Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-29, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 80 - 29. apríl 2005 Spenningsfilmurin Apollo 13 er grundaður á veruligar hendingar. Á veg til mánan er kemur ólag á skipanirnar umborð á rúmdarfarinum Apollo 13. Møguleikarnir hjá teimum umborð at venda aftur til jørðini gerast alsamt færri sum tíðin gongur. Meðan Tom Hanks er ovasti myndugleiki um- borð á rúmdarfarinum, er Ed Harris á odda fyri royndini á jørðini at fáa rúmdarfarið niður aftur á jørð í øllum góðum. Kom- nir væl áleiðis á ferðini kemur hol á ein súrevnis- tanga. Teir síggja nú, hvussu iltin sprænir út úr rúmdarfarinum og út í rúmdina - eitt týðuligt tekin um at lívið er í vanda. Mánalendingin er tískil ikki møgulig, nú snýr tað seg um at bjarga manning- ini - teimum trimum, Jim Lowell (Tom Hanks), Fred Haise og Ken Mattingly. Óhappið hevur m.a. við sær at rúmdarferjan ikki hevur nóg mikið av orku at venda sær sjálvari móti jørðini aftur. Teir halda so fram á ferðini kring mánan fyri at brúka tyngdarmegina á mánan til at senda skútuna ímóti jørðini. Rúmdarferð- in varar í sjey dagar, fimm av døgunum innibera allir álvarsligar trupulleikar, ið krevja skjótar loysnir. Tað skal av álvara sparast uppá súrevnið og ymisku skipan- irnar umborð mugu sløkkj- ast. Av serligum týdningi er tað, at teir koma rætt inn í atmosferuna, tí annars er vandi fyri at ferjan bein- leiðis brennir upp. Vinalagið millum Made- leine Ashton (Meryl Streep), ein eldri sjónleik- arinna, og rithøvundan Helen Sharp (Goldie Hawn) verður av álvara set á eina roynd. Hesar báðar koma nevniliga at kappast um sama mannin - ein rættiliga ríkur, men kortini eitt sindur miseydnaður, Ernest Menville (Bruce Willis), ið starvast sum lýtalækni. Tað er Madeline, ið fer við fonginum og Ernesti. Og so er Helen púra fyri ongum. Hon fer at eta sum eitt øt og endar á lukkaðu deild, tá er hon longu vorðin so stór sum eitt fjall. Men fleiri ár seinni er hjúnarbandið hjá Madeleine og Ernest líkt eini syrgiligari rutinu. Hon stríðist ímóti tíðarinnar tonn, ímeðan Ernest finnur troyst í arbeiðinum og í fløskuni. Brádliga ein dag- in hittast tær báðar, Helen og Madeleine. Helen sær út til at vera nógv yngri, hon hevur tapt seg fleiri kilo og vorðin so stásilig sum ongantíð fyrr. Madeleine hugsar nú, at Helen fer at taka Ernest frá henni. Og hetta orkar hon ikki at hugsa, tí Ernest er jú henn- ara egni lýtalækni. Hon fær so fatur á tí vøkru trøll- kvinnuni Lisle, ið gevur henni av einum undur- drykki. Av hesum fær hon ungdóm og vakurleika. Men skjótt varnast hon, at Helen eisini hevur drukkið av hesum undurdrykki, og somuleiðis gerst hon greið yvir, at ungdómur og vak- urleiki báðir hava sín ræðu- liga prís. Deyðin klæðir henni Apollo 13 Á DR1 í kvøld kl. 20.30 Ron Howard hevur leikstjórnað m.a. Tom Hanks í Apollo 13. Hesir báðir samstarva eisini í komandi filminum, ið er gjørdur eftir kendu skaldsøguni hjá Dan Brown "The Da Vinci Mystery" Filmurin er grundaður á veruligu hendingarnar í 1970, tá rúmdarferjan Apollo 13 fór á eina mánaferð, ið miseydnaðist Á Kanal 5 mikukvøldið kl. 20.00 Ernest Menville er lýtalækni og fangaður mitt í rokinum millum tvey konufólk, ið gera alt fyri at fáa hendur á hansara ríkidømi Helen (Goldie Hawn) drekkur av einum undurdrykki, ið ger hana yngri og vakrari