fríggjadagur 29. apríl 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 - 30. apríl 2005
13
VIÐMERKINGAR
Lesið
-so eru tit við!
Kristina Háfoss
Einligar mammur? Út-
búgvingarverkið?
Tey
heimleysu? Gransking inn-
an nýhugsan og nýskapan ?
Tey sálarsjúku ? Menning
av alternativum vinnum ?
Ja, nógv eru økini, ið hava
tørv á størri fíggjarligum
stuðli frá landinum. Grund-
gevingar fyri ikki at upp-
raðfesta hesi øki eru, at
landið ikki hevur ráð -
verður sagt - men talan er
heldur
um
manglandi
áhuga fyri at raðfesta hesi
øki, tí ráð eru eftir øllum at
døma at raðfesta onnur øki.
Feskasta
dømið
um,
hvussu
Landsstýrið
og
Løgtingið velja at raðfesta
skattakrónurnar er lógar-
uppskotið, ið skal geva 5
rækjuskipum 20 mió. kr. í
studningi. Grundgeving-
arnar fyri at fara undir
beinleiðis studning aftur
eru m.a. hægri oljuprísir og
lægri rækjuprísir. Hetta eru
grundgevingar, sum í ein-
um rættarsamfelagi - har
øll eiga at vera líka fyri
lógini - eigur at geva øllum
føroyskum
skipabólkum
o.ø. rætt til henda almenna
studning. Tí má væntast at
hetta lógaruppskot bert er
byrjanin.
Hevur rækjuvinnan
nakra framtíð ?
Ongin ivi skal vera um, at
rækjuvinnan hevur givið
føroyska samfelagnum eitt
stórt íkast í fleiri ártíggir,
men tíðirnar broytast —
ikki minst innan vinnulívið.
Eins og farið varð undir
at ala laks, eru londini í
fjareystri í alsamt størri
mun farin undir at ala
rækjur til ein væl lægri prís,
og uttan íløgur í stór og dýr
skip. Eisini hava lond sum
Kanada
og
Grønland
ómetaliga stórt rækjutil-
feingi at troyta, og útboðið
av vanligum rækjum kann
tí heldur ikki væntast at
minka í næstum. Alt hetta
ger tað sera trupult at kapp-
ast hjá føroysku rækju-
vinnuni.
Tað er tí neyðugt at leggja
sær í geyma:
1) At onki bendir á, at
rækjuflotin fer at klára
seg fíggjarliga, sjálvt
aftaná umlegging av
lánum og við 20 mió.
kr. í studningi afturat.
2) At sera ivasamt er, um
møguligt verður aftur at
fáa berandi rakstur við
at nýta "søguligu rætt-
indini" at royna eftir
rækjum.
3) At føroyska rækjuvinn-
an ikki er ein vinna á
veg upp, men ein vinna,
ið er á einum vegamóti
og helst er á veg út.
4) At allur tann føroyski
fiskiflotin er raktur av
hægri oljuprísum og
lægri fiskaprísum, og at
grundgevingarnar fyri
rækjustuðlinum
lata
upp fyri, at allur flotin
skal hava stuðul.
5) At 20 mió. kr. kundu
verið
nýttar
samfe-
lagsliga nógvar ferðir
betur við at sett hendan
pening av til menning
av nýhugsan og ný-
skapan.
Hugskotsbanki, íverk-
setarastuðul, gransking
og útflutningsráðgeving
Fyri at seta upphæddina á
20 mió. kr. í mun til annað,
so fekk Granskingarráðið í
2004 eina játtan, ið gav rúm
til at lata 2,7 mió. kr. til
nýggjar granskingarverk-
ætlanir. Tær 20 mió. kr., ið
Landsstýrið og Løgtingið
ætla at lata 5 rækjuskipum,
svara soleiðis til áleið ta
upphædd, ið Granskingar-
ráðið kann lata til nýggjar
føroyskar granskingarætl-
anir í heili 7 ár. Verða rað-
festingar landsins soleiðis
framyvir, kann ikki væntast
at vit náa tí frálíka máli at
gerast millum heimsins
fremstu lond í ár 2015.
