 prosent av atkvøðunum í Stockholm, men var val nú, høvdu teir fingið 21,5 prosent. Tølini broyta eisini lutfallið ímillum tann vinstrasinn- aða og tann borgarliga vongin í Stockholm. Sosialdemo- kratarnir og stuðulsflokkarnir Vinstri og Umhvørvis- flokkurin fáa tilsamans 34,7 prosent sambært kanning- ini, meðan Moderatarna, Fólkaflokkurin, Kristiligu demokratarnir og Miðflokkurin fáa 61,5 prosent. Hjá flokkunum á vinstravonginum er afturgongdin 8,3 prosentstig, meðan framgongdin hjá hinum er 6,7 prosentstig. Ongan stuðul úr Brasil Amerikanski uttanríkisráðharrin, Condoleezza Rice, fekk ikki tað ætlaða úslitið, tá hon fyrr í vikuni var í Brasil og vitjaði. Hóast hon rósti brasilsku stjórnini upp til skýggja fyri leiklutin sum tað leiðandi demokratiið í Suðuramerika, fekk hon eitt blankt nei, tá hon bað brasilska forsetan, Luiz Inacio Lula da Silva, royna seg sum semingsmann í ósemjuni ímillum USA og Venesuela. Viðurskiftini ímillum Washington og Caracas eru sera vánalig, og fyrr í vikuni vórðu nakrir amerikanskir vápnaeftirlitsmenn koyrdir úr Venesuela. Condolleezza Rice fekk heldur ikki sín vilja, tá hon bað brasilska forsetan loyva USA at senda eygleiðarar á eina ráðstevnu, sum tann suðuramerikanska samgongan og tann arabiska samgongan skulu halda í Brasilia tann 10. og 11. mai. – Tey, sum ikki er boðin á ráðstevnuna, kunnu fylgja við í sjónvarpinum var tann stutta viðmerkingin hjá brasilska uttanríkisráðharranum, Celso Amorim. Hann hevur ongan møguleika Ætlanin var, at russiski oljuríkmaðurin Mikhail Khodor- kovskij, sum er ákærdur fyri skattasvik og fíggjar- undandrátt, skuldi dømast mikudagin, men dómurin er fyribils útsettur til í næsta mánað. Tá verður dómurin ímóti einum starvafelaga hansara, Platon Lebedev, eisini feldur. Men sambært verjanum, Robert Amsterdam, er málið langt síðani avgjørt. Við kanadiska blaðið Globe and Mail sigur verjin, at Mikhail Khodorkovskij hevur ong- an møguleika. Russiskir fjølmiðlar vænta, at Khodor- kovskij og Lebedev kunnu fáa tíggju ára fongsul. Mikhail Khodorkovskij hevur alla tíðina hildið uppá, at málið hevur einki við svik ella løgfrøði at gera, men at talan er um eitt politisk mál. Hann ivast ikki í, at tað var Putin, forseti, sum gav ákæruvaldinum boð um at reisa málið fyri at forða sær í at gera álvara av einari ætlan um at fara upp í russiskan politikk. Tann útlendska matvøruhjálpin til Norðurkorea er at kalla steðgað, og tað kann kosta landinum eitt heilt ættarlið NORÐURKOREA Árni Joensen: fartekst@mail.dk Kunningarstjórin hjá heim- sins matvøruætlan í Norð- urkorea, Gerald Bourke, rópar nú varskó. Rætt er tað, at tann norðurkore- anska matvøruframleiðslan verður størri í ár enn í fjør, men tann útlendska hjálpin er at kalla staðgað, og tað kann fáa sera álvarssamar avleiðingar. – Vandi er fyri, at landið missir eitt heilt ættarlið, sigur Gerald Bourke við Aftenposten. ST roynir sum frægast at hjálpa teimum, ið hava hjálp fyri neyðini, men tann minkandi hjálpin uttaneftir hevur havt við sær, at minni og minni er í part, og sum frá líður kunnu summi einki fáa. Fyrst eru tað tey elstu, sum mugu klára seg uttan hjálp, síðani tey yngru og at enda kvinnurn- ar og børnini, sigur hann. – Hetta er ein trupul avgerð, men vit hava einki val. Onkur má líða, sigur Gerald Bourke. Ein kanning hjá barna- h j á l p a r g r u n n i n u m UNICEF hevur víst, at 37 prosent av øllum norður- koreonskum børnum undir seks ár fáa ov lítið at eta, og at tað stendur serliga illa til í býunum. Sambært matvørustovn- inum WFP er tørvur á 500.000 tonsum av mati til 6,5 milliónir fólk í Norður- korea í ár. Prísurin fyri mat- in er 200 milliónir dollarar, men enn hevur altjóða sam- felagið játtað minni enn helvtina. – Vit hava onga nýggja játtan fingið síðani oktober í fjør, og tað ger, at van- lukkan nærkast í hvørjum, sigur Gerald Bourke. Teir báðir heimskendu málningarnir, sum vórðu rændir í fjør, eru kanska ikki til longur STULDUR Árni Joensen: fartekst@mail.dk Norska løgreglan vil ikki vátta tíðindini í Dagbladet um, at teir báðir kendu málningarnir hjá Edvard Munch eru brendir. Blaðið sigur seg hava tíðindini frá álítandi keldum í brotsmannaumhvørvinum í Oslo. Har hevur blaðið fingið at vita, at málning- arnir vórðu brendir fyri at beina fyri próvtilfari. Blaðið vil eisini vera við, at hetta stendur at lesa í einari loyniligari frágreiðing hjá løgregluni, men tað vil løgreglan ikki siga. – Hetta veit løgreglan í Oslo einki um, segði kanningarleiðarin hjá løgregluni við norska útvarpið í gjár. Teir báðir málningarnir vórðu rændir á Edvard Munch-savninum tann 22. august í fjør. Sambært keld- unum hjá Dagbladet fjaldu ránsmenninir málningarnar í einum frítíðarhúsum ta fyrstu tíðina, men seinni vórðu teir brendir. Norska løgreglan hevur tikið trý fólk, sum verða sett í samband við ránið, men teir báðir menninir, sum rændu málningarnar, eru framvegis ikki tiknir. Eitt heilt ættarlið kann doyggja í hungri »Skrik« og »Madonna« farin upp í royk Teir báðir Munch-málningarnir eru ella vóru fleiri hundrað milliónir krónur verdir