fríggjadagur 29. apríl 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fríggjadagin 29. apríl 2005
fyllir Sjúrður Sivertsen í
Havn 65 ár.
Sjúrður er havnarmaður.
Foreldrini vóru Helena,
vanliga nevnd Tulla, úr
Havn, og Júst Sivertsen, úr
Havn, sum saman við Johs.
Olsen, influtti tann fyrsta
bilin í Føroyum í 1922.
Sjúrður hevur livað alt sítt
lív í einum bilumhvørvi.
Hann fór sum ungur í
snikkaralæru, men hugurin
var størri til bilarnar, og
hann kom at arbeiða saman
við pápa sínum í teirra
egnu
flutningsfyritøku,
sum hevði lastbilar og
hýruvogn.
Sjúrður tók yvir fyri-
tøkuna eftir at pápan doyði
í 1970, og við hegni og
arbeiðssemi arbeiddi hann
fyritøkuna upp til eina av
teimum størstu flutnings-
fyritøkunum í landinum. Tá
fyritøkan var upp á tað
størsta, vóru bilarnir um-
leið 40 í tali, og tey høvdu
nógv fólk í arbeiði.
Umstøðurnar hava ikki
altíð verið av teimum bestu.
Áðrenn
fyritøkan
fekk
egnan virkisbygning í 80-
unum, vórðu allar umvæl-
ingarnar av lastbilunum
gjørdar úti, á Skálatrøð í
Vágsbotni og aðrastaðni.
Sjúrður er kendur fyri at
duga sera væl at arbeiða,
bæði at umvæla bilarnar og
at arbeiða við teimum, sum
t.d. arbeiði við krana og at
taka bilar upp, sum eru
farnir út av koyrivegnum.
Sjúrður er giftur Eyðhild,
f. Djurhuus, ættað av
Selatrað, og tey eiga fýra
børn: Júst, Jógvan, og
Hans, sum allir búgva í
Hoyvík, og Lenu, sum býr í
Íslandi. Eyðhild og Sjúrður
eiga 12 barnabørn.
Í sambandi við føðingar-
dagin verður vælkomt í
Pálsstovu leygardagin 30.
apríl frá kl. 12-18, har øll
eru vælkomin.
Nú eru nakrir mánaðir farnir, síðan tit løgdu árarnar
inn. Tit fingu eitt langt lív saman og náddu at halda
gullbrúdleyp.
Sum ungur var Jógvan sjómaður. Hann fiskaði, sum
so mangur, undir Íslandi. Seinni fór hann á garnavirkið
á Oyri at arbeiða, og seinastu arbeiðsárini var hann
húsasmiður. Jógvan var ógvuliga vælgerin og fekk alt
at bera til. Olgamostir var húsmóðir og arbeiddi eisini
í nógv ár á garnavirkinum og á skelja- og rækjuvirkin-
um á Oyri.
Nú tit vóru farin at eldast, fekk Jógvan staðfest
álvarsliga sjúku, men hóast tað, so gekk tað hampiliga
væl. Olgamostir gjørdi alt fyri at lætta í tí dagliga og
hevði stóra umsorgan fyri manninum. Tey vóru altíð
saman og vóru so góð við hvørt annað. Lívið var
virðismikið og hvør dagur ein gáva. Men Harrans
vegir eru ikki okkara, og áðrenn nakar vardi tað, varð
Olgamostir brádliga tikin burtur.
Mær untist at vera saman við teimum báðum hesa
seinastu løtuna. Vit sótu og hugnaðu okkum við
gomlum myndum og prátaðu um tað, sum farið var.
Sum altíð, hevði eg eina kenslu av, at hesar løtur høvdu
stóran týdning fyri tey, og kendi meg so hjartaliga
vælkomna. Sum vit soleiðis sótu í friði og náðum,
vórðu boð eftir Olgumostur, og eftir bert lítlari løtu,
var hon ikki ímillum okkara longur.
Hetta var ein harður smeitur hjá Jógvani og
familjuni, og ikki minst nú tit bæði, Sanna og Jóan
Pauli, vóru farin at stákast til brúðleyp.
Eftir at Olgamostir var farin, gjørdist Jógvan alt
meira sjúkur, og hugurin at liva var ikki hin sami, nú
konan var farin. Men Jógvan dugdi óvanliga væl at
bera bæði sorg og sjúku, og hann var tolin og nær-
verandi til tað seinasta. Tað var týðiligt at hann hvíldi
í Harrans lyftum, og at alt var lættari at bera, nú Olga-
mostir bíðaði honum hinumegin.
Olgamostir og Jógvan fingu tvær døtur, Jonhild og
Sannu. Sum børn vóru systkinabarnið Sigtór og eg
nógv hjá Olgumostur og vitjaðu, og vit plagdu at
skiftast um at sova har okkurt vikuskifti. Hetta komst
av, at Jonhild var einabarn í 10 ár. Langt var ímillum
húsini, og foreldrini vildu fegin, at Jonhild hevði børn
at spæla við.