Heldur enn at nýta 20
mió. kr. til 5 rækjuskip, átti
hesin peningur at verið
nýttur eitt nú til nýskapandi
hugskotsbanka, íverkset-
arastuðul,
mennandi
gransking og dygga út-
flutningsráðgeving. Hetta
hevði stuðlað undir ný-
skapan og skapt fleiri inn-
tøkur, ið vildi givið landin-
um fíggjarligt grundarlag
til at menna vælferðartæn-
astur okkara.
Áheitan til løgtingslimir:
Latið ikki søguna
endurtaka seg
Tí hesa áheitan til allar
løgtingslimir. Lesið §19-
frágreiðingina, ið Løg-
tingið lat gera fyri at lýsa
teir feilir, ið gjørdir vórðu í
80’unum.
Frágreiðingin
staðfestir, at ein av høvuðs-
orsøkunum til búskapar-
kreppuna var beinleiðis
vinnulívsstudningur frá tí
almenna til fiskivinnuna.
Lata tit nú rækjuskipunum
studning er bert spurningur
um tíð, áðrenn restin av
flotanum skal hava somu
sømdir. Formaðurin í Før-
oya Reiðarafelag hevur
longu sent tykkum eina
áheitan um at lata øllum
skipum teirra studning.
Eyðkennið fyri fólk, ið
ikki hava gjørt nakað skeivt
er, at tey als onki hava
roynt, soleiðis verður ofta
tikið til — og rætt er tað, at
vit koma øll at taka skeivar
avgerðir á lívsleið okkara.
Men tað eru okkara evnir at
læra av okkara feilum, ið
avgera um vit menna
okkum sum fólk og land.
Latið okkum læra av feil-
um okkara.
Latið ikki søguna endur-
taka seg.
Nakrar niðurstøður úr
Løgtingsins
§19-frá
greiðing um 80’ini:
"Lurtað varð ikki eftir
ávaringum frá sakkunn-
leikanum, góð ráð vórðu
ikki fylgd. (s. 327)"
"_ at politisku odda-
menninir í Føroyum ikki
altíð, heldur ikki í 80-
árunum, dugdu at brúka
tey ráðini, ið vóru til
taks." (s. 318)
"_hevur
stuðulin
avlagað
vinnuliga
virksemið og forðað
fyri, at peningur, vøru-,
fólka- og annað tilfeingi
eru nýtt á ein burðar-
dyggan hátt." (s. 44)
"Soleiðis varð gjørdur
størsti skeivleikin, ið
hugsast kann: Øll vóru
ikki eins fyri lógini !" (s.
321)
Hans Birgir
Hansen
Skulu vit skapa gott
samskifti og samstarv
innan
fyritøkur
og
stovnar og verkir og
virkir og handils og
vinnulív og vinnurnar á
bygd og bý í hvørjari
kommunu er slíkt fyri-
treytin/grundarlagi.
Tað sama er galdandi
ímillum áðurnevndu og
egnu viðurskiftafólkini,
hvat eg vil gera nógv
greitt, í lesarabrævinum
í dag, skulu vit skapa
áðurnevndu størri fram-
gongd, trivnað, menn-
ing.
Slíkt hevur ein lagt til
merkis, ikki er skipa
áðurnevndu í Havnini og
tá ið telefonsvararar, við
rødd og spældum tón-
leiki, skapar samskift-
istrupulleikar, ið er ein
gerandiskostur í Havn-
ini.
Tað hevur kosta einum
nóg mikið í telefonkort-
um og teletíðarkortum tá
talan er um korttelefonir
og fartelefonir, eg dag-
liga nýti at samskifta
við, í skapa samskiftis-
trupulleikar í Havnini.
