Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 80 - 29. apríl 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Í hesum døgum hevur norð- maðurin, Bengt Calmeyer (f. 1932) framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Bengt, ið er ættaður úr Nesodden nærhendis Oslo vísir nú fram 23 av akryl- málningum sínum. Málningarnir á framsýn- ingini hava sítt útgangs- støði í bókmentum. Ella, sum Bengt sjálvur sigur tað: Teir eru vorðnir til av íblástri úr ávísum yrkingum og tekstum. At hann júst framsýnir í Havn hevur eisini sína or- søk: Hann hevur gamlar vinir í býnum. Hesir kenna hann sum málara, og ikki bert sum ein skrivandi mann. Tá hann var yngri málaði hann nógv, men fyrst nú, hann er vorðin pensjón-ist- ur, hevur hann tikið pensil- in fram aftur og er farin at mála. Bengt er meiri kendur í Noregi sum rithøvundur og blaðmaður. Hann hevur eis- ini skrivað eina nógv um- talaða bók um ta politisku øldina 1900 til 2000. Framsýningin lat upp í gjár og er opin fram til týs- dagin í næstu viku. 23. mars andaðist Alfred Hof- gaard, snikkari, 92 ára gamal. Alfred Hofgaard var millum teirra, sum tóku stig til at stovna Havnar Handverkarafelag, og gjørdist seinni fyrsti heiðurs- limur felagsins. Hann var í mong ár nevndarlimur í Havnar Handverkarafelag og Føroya Handverkarafelag, og var rættu- ligur fakfelagsmaður, - trúgvur og álítandi. Alfred var føddur í Valinum á Tvøroyri 29. mars 1912. Hann var fyri tí vanlagnu - bert 12 ára gamal - at missa bæði foreldr- ini. Tað vóru bara átta dagar vóru í millum andlátini. Kunn- leikin hjá læknunum var ikki tann sami, sum hann er í dag. Sjálvur metti Alfred, at hav- hestasjúkan var orsøkin. Vaks upp hjá pápabeiggjanum Nú bæði foreldrini vóru deyð, flutti Alfred til pápabeiggjan, Johan Hofgaard at búgva, og Johan kom soleiðis at vera fosturpápi hansara. Johan Hof- gaard búði á Hvítanesi á Tvør- oyri. Hann var snikkari og hevði harumframt verið í Danmark og lært til arkitekt. Johan teknaði og bygdi fleiri stór hús í Suðuroy. Mest kendur er hann fyri Vágs kirkju, ið hann teknaði, men hann hevur m.a. eisini teknað og bygt missións- húsið á Tvøroyri. Lærdi til timburmann Alfred fór úr skúlanum 14 ára gamal í 1926, og fór tá at læra til timburmann hjá fosturpápanum, Johan. Hann hevði verkstað við fleiri maskinum í kjallaran-um, og hevði nógv arbeiði ymsa staðni í Suðuroy. Johan átók sær eisini onkuntíð arbeiði norðanfjørðs. Lærutíðin var tá eins og í dag 4 ár, men tá lærutíðin var liðug, fekst ikki nakað alment gald- andi sveinabræv. Ábyrgdin lá øll hjá meistarunum, og meistarin skrivaði eisini lærubrævið. Og tað var bert á stórplássum, at lærlingar kundu fáa undirvísing ella ganga í „tekniskum skúla". Hesir skúlar vóru allir kvøld- skúlar. Á Tvøroyri undirvísti Johan Hofgaard lærlingunum um kvøldarnar. Lønin var „kost og logi" Alfred fekk ikki tímaløn, meðan hann lærdi, hann fekk „kost og logi", og tað varð roknað sum hansara lærlingaløn. Alfred var m.a. í 1934-1935 við at byggja hús til Petur Mohr Dam á Tvøroyri. Til saman- beringar kundu vit her nevnt, at hesi hús kostaðu 10.000 kr. at byggja. Tá var alt við, - eisini máling. Alfred til Syðrugøtu Meðan Alfred stóð í læru, og eftir at hann varð útlærdur í 1930, var nógv arbeiði í Suður- oynni, men í 1938 var so mikið lítið at gera, at hann gjørdi av at flyta til Syðrugøtu, har ein systir hansara búði. Og stutt eftir hetta fór hann til skips saman við svágrinum, sum var gøtumað-ur og átti í skipi. Undir krígnum var onkuntíð arbeiði at gera fyri eingilsk- menninar, og hann arbeiddi eisini eitt skifti fyri eingilsk- menninar í Søldarfirði. Á Tórshavnar Skipasmiðju Í 1941 flutti Alfred til Havnar, og honum stóð tá í boði at fáa arbeiði sum timburmaður á Tórshavnar Skipasmiðju. Men tá vóru viðurskiftini soleiðis, at hann slapp ikki til arbeiðis á Skipasmiðjuni, fyrr enn hann hevði søkt um limaskap í Havn- ar Arbeiðsmannafelag, og nevnd felagsins hevði játtað honum limaskap. Í Havn búði hann fyrstu tíðina á Sjómansheiminum. Alfred fann sær gentu, Borg- hild Husgaard, í Syðrugøtu. Tey vórðu gift 19. desember 