fríggjadagur 29. apríl 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tøkk
Øllum tykkum, sum mintust meg á 85 ára
føðingardegnum, takki eg hjartaliga.
Heilsan
Andrea Magnussen, Søldarfjørður
Andlát
20. apríl
Marin Malena Joensen, kall Malla, fødd Klein, frá
Gjógv, 89 ár.
21. apríl
Joen Pauli Feodor Hammer, Hvalba, 82 ár,
22. apríl
Anna Katrina Askham, Tórshavn, 104 ár.
Vilhelm Jacobsen úr Tjørnustovu í Norðragøtu,
89 ár.
23. apríl
Poulina Olsen, fødd isaksen, Klakvsík, 84 ár.
Merry Joensen, fødd Heinesen, ættað úr Klaksvík,
64 ár.
Jákup Pauli Georg Joensen, vanliga nevndur Palli
Joensen, Hvalvík, 65 ár.
24. apríl
Olaf Krossteig, fyrrverandi lærari, ættaður úr
Leirvík, búsitandi í Havn, 97 ár.
Jens Albinus, Fámjin, 84 ár.
27. apríl
Hans Sigurð Kragesten, vanliga nevndur Hasse,
Tórshavn, 82 ár.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
30. apríl. Dagurin eitur Severus. Var í fimtu øld biskupur í
Napoli.
Mai mánaður
Nevndur eftir rómversku gudinnuni Maju, sum var gudinna fyri
gróðri og grøði. Summir halda, at navnið kemur av latínska
orðinum majores, teir gomlu, ið var navnið á gamla senatinum
í Róm.
1. mai. Dagurin eitur Valborgarmessa. Hildin til minnis um
enska kongsdóttur og nunnu, sum seinni gjørdist abbadissa í
kleystrinum Hildesheim í Týsklandi. Hon doyði í 779. Val-
borgarnátt varð hildin mikil várveitsla í Norðurlondum, og tað
er ta náttina, at trøllkonur ríða at Bloksbjørgum.
Germanskt navn, ið merkir vald og vernd.
1. mai er arbeiðaradagurin, sum varð hildin á fyrsta sinni í
París í 1889.
2. mai. Dagurin eitur Atanasius, deyður í 373. Patriarkur í
Aleksandria. Var kendur kirkjulærari, og hevur sett saman eina
trúarjáttan, sum varð samtykt í Nikæa í 323, og sum ber navn
hansara.
85 ára føðingardagur
Brynhild Hansen, Norðragøtu, verður 85 ár sunnu-
dagin 1. mai.
Dagurin verður hildin í dagtilhaldinum í Gøtubrá
frá kl. 15.00–19.00.
Leygardagin 30 apríl fyllir
rektarin á Fróðskaparsetr-
inum Jóan Pauli Joensen,
professari, dr.phil & fil.dr.
60 ár.
Jóan Pauli Joensen er út-
búgvin fólkalívsfrøðingur
frá Universitinum í Lund
og Århus. Í 1975 fekk hann
fil.dr heitið við Lunds Uni-
versitet fyri ritgerðina Fær-
øske sluppfiskere og í 1987
dr.phil heitið við Århus
Universitet fyri doktararit-
gerðina Fra bonde til fisker.
Umframt hesar hevur Jóan
Pauli skrivað hóp av bókum
um ymisk siðsøgulig evni í
Føroyum.
Seinasta bókin hjá hon-
um er ‘I ærlige Brudefolk.
Bryllup på Færøerne’, sum
danska Museum Tusculan-
us forlagið gav út. Fyri
bókina fekk Jóan Pauli
Joensen
virðisløn
frá
Kungl. Gustav Adolfs Aka-
demin í Uppsala í Svøríki.
Jóan Pauli Joensen hevur
verið rektari á Fróðskapar-
setrinum síðani 1. desemb-
er 2004, frammanundan
hevur hann verið rektari frá
1990 til 1998. Hann hevur
verið í starvi á Fróðskapar-
setrinum síðani 1989, sama
árið varð hann tilnevndur
professari í siðsøgu og
fólkalívsfrøði.
Í 1998 og 1999 var hann
professari í etnologi við
Universitetið í Bergen. Frá
1976 til 1989 var hann
savnsvørður á Føroya Forn-
minnissavni. Jóan Pauli
Joensen hevur havt fleiri
álitissessir í ymsum nevnd-
um, bæði í Føroyum og
uttanlands. Seinastu árini
hevur hann verið formaður
í Grundlógarnevndini.
Jóan Pauli Joensen er
sonur Peter Ole og Irenu
Joensen í Sørvági. Hann er
giftur Louisu Lamhauge av
Toftum, og eiga tey døtur-
nar Duritu og Biritu.
Føðingardagin 30. apríl
verður
rektarin
burtur-
staddur. Móttøka verður á
Føroya Sjómansskúla týs-
dagin 3. mai kl. 15-17.
Jóan Pauli Joensen, rektari 60 ár
Leygardagin 23. apríl andaðist
Hilmar Thomsen í Klaksvík 85 ára
gamalur. Allir klaksvíkingar, sum
eru komnir eitt lítið sindur upp í
árini, minnast Hilmar, sum var
politistur og harvið almennur
persónur í Klaksvík.
Hilmar var føddur og uppvaksin í
Sumba. Hann róði út og var við
slupp, og fyrstu krígsárini sigldi
hann niður við fiski. Á nýggjárin-
um í 1943 varð Hilmar fyribils-
settur sum kommunalur politistur í
Miðvági. Hetta var mitt undir kríg-
num, tá ið umstøðurnar vóru so
serligar, eitt nú við at fleiri túsund
bretar hildu til í Vágum.
1. desember í 1944 varð Hilmar
settur kommunalur politistur í
Klaksvík. Sambært bókini hjá
Hjartvardi Skálagarð um politiið í
Føroyum, so var Hilmar fjórði
politisturin í Klaksvík. Petur Juul
Samuelsen, Bernhard Brim og
Jaspur Leivsgarð vóru og høvdu
verið frammanundan honum.
Síðst í fýrati árunum var Hilmar í
knappliga eitt hálvt ár á skúla í
Danmark. Hilmar fann sær konu í
Klaksvík, og harvið gjørdist hann
ein av mongu klaksvíkingunum,
sum miðskeiðis í síðstu øld vóru
komnir aðra staðni frá í landinum.
Klakvíkingar minnast Hilmar
sum dámligan og fryntligan mann.
Hann fór úr politistastarvinum
vegna aldur 1. september í 1982,
men hann helt fram at arbeiða eitt
sindur sum politistur inntil 1.
september í 1985, tá ið hann varð
endaliga loystur úr starvi. Tá var
Hilmar framvegis væl fyri, og
nógvu tey næstu árini arbeiddi
hann á Norðborg og helt vakt um-
borð á skipum.
Hilmar giftist í 1959 við Jytte
Havn Rasmussen úr Klaksvík. Tey
fingu tvey børn - Karl Johan, sum
býr í Klaksvík, og Onnu, sum býr í
Kolding.
Hilmar Thomsen farin
Jaspur Leivsgarð og Hilmar Thomsen (hm.) á trappuni við elstu politistøðina í
sunnara enda á Havnarskrivstovuni