Tað er nógv fyri at
blíva revsaður, fyri at
vísa sína misnøgd og tá
ein ger vart við slíkar
trupulleikar og teir í
telefonsvararar við rødd
og spældum tónleiki
skapa, ið er gerandi-
skostur í Havnini.
Eg vil alment klaga
slíkt innan áðurnevndu í
hava telefonsvarara við
rødd og spældum tón-
leiki, hvat í ein ikki vil
finna seg í longur, at
nýta síni kort til, at
hoyra slíkar, í tí dagliga
lívi.
Fekk ein gjørt kostn-
aðin upp, var grundarlag
at stevna øllum við end-
urgjaldskravi og fyri
ómaksarbeiði,
í
ein
dagliga hevur havt av
áðurnevndu og vegna
diskriminatión,
við
meira ídag.
Eg haldi at Føroya
Tele og Kall og aðrar
fyritøkur og stovnar og
verkir og virkir og
handils og vinnulív og
vinnur, skuldu fingið
steðga slíkum og ong-
antíð ov skjótt í Havnini
og á bygd og bý.
Eg havi mist hópin av
inntøkum vegna sam-
skiftistrupulleikar, sein-
astu mongu árini, tá ein
stríddist
við
»TFL«
síðani Føroya Tele, ið
hevur verið ein harður
kostur at stríðast við.
Starvsfólkini,
áður-
nevndu duga ikki at fata
og skilja, at tey í tí
dagliga skapa slíkar
trupulleikar, tá tey mest
sum liva seg burtur í
aðra verð, spyr bara øll
konufólkini í eg stríðist
við.
Starv og privatlív hjá
starvsfólki, hevur einki
við hvørt annað at gera,
í arbeiðstíð og heimligu
trupulleikar, skulu ikki
greiðast í arbeistíð og
familjan, víkja arbeiðs-
plássini ídag.
Hetta er nakað í
leiðslustýrir,
áður-
nevndu, eiga at taka upp
á fundi við starvsfólkini,
ongantíð ovskjótt, so
nevndu trupulleikar vera
loystir,
skula
áður-
nevndu, økja sínar inn-
tøkur.
Hetta og mangt afturat
kann ein koma aftur til
tá øll viðskiftafólk ikki
vera eins viðfarin av
starvsfólki, áðurnevndu,
hvat ein vil gera øllum
nóg greitt í lesara-
brævinum í dag.
Samskiftis- og sam-
starvstrupulleikar?
Finnleif Guttesen
Ein meiriluti í Vágs bý-
ráðið vil avreiða 40 almenn
arbeiðspláss til Tvøroyri,
fyri at varðveita eina
prestigu ætlan, ið einki nýtt
arbeiðspláss skapar.
40 nýggj almenn arbeiðs-
pláss á Tvøroyri, sum við
familju, fer at økja fólka-
talið við umleið 100 fólk-
um, fer at føra Tvøroyri
langt fram um Vág í allar
mátar.
Fólk koma at flyta suður,
byggja sær hús, flest øll í
nærumhvørvinum av ar-
beiðsplássinum og skapa
stóran framburð, serliga á
Tvøroyri.
Sjálvsagt tekur Tvøroyrar
býráð undir við meirilut-
anum í Vágs býráðið, tá ið
hesi vilja geva Tvøroyri 40
almenn arbeiðspláss, við
øllum teimum fyrimunum
hetta gevur einum økið.
Sjálvt við einari komm-
unu, so verður við hesum
almennu arbeiðsplássinum,
allur framburðurin á Tvør-
oyri og ikki í Vági.
Ein dáragerð ímóti
vágbingum
Tað kann ikki sigast annað,
enn, at tað er ein dáragerð
av meirilutanum í Vágs bý-
ráðið, ið vil taka 40 almenn
arbeiðspláss
frá
sínum
nærmastu í Vági
Livst so spyrst
HVØR SKAL HAVA 20 MIÓ. KR. ?
– hava vit onki lært av 80’unum ? (3:3)
Vágbingar avreiða 40 almenn
arbeiðspláss til Tvøroyrar