1943. Limur í Havnar Arbeiðsmannafelag Havnar Handverkarafelag varð ikki stovnað fyrr enn í 1950, og áðrenn Handverkarafelagið varð stovnað, vóru handverkarar lim- ir í Havnar Arbeiðsmannafelag. Handverkaralønin var tá ein partur av sáttmálanum hjá Arbeiðsmannafelagnum. Um hetta mundið fingu handverk- arar 5 oyru meira um tíman enn arbeiðsmenn, og seinni 10 oyru. Tømrernes Fagafdeling Men soleiðis hevur ikki altíð verið. Hans Thomsen skrivar í bókini „Havnar Arbeiðs-manna- felag í 75 ár", um ein fund 29. oktober 1916: Sum tað skilst á lagnum, vóru limir Havnar Ar- beiðsmannafelags hesa fyrstu tíðina ikki einans arbeiðsmenn, men eisini handverkarar av ymiskum slagi: timburmenn, bakarar, prentarar o.s.fr., og nú arbeiðsmenninir høvdu fingið trýst tímalønina upp í 40 oyru, vóru teir farnir upp um timbur- menninir í løn. Av hesum sama bóðu timburmenninir Hans Ja- cob Poulsen (Vestmanna Hans Jakku), Victor Carlsen (Victor í Pætursastovu) og Niels F. Olsen (Niels í Dali) um fund við fe- lagsnevndina. Á hesum fundi, ið varð hildin 29.okt. 1916, varð avgjørt at stovna eina deild fyri timburmenn ella eina „Tømrer- nes Fagafdeling inden for Havnar Arbeiðsmannafelag". Fleiri deildir Av tí at timburdeildin einans fevndi um timburfakið, og handverkini gjørdust fleiri, vórðu seinni stovnaðar aðrar deildir, t.d. ein bildeild. Hesar deildir høvdu heimild til sjálvar at samráðast um síni lønarviðurskifti, men skuldu sáttmálar teirra altíð góðkennast av Havnar Arbeiðsmannafelag, eins og limir teirra, umframt at lata limagjald til sína egnu deild, eisini skuldu gjalda til Arbeiðs- mannafelagið. Alfred í Handverkara- nevnd Í áðurnevndu bók skrivar Hans Thomsen eisini soleiðis: „Vit hava nevnt um eina deild, sum timburmenninir fingu sær innan fyri Havnar Arbeiðsmannafelag, men hetta hevur helst ikki verið nóg mikið, tí har vóru nú so mong onnur sløg av handverkar- um vorðnir limir. Hesir hand- verkarar høvdu til henda aðal- fund (27. febr. 1947) gjørt hetta uppskot: „Teir innan Arbeiðsmannafe- lagið standandi handverkarar avgera sjálvir teirra fakligu viðurskifti. Tó skulu allar hesar viðgerðir fyri at vera gyldugar, góðkennast av stjórnini." Tá hetta uppskot varð sam- tykt, vórðu hesir valdir inn í Handverkaranevndina: Jacob Øster Vágsheyg, Cornelius Reinert, Stig G. Rasmusen, Magnus Mortensen og Alfred Hofgaard." Havnar Handverkarafelag Henda skipan hevur kortini ikki verið nøktandi í longdini, og tí verður í brævi seinni sagt Ar- beiðsmannafelagnum frá, at handverkararnir ynskja at siga seg leysar av Havnar Arbeiðs- mannafelag frá 1. januar 1950 at rokna. Um somu tíð vóru handverk- arar bodnir til fund í Losjuni 12. februar 1950 kl. 13. Á hesum fundi varð Havnar Handverk- arafelag stovnað, og fyrsta nevnd felagsins vald. Á hesum fundi varð Alfred Hofgaard valdur í nevnd felag- sins, og varð afturvaldur øll árini, til hann í 1988 legði frá sær vegna aldur. Alfred var eisini við, tá Før- oya Handverkarafelag varð stovnað. Hann varð valdur í nevndina í Føroya Handverkara- felag, og var formaður árini 1959 til 1965 og frá 1971 til 1974 ár. Snikkari hjá Zakarias Bech Í 1946 fekk Alfred arbeiði á snikkaraverkstaðnum hjá Zaka- rias Bech, Yviri við Strond í Havn, og arbeiddi har sum snikkari í samfull 38 ár, frá 1946 til 1984. So verkstaðið hjá Zakarias Bech hevur uttan iva verið eitt sera gott arbeiðspláss. Heiðurslimur og heiðursbræv 18. desember 1986 fekk Alfred heiðursbræv frá Havnar Hand- verkarafelag. Á heiðursbrævin- um stendur: Harra Alfred Hofgaard Við hesum verður gjørt tær kunnugt, at nevndin einmælt hevur samtykt at gera teg til heiðurslim. Tøkk fyri títt dygdargóða arbeiði fyri felagið og hand- verkið sum heild. Havnar Hanverkarafelag loyv- ir sær at endurtaka hesa tøkk og vísa á, hvussu stóran týdning Alfred Hofgaard hevur havt fyri felagið og føroyskt handverk sum heild. Ærað veri minnið um Alfred Hofgaard. Havnar Handverkarafelag Alfred Hofgaard, snikkara, til minnis Norsk list í Smiðjuni Bengt Calmeyer hevur skrivað nógv, men hevur eisini málað nógv. Nú framsýninir hann í Føroyum Mynd: Bárður Lydersen