Hjá Olgumostur og Jógvani var altíð fjálgt og gott at
vera, og vit hava nógv góð minni frá barnaárunum.
Millum annað, tá ið tú, Jonhild fekst eina lítlasystur.
Hetta var ein stórur dagur, og vit gleddust saman við
tykkum.
Sum tíðin leið vaks lítla Sanna, og hon var so fitt og
vøkur sum ein eingil. Hárið var livandi og so sítt, at tað
fjaldi hana. Tað besta eg visti var at hyggja, tá ið
Olgamostir greiddi hárið og flættaði tær longu
flætturnar.
Olgamostir dugdi væl til hendurnar og seymaði
nógv. Einaferð, tá ið eg var smágenta, seymaði hon
mær eina dukku. Høvdið hevði hon keypt, men
kroppin seymaði hon. Eg sat sum steinrunnin og hugdi
at, hvussu hon tilevnaði dukkuna við SINGER
seymimaskinuni. Á, sum eg var glað fyri dukkuna og
ikki minst tí, at hon júst seymaði hana til mín.
Olgamostir var blíð, og altíð átti hon ein heima-
bakaðan køkubita, komst tú at vitja. Henni dámdi væl
at ganga á bingo, og tað var lívligt og stuttligt, har sum
hon var. Jógvan var meira friðarligur og dámdi væl at
sita fyri vindeyganum og hyggja út á fjørðin. Hann var
gløggur og fylgdi væl við bæði í tí, sum hendi rundan
um hann, og úti í heimi.
Olgamostir og Jógvan høvdu tíð at liva og at vera
nakað fyri børn, barnabørn og langommu- og lang-
abbabørn, og heimið var altíð ein trygg havn at koma
í.
Nú er tómligt, og tit sita spyrjandi eftir, hví alt skuldi
ganga so skjótt. Men tá ið á stóð, vóru tit har og
troystaðu og hjálptu. Tað var so vakurt, Jonhild, tá ið tú
setti alt til síðis og flutti inn at vera um pápan ta
seinastu tíðina. Men lívið má ganga sína gongd, og eitt
er vist, at foreldur tykkara ynsktu einki meir, enn at tit
skuldu hava tað gott og verða glað. Tað vistu tit eisini,
og tí fóru tit aftur at fyrireika brúdleypið, Sanna og
Jóan Pauli.
Eg fari at takka tykkum báðum fyri, at vit fingu
høvið at gleðast saman við tykkum henda merkisdag.
Tit vóru so vøkur og eydnusom, har tit sótu saman við
børnunum. Jóan Pauli, tú hevur fingið eina stillføra
konu við nógvum góðum dygdum. At vaksa upp í
einum góðum og tryggum heimi er gull vert. Tað
góða, sum vit hava upplivað, fylgir og ber okkum gjøg-
num lívið, og vit føra tað víðari til okkara eftirkomarar.
Góða Jonhild og Sanna við familjum, má Harrin
styrkja og hjálpa tykkum framyvir.
Heilsan
Sólgerð
Kunngjørt verður fyri ætt vinum og kenningum,
at kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
Hassi Kragesteen,
Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum
mikumorgunin 27. apríl 82 ára gamal.
Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum,
fríggjadagin kl.18.00.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
leygardagin 30. apríl kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Anna og Borgarhjørt
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu okkum
samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og
langomma okkara
Olina Olsen
Skopun
andaðist og varð borin til hvíldar.
Takk til Jógvan Lamhauge, Elin Jakobsen
og Jákup R. Hansen prest, fyri vøkur og troystarrík orð
í kapellinum og kirkjuni.
Takk til kirkjutænarar, sangarar, berarar
og Finnleif Fagradal.
Takk øll tit, sum á ymiskan hátt hjálptu til við ervið.
Takk fyri kransar, blómur og gávur til Missiónshúsið.
Takk øll tit, ið fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað her á fold.
Heilsan við Johs.5,24.
Fyri tey avvarðandi
Børnini v/ fam.
Sjúrður Sivertsen 65 ár
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu samkenslu,
tá okkara elskaði maður, pápi og verpápi
Napoleon Nolsøe
vanliga nevndur Poli,Trongisvágur
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Ólavur Rasmussen, prest og til Poul Færø.
Takk til kirkjutænarar og sangarar.
Takk til starvsfólkið á Suðuroyar Sjúkrahúsi
og til starvsfólkið á Hotel Tórshavn.
Takk fyri blómur, kransar og gávur til Hotel Tórshavn
og takk til tykkum øll, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Allan, Páll og Andras
Til minnis um
Olgu Poulsen
f. 16.04.27 - d. 09.06.04
og
Jógvan Poulsen
f. 13.07.26 - d. 04.10.04
Nr. 80 - 29. apríl 2005
15